Taka fult undir við at stovna nýggja útbúgving í Suðuroy

Men tey vilja hava navnið á útbúgvingini broytt

Ætlanin hjá samgonguni at stovna eina nýggja útbúgving í Suðuroy, er nú komin eitt eitt stórt stig fram á leið.

 

Nakað fyri jól legði landsstýriskvinnan í undirvísingarmálum eitt uppskot fyri Løgtingið um at stovna eina útbúgving fyri pedagogisk hjálparfólk á stovn á Heilsuskúlanum í Suðuroy, og nú er tað greitt, at eisini mentanarnevndin hjá Løgtinginum, tekur fult undir við hesum. 

 

 

Les eisini. Nýggjur skúli byrjar í Suðuroy næsta ár

 

 

Í Mentanarnevndini sita Óluva Klettskarð, Katrin Kallsberg, Rigmor Dam, Kristianna W. Poulsen og Bjarni Kárason Petersen fyri samgonguna, umframt Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsø fyri andstøðuna, og tey eru øll samd um at taka undir við ætlanini.

 

Men tey eru kortini samd um, at heitið á útbúgvingini skal broytast. Landsstýrið hevur kallað útbúgvingina fyri námshjálparaútbúgvingin, men tey í Mentanarnevndini vilja hava hetta broytt til at útbúgvingin skal eita námsfrøðiliga hjálparaútbúgvingin. Og fyrstu næmingarnir sleppa inn longu í heyst.

 

Mentanarnevndin hjá Løgtinginum vísir á, at endamálið við útbúgvingini er at styrkja tað námsfrøðiliga arbeiðið, umframt at geva fólki tilboð um eina styttri, førleikagevandi útbúgving. Endamálið er eisini at hava eitt útbúgvingartilboð uttan fyri mistaðarøkið.

 

– Við hesi útbúgving fáa ófaklærd hjálparfólk, og onnur, møguleika at førleikamenna seg og at taka eina útbúgving á námsfrøðiliga økinum.