ár fram, er sannlíkt, at stovnurin fer niður um lívfrøðiliga lágmarkið upp á 2,5 mill. tons. Verandi avtala um fiskiskapin er grundað á, at veiðutrýstið er 0,15. Verður hildið fast við hetta, skuldi veiðan [...] Grundað á tilmæli frá ICES um at minka veiðuna frá 1,5 mió. til 1,2 mió. tons ella 20% samtyktu strandalondini, at heildarveiðan fyri 1998 ikki skal fara upp um 1,3 mió. tons. Hetta er ein niðurskurður uppá [...] heildarveiðu og býtið millum strandalondini. Hetta er í tráð við altjóða havrætt og samsvarar við ásetingarnar í ST-avtaluni um víða ferðandi fiskastovnar. Um eingin avtala hevði verið gjørd í Oslo hesaferð
Eftir at danska fólkatingið er samankomið fyrsta týsdag í oktober, og røða statsministarans hevur verið viðgjørd, var tað um reppið, at ministarin útskrivað fólkatingsval, men hetta bleiv av ongum, orsakað [...] fólkatingsformaðurin Erling Olsen er ein vnur av ríkisfelagsskapinum og eg veit, at hann hevur roynt at gera sína ávirkan galdandi, tíverri til fánýtis higartil. Tað er onki at frøast yvir, at tvørturímóti [...] . Tað stendur meira uppá spæl enn so í hesum máli og tí eiga allar góðar kreftir, fyrst og fremst teir, ið stovnsettu henda felagsskap, og vónandi aðrir, at sameinast um at finna ein fyri báðar partar
Spurningurin um, hvat íð kemur inn undir hesar ásetanir, og um nærri mark fyri tað friðaða øki verður at avgera av landsstyrinum eftir tilmæli frá tí í § 3 ummæltu nevnd. Nevndin sum her er talan um, er fornm [...] skemtiligu søguna, sum er nevnd omanfyri. Okkara tíð er ikki fátækari í so máta. Ímyndingarevnini finnast enn í fólki okkara. Ein dagin undirritaði hevði blaðstjóran á Sosialinum í telefonini um eitthvørt evni [...] Fyrispurningurin Fyrispurningurin, sum er settur landsstyrismanninum í mentamálum snyr seg um, hvørvítt Kirkjubømúrurin er friðaður eftir Løgtingslóg nr.19 frá 1948 um friðan av fornminnum og bygningum, ella
pum eftir sama leisti sum nú, er munandi dýrari enn ein økt tyrlutænasta. Um ráð er til undirsjóvartunnil skal eg lata standa opið. Tosa vit um nýggjar ferjur er talan um 50 til 100 mill. kr. pr. stk. [...] fyri at loysa er meira umfatandi, enn, at tað verður loyst við hissini verkætlanum lokalt og politiskt. Í fyrsta lagi er talan um eitt broytt farmaflutningsmynstur innanoyggja, í øðrum lagi um eina økta [...] Kunoyar í ørindum kann hetta við verandi sambandi taka 3 dagar. Tað verður tosað nógv um útjaðaraøki og búsetingarmynstur. Sum er, er veruleikin at alt uttanfyri miðstaðarøkið er uttanfyri kappingarført
kuldin, támi, sum tíðum tók landkenni frá eygunum, var burtur, havnin var nádd. Mær er sagt um ein stað handan támið, tað er um henda stað Alla halganna dagur vísur okkum á, øll tey, sum settu kós her í lívinum [...] siga, er gamalt orðatak, og tað hava vit tíverri eisini sannað í okkara tíð. Jesus fylgi tær, er ein gomul heilsan, sum teir flestu fingu við sær á leiðini og mundi hendan heilsan vera dýrabarari enn tað [...] Nú um dagarnar hoyrdu vit um ein norskan fraktbát, sum gekk burtur í New Foundlandi. Ein maður, sum hevði flotið 20 tímar í sjónum, var ímillum teir, sum bjargaðust. Jú, hendingarnar eru nógvar, sum søgan
Tað er í mínari verð eingin ivi um at partarnir vita hvat teir hava gjørt avtalu um, men at landsstýrið nú liggur í buktini fyri at fáa semjuna setta í verk. Tað eigur ikki at koma TKST aftur um brekku [...] »einmælt« samtykt at slíta sambandið við kommunala felagið, so er tað einki minni enn at renna undan ábyrgdini fyri gjørdar gerðir. Tí er hetta ein áheitan á býráðið at vísa seg sum rættar menn og kvinnur [...] føra semjuna út í lívið. Tað er nevniliga soleiðis, at tveir partar hava gjørt eina avtalu, sum skal haldast og hevur Tórshavnar býráð ein trupuleika við Landsstýrið, so er tað ikki høvuðpínan hjá kommunala
eru stak væl nøgdir nú. Hetta hevur givið okkum tað skotbráið, vit hava biðið um alla tíðina, sigur Johannes Klein, bygdaráðsformaður í Miðvági. Hann sigur, at hetta hetta er eitt úrslit av tolni, treiskni [...] fingið eitt skotbráð út í februar, kanska mars, komandi ár. Hetta gevur okkum tað, skotbráið, vit hava biðið um. Vit hava all tíðina tvíhildið um, at tað var heilt órímiligt at lata virkið aftur uppá nakrar [...] at nú er lagið betri á vágafólki. Tí fyribils verður flakavirkið í Miðvági ikki stongt, sum upprunaliga ætlað. Fiskavirking boðaði herfyri frá, at ætlanin varð at lata virkið í Miðvági aftur. Hetta loypti
skerjingar, ið gjørdar verða, um Heimarøktin ikki fær meira pening. Avvarðandi mugu streingja á - Vit kunnu ikki annað enn vísa teimum avvarðandi á, at um politsiki myndugleikin ikki er sinnaður at standa við [...] Tað er heilt meiningsleyst, um ikki skal gerast reint hjá teimum gomlu, serliga tá hugsað verður um, hvussu strong krøvini til reingerð eru á røktarheimunum. Mugu sleppa upp - Tosað verður eisini um, at [...] r eru skelkaðir av tíðindunum fyrr í vikuni um, at Heimarøktini vantar 4 mió. krónur til restina av árini. Og nú er komið fram, at rætta upphæddin helst er seks milliónur krónur. Heilt óvart kemur tað
vóru 14 ára gamlir. Hóast Vígdis Højgaard bert er 63 ára gomul, so hevur hon valt at fara frá. Orsøkin er, at maðurin Jógvan Jallur Højgaard, lærari, eisini er givin at arbeiða. Tey hava búð í Havn, men hava [...] tað er ógvuliga trongligt, sigur Vígdis. Alt, sum verður keypt inn á deildini, er skrásett í telduskipanini. Tað merkir, at tey á deildini altíð vita, hvørjar vørur eru á goymslu, og nær neyðugt er at bíleggja [...] síggja, hvat verður brúkt og hvussu nógv av hvørjum. - Vit kunnu tó ikki meta um, hvussu nógv virksemi er á ymsu deildunum, tí er neyðugt altíð eitt ávíst minstamark, hvussu lítið av hvørjari vørueind vit
og eitt nú fótbóltslandssliðið eigur neyvan dyggari stuðul enn hana. Trúføst er hon enn sum áður og hon enn hevur orðið í síni makt. Alt hetta og mangt annað ger, at øll, sum eru saman við Daniellu, gerast [...] ger tað til eina frægd at lurta eftir henni. Og hetta ger, at hon enn sum áður er tann, sum øll savnast um í einihvørju samkomu. Daniella kan bergtaka eina samkomu við sínum frásøgukynstri. Tann, ið hesar [...] varð væl og virðiliga røkt og hildið livandi. Daniella er farin um tey níti - framvegis líka andsfrísk, lívsglað og bjartskygd sum altíð. Altíð er hon við tí góða orðinum, altíð til reiðar at síggja tað