skoraði hann 12 mál og 10 upplegg. Manchester City hevur gjørt skjótt av og funnið avloysara fyri Ilkay Gündogan, Aymeric Laporte og Riyad Mahrez. Inn eru komnir Mateo Kovacic, Josko Gvardiol og nú Jérémy Doku [...] selt Riyad Mahrez til Saudiarabia og Jeremy Doku verður sæddur sum avloysarin hjá honum. Partarnir hava gjørt sáttmála fram til summar 2028. Jeremy Doku er 21 ára gamal og hevur spælt 92 dystir fyri Rennes
aðalfund og Georges Rouah er afturvaldur sum formaður. Tey, sum stóðu fyri afturvali, vóru Hjalti Lundsbjerg, Marta S. Thomsen, Annika Breiðaskarð og Georges Rouah sum nevndarlimir, og Linda Joensen og Fríði [...] ynsktu at taka við afturvali. Harumframt bjóðaði Rói Dalsá Olsen seg fram at stilla upp til nevndina. Øll uppstillaði vóru vald og einmælt samtykt, skrivar ÍF. Starvsnevndin hevur skipað seg soleiðis: [...] ungdómsnevnd vald, har ein nýggjur limur varð valdur inn. Kunning um, hvussu ungdómsnevdin er mannað og skipað, kemur seinni, skrivar ÍF.
umrødd, og samskipari og skrivari hjá bólkinum er Janus Haraldsen, løgfrøðingur hjá Kommunufelagnum. - Umframt kunning um tað, sum er farið fram síðan seinasta fundin, var havnastongsulin uppi og vendi hesaferð [...] vitjan hjá Runavíkar havn og Runavíkar kommunu. - Samstarvið millum havnirnar er gamalt. Áður var tað skipað í egnum felagsskapi, og hesi seinnu árini hava havnirnar samskift og samvirkað í einum undirbólki [...] fór at vera onkustaðni millum 10% og 20% av ferðsluni, sum var fyri stongsulin. Í Runavíkar kommunu siga tey, at fundurin í gjár varð hildin í býráðssalinum í Saltangará og borgarstjórin í Runavíkar kommunu
klokkan 16:00, og fer Kinna Poulsen at røða. Eisini verður tónleikur og lættari ábit umframt at tað er møguligt at hitta listakvinnuna. Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 24. september
ganga um eina viku á heimavølli. KÍ var meiri á bóltinum, og klaksvíkingar vóru róligir og vístu, at teir eiga nógvar altjóða royndir og vita fult og heilt, hvat tað snýr seg um. Sjey minuttir vóru farnir [...] spælarunum og í fínum fótbóltslíkindum 119 ára føðingardag á Tórsvølli. Tað endaði 1-1, og tað er einki at siga til, at tey í heimaleguni iðra seg. Patrick da Silva legði tíðliga í 2. Hálvleiki og við fínum [...] Odmar Færø, sum var eyðsýndur bæði í miðverjuni, og tá ið hann bjóðaði seg fram í álopsspælinum, átti fínu framleggingina úr høgru. Frá fyrsta bríksli og í ein tíma var KÍ greitt omaná. Mótstøðumenninir
um staðbundnu nevndina og býráðið - at tíðin er komin til eina eftirmeting, og hevur boðið umboðum fyri kommununa á sokallaðan borgarafund. - Í fyrsta lagi eru umboð fyri býráðið og umsitingina upptikin [...] verða fyrireikaðir av staðbundnu nevndunum og býráðnum eftir fastari skipan og neyvari skrá. - Áhugabólkurin hevur gjørt eina skrá til fundin tann 29. august, og innihaldið er stórt sæð tað sama, sum á [...] við yvirtøkuni av økinum og so er klárt at fara undir arbeiðið. Býráðið samtykti málið í juni og umsókn er farin til Búnaðarstovuna um lendið. - Eitt annað mál, sum var uppi og vendi í apríl, var heita
Mohamed Salah, Roberto Firmino og Sadio Mané mettir at verða ein av heimsins bestu trýkleyvara í altjóða fótbólti, tá hesir ráddu fyri borgum í Liverpool. Nú hava bæði Sadio Mané og Roberto Firmino skift tilveruna [...] vil hava toppskjúttan hjá Liverpool og er til reiðar at brúka nógvra pengar, fyri at fáa skiftið upp á pláss. Bæði fyri at keypa Mohamed Salah leysan úr Liverpool, og í løn til egyptaran. Tað skal sambært [...] søguna niður. Mohamed Salah hevur tvey ár eftir av sáttmálanum við Liverpool og mest sannlíkt er, at spælarin fyribils heldur fram í Liverpool í minsta lagi í eitt ár afturat. Skuldi Mohamed Salah skift til
vørruni og vísa blá merkir á fleiri støðum á kroppinum. Eisini var eitt stutt sjónbandabrot, har hon bløðir úr vørruni, og eitt ljóðbrot, har Mason Greenwood eftir øllum at døma er aggresivur og ikki vil [...] við meg” Manchester United gjørdi skjótt av, og bannaði Mason Greenwood frá venjing og dysti fyribils, meðan spælarar sum Cristiano Ronaldo, David De Gea og Paul Pogba valdu Mason Greenwood frá á sosialu [...] neyðtøku og harðskap tíðliga í 2022. Síðani hevur hann sitið uttanfyri. Manchester United hevur gjørt eina innanhýsis greining av hendingini. Niðurstøðan er, at allur sannleikin ikki kom fram alment, men
upplýsingar og kannar, hvat vísindini hava at siga um uppáhaldini, sum verða borin fram, og samstundis fær hyggjarin ráð um at liva heilsubetri. Talan er um seks partar um, hví vit eldast, og hví nøkur okkara [...] sendingini, og so er sjónvarpsliðið hjá BBC við til venjing á Eysturvølli í Havn og til kanningar á Landssjúkrahúsinum. ##med3## Sendingin “Secrets of the Superagers” er sett á skrá í Avstralia nú og verður [...] upp í árini. Hvør partur er 50 minuttir til longdar, og annar partur er um granskingarverkætlanina hjá Magna Mohr, sum upprunaliga fekk heitið Svim og Spæl (SOS). Talan er um verkætlan, sum fór av bakkastokki
forvitni, og eldhuga fyri at læra og miðla vitan. Endamálið er at lýsa gransking í Føroyum, umframt at lýsa ymisku møguleikarnar fyri at nema sær náttúruvísindarliga útbúgving og starv, bæði heima og í útlegd [...] miðla tí gransking sum fer fram í løtuni, umframt áhugaverda og týdningarmikla gransking sum longu er framd. Ynski okkara er at verða ein miðil, ið ger tað lættari fyri ein og hvønn FORVITNISKNOKK, at fáa [...] gransking.fo. Tað eru Annetta C. Eidesgaard, MSc. í biokemi, og Durita Granada Thomassen, bioanalytikaralesandi, sum hava tikið stig til poddvarpið og eru vertir. Higartil eru 4 partar komnir. Tær siga soleiðis