Sum skilst gjørdur partarnir í seinastu sáttmálasamráðingunum eina avtalu um at klinikkassistentarnir skulu lønast í 9. til 12. lønarflokk og at klinikkassistentarnir sum nú eru í starvi verða fluttir í 12. lønarflokki á tað aldurstig sum teir nú eru á. Í avtaluni stendur víðari, at advokatarnir senda bræv til landsstýrið hesum viðvíkjandi.
Tað er í mínari verð eingin ivi um at partarnir vita hvat teir hava gjørt avtalu um, men at landsstýrið nú liggur í buktini fyri at fáa semjuna setta í verk.
Tað eigur ikki at koma TKST aftur um brekku at býráðið ikki fær landsstýrið við uppá at føra semjuna út í lívið. Tað er nevniliga soleiðis, at tveir partar hava gjørt eina avtalu, sum skal haldast og hevur Tórshavnar býráð ein trupuleika við Landsstýrið, so er tað ikki høvuðpínan hjá kommunala felagnum.
Tá býráðið nú hevur »einmælt« samtykt at slíta sambandið við kommunala felagið, so er tað einki minni enn at renna undan ábyrgdini fyri gjørdar gerðir.
Tí er hetta ein áheitan á býráðið at vísa seg sum rættar menn og kvinnur við at føra semjuna við kommunala felagið út í lívið. Stríðið við landsstýrið kunnu tit halda kommunala felagið og klinikkassistentarnar uttanfyri.
Men er tað annars so, at býráðið ikki kann gera avtalur uttan at landsstýrið skal verða uppí í leikinum, so má býráðið annaðhvørt siga frá sær samráðingarrættin til landsstýrið ella má landsstýrið verða við tá avtalur verða gjørdar, tí hetta ber ikki til.









