Nú er lagið betri

­ Vit eru stak væl nøgdir, siga mið- vingar. Men teir frábiðja sær, at flakavirkið í Miðvági verður svansað til við politikki

­ Vit hava verið tolin. Vit hava verið treisk. Og so hava vit havt góð kort í hondini eisini.

Og tað hevur nú givið úrslit.

Johannes Klein, bygdaráðsformaður í Miðvági, sigur, at nú er lagið betri á vágafólki.

Tí fyribils verður flakavirkið í Miðvági ikki stongt, sum upprunaliga ætlað.

Fiskavirking boðaði herfyri frá, at ætlanin varð at lata virkið í Miðvági aftur.

Hetta loypti øgiligan kvøkk á vágafólk, tí talan er um eitt stórt arbeiðspláss, sum hevur avgerandi týdning, báði fyri einstaklignar, og fyri kommunurnar.

Tá mest var at gera, arbeiddu uppí 150 fólk á virkinum. Seinastu tíðina hava eini 80 fólk arbeitt á virkinum.

Tvs, at virkið hevur føtt og klætt 80 húski, ella næstan 300 fólk.

Tað vil aftur siga eini 11-12% av vágafólki, tí í Vágum búgva 2.586 fólk.

Tí reageraðu vágafolk ógvuliga harðliga ímóti ætlanini, og síðani hava tey arbeitt miðvíst fyri at fáa Fiskavirking at sleppa ætlanini og at varðveita virkið, og tað hevur eydnast - í hvussu so er fyribils.

Í øllum førum hava tey fingið eitt skotbráð at arbeiða í og at royna at finna útvegir fyri at keypa virkið sjálvir.

Týsdagin vóru stjórin í Føroya Fiskavirking, Jákup Mørkøre, og nevndarformaðurin í Framtaksgrunninum, Sverri Hansen, í Miðvági og tosaðu við arbeiðsfólki.

Og tá høvdu teir tey gleðiligu tíðindi við sær úr Havn, at Fiskavirking var gingin frá upprunaligu ætlanini at lata virkið aftur.

Tvørturímóti er hon sinnað at hava virkið opið eina tíð afturat, so at miðvingar fáa stundir at finna útvegir fyri, hvussu virkið kann varðveitast.


Gera eisini ístand

Men miðvingar fingu meiri enn so burturúr.

Ætlanir teirra at keypa virkið fingu eitt álvarsligt skot fyri bógvin, tá ið Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðaði frá, at skiftið virkið eigara, skuldu ES krøvini lúkast frá fyrsta degi.

Hetta beindi fyri øllum ætlanum at keypa virkið aftur, tí tað verður mett at kosta einar tríggjar miljónir at seta virkið í ES stand.

Tí var ikki hugsingur um at keypa virkið, uttan so, at teir fingu tað fyri at kalla onki.

Men nú hevur fiskavirking eisini lovað vágafólki, at hon skal lyfta virkið upp á eitt hægri støði, sum tey málbera seg.

Tað merkir, at Fiskavirking skal gera tekniskar ábøtur á virkinum, so tað verður meiri nútíðarhóskandi.


Stak væl nøgdir

Miðvingar dylja ikki yvir, at teir eru stak væl nøgdir nú.

­ Hetta hevur givið okkum tað skotbráið, vit hava biðið um alla tíðina, sigur Johannes Klein, bygdaráðsformaður í Miðvági.

Hann sigur, at hetta hetta er eitt úrslit av tolni, treiskni og góðum kortum.

­ Vit boðaðu frá, at vit góvust ikki, fyrrenn vit høvdu fingið eitt úrslit.

­ Og so høvdu vit eisini góð kort í hondini, tí vit hava alla tíðina víst á, at tað er óklókt at lata eitt virkið aftur, sum gevur yvirskot.

­ Og tað, vit hava ført fram um fíggjarliga úrslitið hjá virkinum, hevur Fiskavirking ongantíð mótmælt.

Hann leggur afturat, at Fiskavirking hevur lovað at brúka virkið so nógv sum gjørligt hesa tíðina.


Fáa útvið eitt hálvt ár

Johannes Klein sigur, at tað er ikki avtalað, akkurát, hvussu leingi, Fiskavirking skal hava virkið í Miðvági opið afturat.

Men sjálvur heldur hann, at tað lá í kortunum, at teir hava fingið eitt skotbráð út í februar, kanska mars, komandi ár.

­ Hetta gevur okkum tað, skotbráið, vit hava biðið um. Vit hava all tíðina tvíhildið um, at tað var heilt órímiligt at lata virkið aftur uppá nakrar fáar dagar, uttan at geva okkum møguleika fyri at finna eina loysn, sigur Johannes Klein.

Tað er heldur ikki avtala akkurát, hvat tað ber í sær, at Fiskavirking skal lyfta virkið uppá eitt hægri, tekniskt støði.

­ Men tað er greitt, at Fiskavirking hevur lovað at gera ábøtur á virkið, so at tað verður lættari hjá okkum at yvirtaka.

Tí tað er heilt greitt endamálið hjá miðvingum at yvirtaka virkið.

­ Nú hava vit tíð at arbeiða við málinum og at útvega okkum fígging og fáa onnur viðurskifti greið.

Sjálvur ivast hann ikki í, at tað fer at bera til at semjast við Fiskavirking um ein prís fyri virkið.

­ Eg haldi, at tær samráðingar, vit hava havt Fiskavirking samanumtikið hava verið ógvuliga positivar. Fiskavirking hevur skilt okkara støðu og hevur víst vilja til at fáa alt at ganga. Tí ivist eg heldur ikki í, at vi finna ein prís, báðir partar eru nøgdir við, sigur Johannes Klein.


Onki politiskt grugg

Fyri ikki at grugga málið til, ætla miðvingar at gera sum minst burturúr hesa komandi tíðina, og tí hava teir avtalað, at hereftir verður bygdaráðsformaðurin í Miðvági talsmaður teirra.

Men hann frábiðjur sær eisini, at politikarar nú fara at grugga málið upp nú.

­ Vit hava arbeitt við málinum leingi, uttan at vit hava hoyrt eitt tað einasta orð frá teimum. Tað var alt greitt og avtalað, áðrenn vit hoyrdu tað láta í nøkrum teirra

­ Og tað er ongin orsøk hjá teimum blanda seg uppí málið, nú alt er avgreitt. Tá við vit høvdu brúk fyri teimum, sóust teir ikki, sigur Johannes Klein.

­ Men eg rokni við, at vágafólk vita, hvussu tey skulu løna teimum tað aftur á tí eina degi, leggur hann afturat.