Føðingardagurin var heilt góður í meiri enn ein tíma

KÍ var leingi leikliga greitt omaná, men heldur enn at vinna úrtøku og skora til 2-0, so var tað mótstøðuliðið, sum javnaði

Stívliga 3400 áskoðarar hildu saman við KÍ spælarunum og í fínum fótbóltslíkindum 119 ára føðingardag á Tórsvølli.

 

Tað endaði 1-1, og tað er einki at siga til, at tey í heimaleguni iðra seg. Patrick da Silva legði tíðliga í 2. Hálvleiki og við fínum stútara KÍ á odda 1-0. Odmar Færø, sum var eyðsýndur bæði í miðverjuni, og tá ið hann bjóðaði seg fram í álopsspælinum, átti fínu framleggingina úr høgru.

 

Frá fyrsta bríksli og í ein tíma var KÍ greitt omaná. Mótstøðumenninir úr Sheriff kendust ikki heilt álvuligir við støðuna, og tað sá út til, at teir vóru ikki serliga áhugaðir í at leypa á, men at tað heldur snúði seg um at hava nógv fólk aftanfyri bóltin við tí í huga, at tað man fara at ganga um eina viku á heimavølli.

 

KÍ var meiri á bóltinum, og klaksvíkingar vóru róligir og vístu, at teir eiga nógvar altjóða royndir og vita fult og heilt, hvat tað snýr seg um.

 

Sjey minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tá ið KÍ legði seg á odda, og løtu seinni var møguleikin risastórur at økja um leiðsluna. Aftur var tað Odmar Færø, sum átti framleggingina úr høgru, og mitt fyri málinum var Jákup B. Andreasen púra leysur, tá ið hann úr sjey metrum og við høvdinum sendi bóltin ímóti málinum. Men málverjin bjargaði framúr væl, og so var tað, at mótstøðuliðið eitt lítið korter undan leikloki javnaði.

 

Akkurát, tá ið teir javnaðu, var einasta ferðin, at moldovarnir vóru fyri opnum máli. Næstu løtuna vóru teir leikliga omaná, og tað vóru spentar støður í og kring KÍ brotsteigin, men tað var ongantíð soleiðis, at KÍ málverjin noyddist at vísa, hvussu stinnur hann er.

 

-Vit áttu at havt vunnið. Vit spældu væl og myndaðu møguleikar í seinna hálvleiki. Vit mistu takið, tá ið vit høvdu skorað, og tað er spell, at vit ikki øktu um leiðsluna, sigur ein av heilt stinnu KÍ spælarunum, Odmar Færø, í samrøðu við Kringvarpið.

 

Og Magne Hoseth, KÍ venjarin, var nøgdur við avrikið hjá sínum monnum.

 

-Hetta var enn einaferð stórt altjóða avrik av okkara monnum, hóast tað í kvøld ikki eydnaðist so væl at vinna okkum til heilt upplagdar málmøguleikar. Tá ið eg sá, hvørjir tað vóru, sum mannaðu liðið hjá teimum, so kom tað ikki óvart á meg, at vit høvdu bóltin so nógv, sum vit høvdu. Teir høvdu tveir fínar álopsspælarar, og so vóru hinir verjukendir. Nú livir dysturin, og eg haldi, at vit sum undanfarnu ferðirnar eiga góða møguleika á útivølli, sigur KÍ venjarin.

 

KÍ – Sheriff 1-1 (0-0)

 

1-0: Patrick da Silva 52.

 

1-1: Ngom Mbekeli 73.