Á tingfundinum í dag fer løgtingið undir fyrstu viðgerð av uppskotinum hjá løgmanni um at játta 6,5 milliónir krónur til at umvæla Stokkastovuna í Tinganesi.
Hetta arbeiðið er partur av eini størri ætlan um at umvæla allar teir gomlu bygningarnar, sum landsstýrið eigur í Tinganesi.
Seinastu árini eru játtaðar 300.000 krónur um árið til hesar umvælingar, men tað røkkur ongan veg, verður sagt, og tí má ein nógv størri játtan til fyri – sum í hesum føri – at bjarga Stokkastovuni, verður sagt.
Stokkastovan hevur higartil bara verið brúkt sum goymsla. Har eru eingi vindeygu og eingin hiti
– Tað hevur higartil ikki verið møguligt at fáa undirtøku fyri eini verklagslóg fyri alt Tinganes. Tískil verður nú skotið upp at gera eina verklagslóg fyri Stokkastovuna. Tað ber ikki til at fara undir at umvæla Stokkastovuna uttan so, at arbeiðið er tryggjað fíggjarliga, soleiðis at arbeiðið kann fremjast uttan steðg, sigur løgmaður í viðmerkingunum til uppskotið.
Ætlanin er at játta peningin soleiðis næstu fýra árini:
2014: Mett upphædd 300.000 krónur
2015: Mett upphædd 2.000.000 krónur
2016: Mett upphædd 3.000.000 krónur
2017: Mett upphædd 1.200.000 krónur
Tilsamans mett upphædd 6.500.000 krónur.
Lesið eisini: Stokkastovan umvælast fyri 6,5 milliónir










