ÍF hevur havt aðalfund og Georges Rouah er afturvaldur sum formaður. Tey, sum stóðu fyri afturvali, vóru Hjalti Lundsbjerg, Marta S. Thomsen, Annika Breiðaskarð og Georges Rouah sum nevndarlimir, og Linda Joensen og Fríði Reinert Petersen sum tiltakslimir.
- Tað gleðiliga í hesum er, at øll - undantikið Annika - ynsktu at taka við afturvali. Harumframt bjóðaði Rói Dalsá Olsen seg fram at stilla upp til nevndina. Øll uppstillaði vóru vald og einmælt samtykt, skrivar ÍF.
Starvsnevndin hevur skipað seg soleiðis:
Georges Rouah - formaður
Hjalti Lundsbjerg - næstformaður
Høgni Á Lakjuni - kassameistari
Marta Thomsen - skrivari
Rói Dalsá Olsen - nevndarlimur
- ÍF vil við hesum takka Anniku hjartaliga fyri hennara íkast tey seinastu tvey árini. Eisini var ungdómsnevnd vald, har ein nýggjur limur varð valdur inn. Kunning um, hvussu ungdómsnevdin er mannað og skipað, kemur seinni, skrivar ÍF.