Tað var rættilig hugnaløta fyrrapartin í gjár, tá starvsfólkini í Goymsluni á Landssjúkrahúsinum sessaðust í kaffisteðginum. Borðreitt var við kaffi og køkum, kertiljósum o.s.fr..
Hetta var seinasti arbeiðsdagur hjá leiðaranum, og skilligt var, at starvsfólkini vildu gera sítt til, at Vígdis Højgaard skuldi kenna seg væl.
Seinnapartin var móttøkan á Landssjúkrahúsinum í hesum sambandi,men fyrrapartin var bert fyri starvsfólkunum á Goymsluni.
Goymslan á Landssjúkrahúsinum er deildin, sum keypir inn alla útgerð til heilsuverkið.
Deildin var stovnað í 1983, við tí endamáli at standa fyri øllum innkeypi av hospitalsvørum. Tað var fyri at fáa eins vøruheiti, men eisini fyri at keypa størri nøgdir, og sostatt fáa sum mest fyri peningin.
Búði í Danmark í 35 ár
Vígdis Højgaard, sum tá hevði búð í Danmark í 35 ár, kom júst heimaftur í 1983. Hon var sett sum leiðari á Goymsluni.
Upprunaliga er hon útbúgvin sjúkrasystir, og hevði arbeitt á skurðdeildini á sjúkrahúsinum í Randers í 20 ár.
Tá maður hennara doyði, valdi hon at flyta heimaftur við tvíburðasynunum, sum tá vóru 14 ára gamlir.
Hóast Vígdis Højgaard bert er 63 ára gomul, so hevur hon valt at fara frá. Orsøkin er, at maðurin Jógvan Jallur Højgaard, lærari, eisini er givin at arbeiða.
Tey hava búð í Havn, men hava eisini eini hús á Stykkinum. Ætlanin var at selja húsini í Havn, og tað væntaðu tey mundi fara at taka eini tvey ár.
Vígdis setti sær fyri, at tá húsini í Havn vórðu seld, og tey fluttu á Stykkið, so fór hon at siga upp. Tað vardi kortini ikki meir enn eina mánað, so vóru húsini seld, og Vígdis Højgaard segði tí starvið frá sær.
Umsetur fyri
30 mió. krónur árliga
Í 1983 hevði Goymslan til húsa í fýrum hølum á Landssjúkrahúsinum, men av tí at virksemið vaks við nógvari ferð, varð deildin flutt. Í dag eru eisini 20 rúm í nýtslu, og tað er ógvuliga trongligt, sigur Vígdis.
Alt, sum verður keypt inn á deildini, er skrásett í telduskipanini. Tað merkir, at tey á deildini altíð vita, hvørjar vørur eru á goymslu, og nær neyðugt er at bíleggja. Tað sparir nógv um, at deildin ongantíð liggur inni við ov nógvum vørum.
Goymslan hevur eisini 7000 viðskiftafólk, t.e. sjúkrahús,tannlæknar, skúlalæknar og sjúkrasystrar, kommunulæknar og Heimarøktin. Deildin umsetur fyri góðar 30 mió. krónur árliga.
- Hvussu var tað at fara frá starvinum sum sjúkrasystir á skurðdeild, til eitt slíkt umsitingarligt arbeiði sumhetta?
- Tað var stórbroyting, men hinvegin, um eg ikki kendi viðurskiftini á skuðdeildum og á sjúkrahúsum sumheild, so hevði eg ikki megnað tað sigur Vígdis Højgaard.
- Hava tit merkt nógv til sparinarnar seinastu árini?
- Vit hava merkt tað á tann hátt, at vit bert kunnu keypa tað mest neyðugu vørumongdirnar, og so tað, at tey sjey starvsfólkini á deildini eru farin niður í tíð.
- Nú er nýggj leiðsla á Landssjúkrahúsinum, og vit skulu t.d. upplýsa, hvat vit skulu keypa inn restina av árinum.
Vøran skrásett
í telsuskipan
Tað er kortini ikki so torført, av tí at alt verður skrásett í telduskipan okkara, har vit eisini síggja, hvat verður brúkt og hvussu nógv av hvørjum.
- Vit kunnu tó ikki meta um, hvussu nógv virksemi er á ymsu deildunum, tí er neyðugt altíð eitt ávíst minstamark, hvussu lítið av hvørjari vørueind vit hava á goymslu, sigur Vígdis Højgaard.
Hóast hon hevur verið ógvuliga upptikin av sínum arbeiði, og hevur kent seg so ómetaliga væl á deildini, og góða atbeiðsumhvørvinum har, stúrir Vígdis ikki fyri, at hon fer at keða seg.
Hon hevur nógv ítriv, er listakvinna og málar, klippur og seymar. Verk hennara hava verið við á óteljandi framsýningum seinastu árini.
Listakvinna
- 20 ár sum sjúkrasystir og 14 ár sum leiðari á Goymsluni. Hvat verður tað næsta?
- Eg eri júst boðin at luttaka á Framsýning í Hedehusene í Danmark, við so mætum listafólkum sum Kára Svensson. Olivur við Neyst o.ø. listafólkum úr Føroyum, so tað fari eg fyrst at tríva í,
- Eg havi annars altíð havt nógv ítriv. Umframt myndlistina, so eri eg eisini útbúgvin innanduraarkitektur, og tað ætli eg mær eisini at gera meira við nú.
- Annars dámar væl væl at búgva nær náttúruøki. Tað gevur mær nógvar møguleikar, nú vit eru flutt á Stykkið at búgva.
- Nú fari eg at fáa stundir til alt tað, sumhevur ligið á láni. Eitt nú havi eg sett mær fyri at ferðast í Føroyum. Eg eri ikki tann, sum brellast eftir at ferðast uttanlands.
- Eftir at hava búð so nógv og góð ár í Danmark, havi eg brúk fyri at sleppa at ferðast til tey nógvu støðini í Føroyum, sum eg ikki havi havt stundir at vitja, sigur Vígdis Højgaard.
Dugnalig og fitt starvsfólk
- Hvussu verður tað at fara heim úr arbeiði í dag, tá tú veitst at tú ikki skal møta aftur?
- Eg veit ikki, um tað rættiliga er gingið upp fyri mær, at eg skal fara. Dagurin í dag er eins og allir aðrir dagar, og eg havi arbeitt, eins og komi eg aftur í morgin, sigur Vígdis brosandi., og vísir til kaffiborðið og gávurnar frá starvsfólkunum, sum tó hava gjørd dagin øðrvísi hugnaligan - Hetta hevur verið eitt sera hugaligt og spennandi arbeiðspláss, við fittum og góðum starvsfólkum, sigur Vígdis Højgaard.