týsdagin. Áðrenn farið varð av Søldarfirði týsdagin, var móttøka í nýggju farmahøllini, sum Heri Thomsen hevur bygt á havnarlagnum. Nógv fólk var komið at heilda upp á teir, sum standa fyri hesum nýggja [...] tí prísi skipið fekst fyri, eigur tað at fara at bera til. Skipið stendur í 13 milliónum, sigur hann. Fyrsta túrin úr Føroyum hava teir umleið 600 tons av farmi við. Tað er bara ein partur av tí, skipið [...] Gøtumenn eru aftur farnir undir farmasigling millum Skálafjørðin og Danmark. Tað hendi týsdagin, tá Norland hjá felagnum Norlink, sum felagið hjá Hera Thomsen í Gøtu eigur, fór fyrsta túrin til Danmarkar
Eftir rundferðina var boðin ein biti inni hjá bóndafólkunum. Á veg inn aftur á Gomlurætt var eitt sindur av aldu í Hestfirði, og Lone Dybkjær, kona forsætisráðharrans, helt fyri, at tað var gott kortini, at [...] Tað varð farið til gongu úr Havn til Kirkjubøar sunnumorgunin. Forsætisráðharrin við fylgi og ferðaleiðara. Men tað var so skjótt, at forsætisráðharrin aftur vísti, at hann gongur tey flestu av. Túrurin [...] sálmasanginum. So frammi í kóri sótu Páll Patursson, sum bæði var klokkari og deknur, og Dánjal Pauli í Búðini av Velbastað, sum var forsangari. Og tað bar væl til at syngja uttan undirspæl. Heri Joensen, prestur
at onkur var farin suður um aftur, men kom aftur, tí tað royndist vist hóast alt frægari norðanfyri. Tað regnar. Droparnir falla tungir og leggja seg á linsuna á fototólinum, samstundis sum tað myrkir, [...] ein 60 tonsari, sum rør við línu. Teir hava gjørt tað hampiligt í vár. Tað plaga teir, hóast teir ikki altíð hava so góðan hug at láta væl at. Men tað er ikki tann, sum altíð avreiðir í Útvarpinum, sum [...] sindur ymiskt er, hvussu tað roynist hjá bátunum. Onkur hevur bara eini 300 pund, meðan onkur annar fer upp um tonsið. Nógvir liggja hvørju megin við tað hálva tonsið kortini. Og tað er ikki so heilt galið
Sunnudagurin hin 14. oktober 1951 var hetta árið fyrsti og tjúgundi sunnudagur eftir trinitatis og hendan dagin varð kirkjan vígd. Hetta var um veturnætur, og hóast tað var av ringasta veðri hendan dagin [...] síðan, og nógv settust aftur, var Føroya próstur og honum á baki átta prestar komnir til vígsluna. Politiska skipanin var umboðað av landsstýris- og løgtingsmonnum. Kirkjan var stappandi full av fólki, sum [...] á Glyvrum giftist norður higar og var m.a. omma at heimsgitna rithøvundinum Jørgen-Frantz Jacobsen. Trina í Liðanum var arbeiðsgenta á Langanesi í fleiri ár og var meiri ella minni ein partur av familju
Thatcher. Hon var ein dama, ið visti, hvar skápið skuldi standa, sigur Marjun. Tað er eisini kvinnurnar heima í bygdini, ið hon minnist best frá tí, hon var smágenta. – Eg vil pástanda, at tað vóru kvinnurnar [...] tá ið Marjun kom til verðina í 1960. Mamma Marjuna var ikki gift, og tað var ikki væl dámt í Miðvági í 1960. – Fólk róptu meg leysingabarn, so tað hevur neyvan verið stuttligt hjá mammu, minnist Marjun [...] herðindi í handlum, sigur Marjun, ið var heilt ovfarin av, at sonurin brádliga skikkaði sær soleiðis. – Hann var sum eitt vanligt barn, tá ið vit búðu í Miðvági. Tí tók tað hart uppá okkum at fáa boðini um
bryggjuni í Norðdepli. Og tá lagt varð at, var bryggjan loðin av fólki. Tey vildu síggja og meta um, hvat tað var, sum funnið var. Hvussu tað sá út, og um tað mundi hava nakað virði. [...] klárir og fingu hendur á boyuni og tóku inn tað, sum hongt var í. Tað var maskintelegrafurin. Lagt varð at Dragabergi, og fongurin fingin umborð. Og hetta var dagur í viku. Hurrarópini geltu, og menn slerdur [...] við kurvini. So var kortini ikki. Men heilt sørt var tó ikki. Ein fótur til ein annan maskintelegraf og eitt kúgveyga av skipinum vóru í kurvini. Tá alt var komið á dekkið á Dragabergi, var bara at hava tol
og tá segði tú tað og tað, og nú sigur tú tað mótsetta.” Konoy svaraði aftur: “Tað havi eg ikki sagt.” Tá var tað, at Petur Hans svaraði aftur: “Hví segði tú tað so, tá tú ikki segði tað?” Sildaarbeiði [...] Stein. Kona hansara var abbasystir mín. Prestur var Hvass, sum var fyrsti prestur í Fuglafirði. Hann var væl dámdur og mundi vera har í eini seks ár. Revahald Beint undan krígnum var tað vanligt við revahaldi [...] ganga í pelsum. Tað var eisini lagdur tollur á slíkar luksusvørur, og var hetta endabresturin. Tað vóru eisini fleiri, sum høvdu minkar. Símun Karl pápabeiggi hevði minkar, men tað var hvørt verri enn
onkur vil halda, at her hevur uttan iva eitt sjónleikarhús ligið. Jú, tað kann vera, sum ein tekur tað. Men sjónleikarhús var tað tó ikki, uttan ein tingsalur. Her sótu býarinnar mætu menn og tóku stórar [...] skilaveggur var reistur ímillum. Einki er tó at ivast í, at av og á hevur onkur viðmerking til dagsins mál fallið kortini. Hetta var stórt rúm, og har man hava luktað hvørki so. So miðskeiðis í rúminum var gjørdur [...] undir endan við henni. Eitt skarð varð niður í steinin fyri framman, so lætt var at sleppa til uttan at noyðast at reisa seg. Men tað man tó neyvan hava verið so heilt tespiligt kortini hjá tí seinasta, sum
nátt norður til La Paz úr Uyuni; tað var ein uppliving. Eftir at hava goldið ein feitan yvirprís fyri bussin (tað var sjálvandi ikki sami bussurin, sum reklamerað var fyri á myndini, tá ið eg keypti billettina [...] spyrji meg sjálva, hvat tað var, sum júst hendi. Hetta fari eg undir ongum umstøðum at fortelja fyri nøkrum har heima. Ikki fyrr enn at eg eri komin heim í øllum góðum. Tað var jú heldur ikki ætlanin at [...] vónbrotin. Tað er ongantíð júst, sum man hevði ímyndað sær, at tað fór at vera. At koma til Bolivia og síggja alt tað, eg í nógvar mánaðir havi tosa við so nógv fólk um, er tó júst, sum tað eigur at vera
hvussu tað var at arbeiða á íslendskum bóndagarði. Men tað tykist ikki at vera nógv skrivað um, hvussu tað var at arbeiða í Íslandi í eftirkrígstíðini. Vónandi er tað ikki ov seint at gera tað, men tað hevði [...] bløðunum. Og so var tað ferðafrásøgnin hjá D. P. Danielsen, sála, sum varð nevnd í fyrsta parti av hesum hugleiðingum. Landbúnaðurin var longri álitið hjá íslendingum, enn hann var tað í Føroyum. Fleiri [...] Eftir at seinna at kríggið var liðugt, vóru tað fleiri orsøkir til, at talið av føroyingum, sum róðu út og fiskaðu við skipum í og undir Íslandi, ikki var so stórt, sum tað var frammanundan. Fremsta orsøkin