Ráðgevandi stovnurin undir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum má tí aftur í ár tala fyri deyvum oyrum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, mælir til at áseta sama dagatal næsta fiskiár sum í ár.
Hetta, hóast Havstovan í sínum tilmæli millum annað skrivar soleiðis:
"Støðan í hýsu- og toskastovnunum er hættislig, stovnarnir seinastu árini hava verið søguliga lítlir, og tað hevur álvarsligar avleiðingar við sær fyri bæði vinnu og samfelag. Sigast kann, at stovnarnir eru í eini undantaksstøðu, og neyðugt er við ógvusligum tiltøkum, so at teir kunnu koma fyri seg aftur. Hinvegin er upsastovnurin hampuliga væl fyri, hóast smávegis tillagingar í veiðutrýstinum eiga at verða gjørdar."
Tí mælir Havstovan til, at dagatalið hjá skipabólkunum, sum serliga fiska tosk og hýsu, verður skorið 30 prosent í mun til dagatalið í verandi fiskiári.
Og eisini mælir Havstovan til, at dagatalið hjá teimum, sum serliga fiska upsa, verður skorið 10 prosent í mun til dagatalið í ár.
Hinvegin mælir Fiskidaganevndin, ið eru umboðini hjá vinnuni, til sama fiskidagatal komandi fiskiár.
Og hesum tilmæli ætlar landsstýrismaðurin sær at fylgja. Tað ger hann greitt, nú lógaruppskotið, ið ásetir fiskidagarnar fyri fiskiárið, ið byrjar 1. september, er borið í løgtingið.
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra, hví Jacob Vestergaard mælir til sama fiskidagatal næsta ár.