Síðst í apríl í ár møttu kollfirðingar vælupplagdir til borgarafund. Nógv spennandi mál vóru til viðgerðar. Nú heldur ein áhugabólkur - uttan um staðbundnu nevndina og býráðið - at tíðin er komin til eina eftirmeting, og hevur boðið umboðum fyri kommununa á sokallaðan borgarafund.
- Í fyrsta lagi eru umboð fyri býráðið og umsitingina upptikin á avtalaðum fundi í Nólsoy hetta kvøldið, fundurin er lýstur at verða, í øðrum lagi er tað soleiðis, at kommunalu borgarafundirnir skulu verða fyrireikaðir av staðbundnu nevndunum og býráðnum eftir fastari skipan og neyvari skrá.
- Áhugabólkurin hevur gjørt eina skrá til fundin tann 29. august, og innihaldið er stórt sæð tað sama, sum á borgarafundinum síðst í apríl.
- Spurt verður um útstykkingar. Har er tað í stuttum soleiðis, at á Hamrabøi er ein triðingur bygdur, ein triðingur er ávegis, meðan ein triðingur framvegis er óbygdur.
- Men síðan borgarafundin hevur kommunan gjørt eina stóra bústaðarætlan aftrat á Signabø við 18 grundstykkjum. Her eru í løtuni samráðingar við entreprenørar. Stykkini verða lýst til sølu og so veldst um undirtøkuna. Tilboðsfreistin uppá arbeiðið er sett til 1. november.
- Hetta er eitt stykki á Signabø, sum Betri eigur, men hugsanin er eisini at stykkja út eftir sama leisti á stykkinum, sum kommunan longu eigur á Lygnesi, sum ikki enn hevur verið áhugi fyri at útstykkja.
Umframt eru vit farin í gongd við at gera eina heildarætlan fyri miðøkið í Kollafirði, har tøtt bygging kann fara fram, so vit fáa skapt ein veruligan miðbý, sum ung sum eldri fara at trívast í. Talan verður um bygging, ið ikki krevur størri grundstykki.
- Eitt annað mál á skránni var eldradepilin. Har er samtykt at fylgja ynskjunum hjá kollfirðingum um at leggja depilin á Todnesi. Arbeitt verður í løtuni við yvirtøkuni av økinum og so er klárt at fara undir arbeiðið. Býráðið samtykti málið í juni og umsókn er farin til Búnaðarstovuna um lendið.
- Eitt annað mál, sum var uppi og vendi í apríl, var heita vatnið í Kollafirði. Her er einasti trupulleiki eftir at loysa rætturin at gagnnýta vatnið. Málið er nú avgreitt í løgtinginum, og vit vóna at fáa grønt ljós skjótast, so farast kann undir at brúka vatnið til upphiting av kommunalum bygningum í Kollafirði.
- Í sambandi við barnastovnarnar vístu vit á, at hóast nevndu neiligu demografisku gongdina í Kollafirði, so eru stovnarnir við at bresta av børnum. Og har er málið í stuttum tað, at kommunan hevur bjóðað út byggingina av nýggjum frítíðarskúla í Kollafirði, tilboðini koma inn hálvan september til støðutakan.
- Kommunan arbeiðir av øllum alvi við at betra um viðurskiftini í Kollafirði og er í gongd við øll tey mál, sum vóru frammi á borgarafundinum. Tí er kanska rætt, at kommunan sleppur at gera arbeiðini liðug, áðrenn vit taka ein skipaðan borgarfund aftur, sum staðbundna nevndin fyriskipar saman við býráðnum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.