løgnan hátt lutvíst fær vart síni úttalilisi í SvF. Men hetta notatið verður kortini beinanvegin alment í bløðunum brúkt sum javnstillað og gildug fundarfrásøgn. Í hesum notati verður sagt, at ?Heðin Mortensen [...] hvussu hann við bara einum orði klárar at reingja niðurstøðuna av fundinum í Uttanlandsnevndini. Í Dimmu skrivar hann, at hann í SvF vísti á, at nevndin bað løgmann venda sær til danir og Nato, at løgmaður [...] Næstform. í uttanlandsnevndini ? Men ger tað á rættan hátt og gjøgnum teir stovnar og tær ráðharrastovur, sum sambært løgmanni sjálvum umsita hetta mál, sigur Heðin Mortensen, næstformaður í Uttanlandsnevndini
uppboði í Skotlandi, og hevur ført hann til Klaksvíkar at arbeiða á flakavirkinum. Talan er um góð 52 tons av upsa, sum eru keypt á uppboði í Aberdeen, í Peter Head og Scrabster. Hetta er fingið í lag í samstarvið [...] Páll Joensen, stjóra á Kósavirkinum beint fyri miðdag í gjár... Klaksvíkingar hava aftur gingið nýggjar leiðir í føroyskari fiskivinnu. Og á miðdegi í gjár sá fyribils út til, at henda nýggja royndin hevur [...] Joensen ikki fyri, at hann sær møguleikar í hesum. ? Men í løtuni vita vit ikki, hvat tað endar við ? Men leggur tað nakað eftir seg til virkið, ivast hann ikki í, at hesin møguleikin fer at verða brúktur
misbrúkt. Vit mugu eisini vita, um tað eru pengar uppi í - og eisini vita, hvør fær patent upp á hesar upplýsingar okkara, sigur Bjarni Bæk. Dómprósturin ivast í, um tað bara er idealisma uppí, tá tað er ein [...] Bjarna Bæk, dómprósti, sum soleiðis tekur undir við øllum tí, sum Marjun Bæk, sóknarprestur í Kvívík bar fram í sjónvarpssendingini Krosskast mikukvøldið. Marjun Bæk mælti politikarunum frá at játta pengar [...] krevjandi, sigur Bjarni Bæk. Dómpróstur vísir annars á, at kirkjan sum stovnur ikki leggur seg út í tað etiska í hesum málið - um tað er rætt við slíkari gransking, ella ikki, tí prestarnir kunnu jú hava so
Hevur tú eina »søta« tonn, so gerst tú svangur tá tú hyggur inn í básin hjá Damfar. Har er alskyns góðgæti í pakningum, sum eru so litfagrir at ein hevur hug at eta pakningin eisini. Vit fingu eitt prát [...] fyrsta messan av sínum slag her heima, so tað er torført at siga nakað um frammanundan, men vit kunnu í hvussu er rokna við at fólk fáa gjørt burturav sær, sigur Fróði Olsen. Men Vørumessan hevur ikki bert [...] haldast við líka. ? Hetta er eitt sera gott høvi at tosa við starvsfelagarnar. Her eru nógvir her uppi og vit hugna okkum við einum kaffikoppi og fáa eitt gott prát, sigur Fróði. Men hann leggur dent á
aðrastaðni í stóru og rúmligu framleiðsluhøllini stendur ein annar maður og arbeiðir: Oddur Hentze. Oddur er upprunliga ættaður úr Skopun, men hevur búð í Havn í mong ár. Hann hevur arbeitt her á Vónini í samanlagt [...] samanlagt 1 1/2 ár tey seinastu árini. Nú hevur hann verið her í eitt hálvt ár út í eitt. Fríggjadagin vóru hann og nakrir av hinum netamonnunum í ferð við at gera tað, teir kalla fyri eina "rist-sektión", [...] uppá millimeturin, ella verður alt koyrt uppaftur, sigur Oddur. Eitt gott arbeiðspláss Í løtuni arbeiða einir 18 mans í øllum aldrum á virkinum. Og líkt er til, at arbeiðshuginum bilar einki. Tað skilst tó
verður betri orðað í uppskotinum. -Eg veit væl, at nógv av hesum fer at verða við í treytunum í sambandi við útbjóðing, men spurningurin er, um vit ikki skulu geva hesi fyrstu signalini í lógini, um at hetta [...] stórt arbeiði í hetta. Hann fegnaðist eisini um, at tað í lógini verður tikin hædd fyri, at tað í mest møguligan mun verður føroysk arbeiðsmegi, ið talan verður um. Politisk semja -Vit í javnaðarflokkinum [...] eindømi ella í hvussu so er sera rár hending í tingini, so vóru tingmenn úr øllum flokkum samdir um, at hetta uppskotið var væl gjøgnumarbeitt og vildu tí geva tí eina positiva og góða viðgerð í nevnd. Sosialurin
lækkað við umleið 70 prosentum. Í 1993 vórðu útgoldnar um 250 mió. krónur úr ALS. Í 1998 var hetta talið komið niður á 75 mió. krónur. Í sama tíðarskeiði er útgjaldið í fiskavirkisskipanini fallið við [...] við umleið 30 prosentum. Okkurt ári hevur útgjaldið verið uppi á 30 mió krónum í fiskavirkisskipanini. Í ár væntar stjórin, at tað fer at liggja á uml. 20 mió. krónum. Sama tíðarskeið er tað »vanliga« ar [...] greið yvir, at í allarflestu førum verður skipanin brúkt á rættan hátt, sigur stjórin á Arbeiðsloysisskipanini, Allan Skaalum. Leiðslan fyri ALS hevur, saman við stýrinum fyri stovnin, í longri tíð arbeitt
granskað kelduna. Hann hevði m.a. mált hitan í kelduni. Hitin í sjálvari kelduni máldi hann til 19,8°, meðan hitin í aðrari á var 7,5°. Hetta gjørdi hann í 1821. Tað var ein tíð, har hildið varð uppat [...] lið. Tey tóku upp í lógvan og drukku heilsubót, so tváaðu tey andlit og hond og bróst og fót. Latum okkum halda fram við hesum at fara út í náttúruna og njóta hana í góðum vinalag ? í góðum anda, soleiði [...] Djurhuus vísir í síni yrking eisini á tann sosiala týdningin tað hevði at koma saman út í náttúruni tá hann sigur soleiðis: Har kendist høgt at lofti og langt á óndskaps mið. Fró sótu tey hjá keldu í semju lið
, tá hann í januar 1993 keypti egnan bát, línubátin Ågot, sum er uppkallaður eftir mammu hansara. - Eg gekk við Oliviu, tá hann gjørdi av at keypa bátin, og eg átti hana í desember í 1992 í Havn. Og eg [...] Eyðstein og Hjaltur Poulsen, tá teir í útvarpinum og sjónvarpinum greiddu frá, hvat var hent umborð á Ågot dagin fyri sjálvan Allahalgannadag í 1999. Mong drýptu høvur í samkenslu við Simonu og øll teimum [...] yngru, men tó so minnist Petur, sum í dag er 7 ára gamal framvegis pápan væl. Tað heldur Simona kemst av, at tey práta so nógv um hann. Lítli beiggin í húsinum, tann í dag 4 ára gamli Bárður, minnist ikka
gjørdi í 1997, tí nú vórðu ikki færri enn trý »føroysk« flutningsfeløg um marknaðin. Skipafelagið Føroyar, Eimskip og Smyril Line. Men so var ikki. Úrslitið var í veruleikanum ta beint øvugta, í hvussu [...] fyrr enn í seinna hálvári, sigur Árni Joensen. Og eftir øllum at døma er talan um munandi broytingar til tað betra. Stjórin á Skipafelagnum vil ikki siga, hvussu nógv betri úrslitið var í 1998 enn í 1997, [...] rakstrarhalli í 1997 er vent til eitt yvirskot og hóast Árni Joensen, stjóri, ikki vil upplýsa hvussu stórt avlopið er, so sigur hann so mikið sum, at teir eru nøgdir við 1998. ? Støðan hjá okkum í 1997 var