Á tingfundinum í dag fer løgtingið undir fyrstu viðgerð av uppskotinum hjá løgmanni um at játta 6,5 milliónir krónur til at umvæla Stokkastovuna í Tinganesi. Hetta arbeiðið er partur av eini størri ætlan [...] umvælingar, men tað røkkur ongan veg, verður sagt, og tí má ein nógv størri játtan til fyri – sum í hesum føri – at bjarga Stokkastovuni, verður sagt. Stokkastovan hevur higartil bara verið brúkt sum goymsla [...] Tískil verður nú skotið upp at gera eina verklagslóg fyri Stokkastovuna. Tað ber ikki til at fara undir at umvæla Stokkastovuna uttan so, at arbeiðið er tryggjað fíggjarliga, soleiðis at arbeiðið kann fremjast
Ráðgevandi stovnurin undir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum má tí aftur í ár tala fyri deyvum oyrum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, mælir til at áseta sama dagatal næsta fiskiár [...] Hinvegin mælir Fiskidaganevndin, ið eru umboðini hjá vinnuni, til sama fiskidagatal komandi fiskiár. Og hesum tilmæli ætlar landsstýrismaðurin sær at fylgja. Tað ger hann greitt, nú lógaruppskotið, ið ásetir [...] fiskidagarnar fyri fiskiárið, ið byrjar 1. september, er borið í løgtingið. Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra, hví Jacob Vestergaard mælir til sama fiskidagatal næsta ár.
kunnu brúkast sum grundarlag undir Skálafjarðartunnlinum. Bókaða eginognin í Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum er 400 milliónir krónur, og hesir pengar eru eitt gott fundament undir víðari lántøku, sigur Niels [...] - Hevði landsstýrið til dømis biðið okkum um at útvega fíggingina til Skálafjarðartunnilin eftir hesum leistinum, so høvdu vit gjørt tað. Tað hevði verið ein góð sak at arbeitt við, sigur Niels Juel Arge
sjúkur ið krevja nógv mannalív, eitt nú pokurnar og Sars. Koronavirus kemur ikki undir tann bólkin av sjúkum, men er undir tí bólkinum, sum eitur aðrar smittandi sjúkur. Fráboðanarskyldan er bara fyri tær [...] skyldu til at melda, ella at boða lækna frá. Hetta er ikki rætt, tí tað er eingin fráboðanarskylda á hesum øki, sigur løgreglan. Løgreglan sigur, at lógini um farsóttir, ella epidemilógin, umfatar tvey sløg
Tað var ein søgulig løta í Londin í gjárkvøldið, tá umboð fyri Føroyar og Bretland skrivaðu undir eina semju um sínámillum fiskirættindi fyri 2019 fyri tað, ið eftir er av 2019. Talan er um eina serliga [...] fevnir sostatt bæði um kvotabýti og atgongd, skrivar Fiskimálaráðið. Harumframt bleiv eisini skrivað undir uppá eina semju um samstarv um fiskiveiðieftirlit. - Við semjunum báðum eru Føroyar og Bretland samd [...] vinalagið og góðu viðurskiftini landanna millum sum næstu grannar í Landnyrðingsatlantshavi. Við hesum verða eisini tryggir karmar skaptir fyri vinnuna í londunum báðum, eins og at felags fiskastovnar
vegastrekkir í kommununi eru asfalteraði og miðvís ætlan er gjørd um framhald av hesum komandi árini. Fyrr í ár varð eisini farið undir at nýgera niðara part av Skálavegi, sum var sera illa farin. Vegurin er síðani [...] hesin parturin av Skálavegi nú er gjørdur heilt av nýggjum. Tað er tekniska toymið hjá Vágs kommunu, undir leiðslu av Hera Silvurdal, arbeiðsformanni, sum hevur staðið fyri arbeiðinum – og er tað sjón fyri
hetta fer at roynast. Tað sigur Gunn Møller, verkfrøðingur hjá Landsverki. Landsverk er nú farin undir eitt nýtt tiltak í eini roynd at fáa bilførarar at taka fótin av speedaranum. Hetta nýggja tiltakið [...] tiltakið er at mála eina áminning niður á sjálvan vegin um at hámarksferðin er 80 kilometrar um tíman. Í hesum sambandi hevur Landsverk valt seks støð kring landið, har vegaskelti verða málaði niður á landsvegin [...] við Sørvágsvatni. Hetta tiltakið hjá Landsverki er ein partur av átakinum, sum stovnurin er farin undir, saman við Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Betri Trygging og Trygd, um at fáa bilførarar at koyra varligari
Heilsuskúlanum í Suðuroy, og nú er tað greitt, at eisini mentanarnevndin hjá Løgtinginum, tekur fult undir við hesum. Les eisini. Nýggjur skúli byrjar í Suðuroy næsta ár Í Mentanarnevndini sita Óluva Klettskarð [...] samgonguna, umframt Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsø fyri andstøðuna, og tey eru øll samd um at taka undir við ætlanini. Men tey eru kortini samd um, at heitið á útbúgvingini skal broytast. Landsstýrið hevur
Í Elduvík eru tey farin undir at reisa eitt minnismerki um Marmennilin. Marmennilin er eitt skapilsi, líkt fólki, sum livir á havsins botni og ger útróðrarmonnum mein við at taka agnið av onglunum og seta [...] num í verkætlanini at varðveita søgnina um Marmennilin. Sæunn L. Nolsøe, deildarstjóri, skrivaði undir stuðulsavtaluna vegna BankNordik saman við nevndini fyri verkætlanini, í Elduvík. - Vit eru fegin [...] , nú kann verða varðveitt, sigur Sæunn L. Nolsøe, deildarstjóri hjá BankNordik í Saltangará. Við hesum er helvtin av fíggingini av verkætlanini komin upp á pláss, sigur verkætlanarbólkurin. Tað er Hans
hevur verið, vænta vit, at seinasta skotið úr rundkoyringini undir havbotninum á Skálafjørðinum og niðan í Saltnes verður latið av í endanum av hesum árinum ella allar fyrst í komandi ári. Hetta merkir, sigur [...] skotið latið av í Eysturoyartunlinum. Tá verður opið heilt av Strondum og Saltnesi til rundkoyringina undir Skálafirði og haðani yvir á Hvítanes. - Í løtuni eru umleið 500 metrar millum boringina móti Saltnesi