BankNordik mælir til alment tunnilsfelag

- Tað verður eingin trupulleiki at fáa bíliga fígging, um allir undirsjóvartunnlar verða lagdir í sama felag, ljóðar metingin úr BankNordik.

- Tað verður eingin trupulleiki at fáa bíliga fígging, um allir undirsjóvartunnlar verða lagdir í sama felag, ljóðar metingin úr BankNordik.

 

Størsti peningastovnur í landinum hevur í fleiri ár víst áhuga fyri Skálafjarðartunnlinum.

 

- Í Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum hevur landið tvey áhugaverd aktiv, sum kunnu brúkast sum grundarlag undir Skálafjarðartunnlinum. Bókaða eginognin í Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum er 400 milliónir krónur, og hesir pengar eru eitt gott fundament undir víðari lántøku, sigur Niels Juel Arge, leiðari á Corporate Finans deildini í BankNordik.

 

Niels Juel Arge vísir á, at kostar Skálafjarðartunnilin millum 1,1 og 1,2 milliard krónur, so er solvensurin í einum almennum tunnilsfelag okkurt um ein triðing. Og tað er eitt gott útgangsstøði fyri at fáa bílig lán.

 

- Hevði landsstýrið til dømis biðið okkum um at útvega fíggingina til Skálafjarðartunnilin eftir hesum leistinum, so høvdu vit gjørt tað. Tað hevði verið ein góð sak at arbeitt við, sigur Niels Juel Arge avgjørdur.

 

Talan er ikki um, at BankNordik einsamallur skuldi veitt fíggingina til Skálafjarðartunnilin. Men bankin bjóðar sær til at útvega fíggingina fyri landsstýrið gjøgnum sínar samstarvspartnarar.

 

Les meira um málið í Sosialinum í dag. Eisini er meira at frætta í tíðindunum á Rás2.