Listaframsýningin “Skjótt, tó ikki seint” - við Hansinu Iversen letur upp í Gamla Seglhúsinum leygardagin tann 26. august.
Fernisering verður leygardagin tann 26. august 2023 klokkan 16:00, og fer Kinna Poulsen at røða.
Eisini verður tónleikur og lættari ábit umframt at tað er møguligt at hitta listakvinnuna.
Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 24. september 2023.
Hjartaliga vælkomin.