Gjáramorgunin vóru umboð fyri tær størru havnirnar í landinum á vitjan hjá Runavíkar havn og Runavíkar kommunu.
- Samstarvið millum havnirnar er gamalt. Áður var tað skipað í egnum felagsskapi, og hesi seinnu árini hava havnirnar samskift og samvirkað í einum undirbólki hjá Kommunufelagnum. Bólkurin gongur undir heitinum Havnarnetverkið.
Í Runavíkar kommunu halda tey, at hóast havnirnar annars eru í kapping við hvørja aðra, so eru tað mong viðurskifti, sum eru felags fyri tær allar. Nakrir fundir verða hildnir um árið, har hesi vera umrødd, og samskipari og skrivari hjá bólkinum er Janus Haraldsen, løgfrøðingur hjá Kommunufelagnum.
- Umframt kunning um tað, sum er farið fram síðan seinasta fundin, var havnastongsulin uppi og vendi hesaferð. Havnirnar vóru á fundi við uttanríkisráðið, áðrenn stongsulin varð settur í verk, og týðandi er, at havnirnar skipa seg eftir einum felags leisti samsvarandi ásetingunum hesum viðvíkjandi.
Lagt verður aftrat, at á fundinum hjá Havnarnetverkinum, meðan vitjað varð í Runavíkar kommunu, vóru ymisk viðurskifti umrødd.
- Eitt nú, hvussu samskift verður við Vørn, uttanríkisráð og umboðsfeløg, tá umbønir koma frá russiskum skipum um bryggjupláss í Føroyum. Hóast heimild er til at umskipa veiðina úr umbýtiskvotunum - tað, sum russar veiða í føroyskum sjógvi - so var metingin á fundinum út frá royndunum higartil, at hendan ferðsla í mesta lagi fór at vera onkustaðni millum 10% og 20% av ferðsluni, sum var fyri stongsulin.
Í Runavíkar kommunu siga tey, at fundurin í gjár varð hildin í býráðssalinum í Saltangará og borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, greiddi eftir umbøn gestunum frá Runavíkar havn og Runavíkar kommunu. Eftir hetta fingu gestirnir ein bita á Hotel Runavík.











