Nýggj roynd skal fáa bilførarar at koyra varligari

Landsverk hevur valt seks støð, har bilar ofta koyra ov skjótt, og har nógv ferðsluóhhapp eru

 

Vit eru spent upp á, hvussu hetta fer at roynast. Tað sigur Gunn Møller, verkfrøðingur hjá Landsverki. 

Landsverk er nú farin undir eitt nýtt tiltak í eini roynd at fáa bilførarar at taka fótin av speedaranum.

Hetta nýggja tiltakið er at mála eina áminning niður á sjálvan vegin um at hámarksferðin er 80 kilometrar um tíman.

Í hesum sambandi hevur Landsverk valt seks støð kring landið, har vegaskelti verða málaði niður á landsvegin.

Støðini eru vald eftir, hvar bilar vanliga koyra ov skjótt, og har lutfalsliga nógv ferðsluóhapp.

– Við Áir koyra 66 prosent av øllum bilunum minst 80 kilometrar um tíman, ella og skjótari og tað er bara eitt dømi um eitt vegastrekki, har bilar koyra skjótt, og har tað henda nógv óhapp.

Hini støðini eru Hovsvegurin, vegastrekki í Kollafirði í sambandi við tunnilin, vegurin Millum Fjarða, vegurin á Kambsdali og vegurin fram við Sørvágsvatni.

Hetta tiltakið hjá Landsverki er ein partur av átakinum, sum stovnurin er farin undir, saman við Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Betri Trygging og Trygd, um at fáa bilførarar at koyra varligari.

Og Landsverk sigur, at fer nýggja slagið av vegaskeltum at roynast væl, er ikki óhugsandi, at tey fara at verða ein vanlig sjón á landsvegunum.