Í fótasporum Che

Í verkum sínum skrivaði argentinska fólkahetjan Ernesto Guevara (vanliga nevndur “el Che”), at kollveltingarligi íblástur hansara stavaði frá longu ferðum hansara kring Suðuramerika. Tá ið eg sjálv ferðist úr vestur­lendsku londunum Argentina og Kili og upp ígjøgnum fátækastu londini í Suðuramerika, Bolivia og Peru, skilji eg hugsanirnar hjá tí kenda Che. Ber tað til ikki at fáa hug at kollvelta heimin á einari ferð sum hesari?

Hetta er annar partur úr ferðafrágreiðingini

 

Frá vesturlendsku metropolunum Buenos Aires og Córdoba í stór­um bussum, man ikki sær í Evropa, til niðurslitnar bumlibussar í Bolivia. Nú eg eri komin yvir hinumegin kilensk/boliviansku grensuna byrjar alt at líkjast meira teimum nógvu søgunum, man hevur hoyrt um Suðuramerika. Her er tann harði veruleikin. Tað er her, man verður frámældur einsamallur at fara sum ljóshærdur turistur...

 

La Paz, Bolivia, miku­dagur 11. mars 2009

*BANG!*

Eg hoyri eitt buldur aftan fyri meg. Síðani fleiri skot. Eg ivist onga løtu í, at tey stava frá nógvu vápnaðu politistunum, eg júst eri farin framvið. Eg tori ikki at snara mær á; hvat hendir, um tey síggja, at eg standi her og eygleiði teir? Eg seti ferðina upp. Tori ei heldur at renna. Gangi bara skjótt, so skjótt, sum beinini klára at bera meg.

Líka so knappliga sum skot­ini byrjaðu, líka so skjótt steðga tey aftur og La Paz verð­ur aftur friðarligur. T.v.s. so frið­ar­ligur sum governmentali høv­uðs­staðurin í fátækasta landinum í Suðuramerika kann verða. Dagurin er skjótt av og eg royni at fáa nervarnar at slappa av við at keypa mær ein stóran kúluís og seta meg ímillum nógvu bolivianararnar á plássinum uttan fyri stóru glæsiligu húsunum hjá forsetanum í Bolivia, Evo Morales. Eftir nakrar minuttir byrji eg aftur at hugsa meiri rationelt; tankarnir verða minni kaotiskir; eg spyrji meg sjálva, hvat tað var, sum júst hendi. Hetta fari eg undir ongum umstøðum at fortelja fyri nøkrum har heima. Ikki fyrr enn at eg eri komin heim í øllum góðum. Tað var jú heldur ikki ætlanin at fara til óróliga partin av Bolivia, bardagin í La Paz átti at verið av fyri fleiri mánaðum síðani.

Eftir at Bolivia misti strond sína til Kili í einum bardaga fyri nógvum árum síðani, er alt byrjað at ganga niður á hondina fyri gamla inkararíkið. Kilenarar kunnu framvegis næstan ikki ferðast runt í Bolivia uttan at skula halda tjóðskap teirra loyni­ligan; at missa einasta vegin til havið og havríkidømið er ikki júst nakað, bolivianararnir fara at fyrigeva teimum innan næstu mongu árini.

Í dag er Bolivia fátækasta land­ið í Suðuramerika og hetta sigur ikki heilt lítið. 64% av íbúgv­um Bolivias liva í ekstr­em­um fátækradømi; hesir liva fyri undir ein dollara um dagin; stættarmunirnir eru stórir; leingi hevur alt sæð svart út hjá fátøku bóndunum. Á flestu stóru garðunum kring Bolivia arbeiða upprunaindiánarar sum skuldstrælir, har stórur partur av løn teirra fer til at gjalda skuld, teir hava arvað frá foreldrum og eldri ættarliðum. Yvirklassin, harafturímóti, livir eina luksuriøsa tilveru, ið líkist tilveruni hjá einum vælhavandi vesturlendingi.

Men, sum søgan hevur lært okkum, kann hetta ikki halda áfram í allar ævir. Ein tíð kemur, tá ið tey fátæku sláa seg saman og gera uppreistur. Fyri Bolivia hendi hetta í 2006, tá ið nýggi forseti Bolivias, Evo Morales, varð valdur sum fyrsti forseti við indiánskan uppruna nakrantíð. Morales varð vónin, øll høvdu bíðað eftir í so mong ár. Hann var fyrsti maður, ið tordi at fara undir eitt stríð ímóti ríku bóndunum. Hjartamál hansara eru at minka um stættarmunirnir í Bolivia og harvið vónandi eisini skapa eitt betri samfelag fyri øll. Tað er tó ikki altíð lætt at stríðast ímóti yvirklassanum, sum hevur átt allar ognir landsins, so leingi man kann minnast. Í fleiri mánaðir varð man frámældur at ferðast inn í Bolivia, tí bardagarnir í landsynningspartinum, har megin­parturin av yvirklassanum býr, gingu so hart fyri seg. Nú átti tað at verið meira friðaligt í økinum...

Nervarnir hava tað betur nú og eg haldi, at eg havi fingið dirvi til at fara heim aftur til hostellið at leggja meg, hóast klokkan enn ikki er vorðin átta. Eg hevði fyrsta bolivianska busstúr mín í nátt norð­ur til La Paz úr Uyuni; tað var ein uppliving. Eftir at hava goldið ein feitan yvirprís fyri bussin (tað var sjálvandi ikki sami bussurin, sum reklamerað var fyri á myndini, tá ið eg keypti billettina, sum tann bussurin eg skuldi avstað við), hevði eg ein langan bumlitúr fyri framman við einari svøvnleysari nátt, har vit fleiri ferðir noyddust at fara úr bussinum fyri at hjálpa til við at skumpa hann upp úr móru, og har mánin og stjørnurnar vóru einastu ljósini á staðnum – júst sum í filmunum. Tað fyrsta, eg sá, tá ið eg í morgun kom til hostellið í La Paz, var eisini, at tey strangliga frámæla fólki at fara við bussi suðureftir til Uyuni vegna veður. Nice!

 

Copacabana, hós­dagur 12. mars 2009

Tá ið eg í 2007 var íðin studenta­skúlanæmingur, brúkti eg megin­partin av frítíð mínari til at arbeiða hart við at útbreiða kunnleikan um studentahjálparfelagsskapin Operatión Dagsverk og táverandi verkætlan hjá felagsskapinum í La Paz partinum av Bolivia. Eftir óteljandi greinar, útvarpssamrøður og fyrilestrar kendist tað næstan eins og, at eg sjálv hevði verið í La Paz og sæð allar hesar ræðuleikar; so væl kendi eg eftirhondini landið. Tá ið man ger sær so nógvar hugmyndir um okkurt, havi eg lært, at man lættiliga verður vónbrotin. Tað er ongantíð júst, sum man hevði ímyndað sær, at tað fór at vera. At koma til Bolivia og síggja alt tað, eg í nógvar mánaðir havi tosa við so nógv fólk um, er tó júst, sum tað eigur at vera. Lítlu, rundu boliviansku kvinnurnar í stórum hattum og myrku børnini í kloddutum klæðum eru eins og á postkortunum fremst á myndini, meðan undurfulla

landslagið sæst aftanfyri. Eg hevði hugsað, at stóru stætt­ar­munirnir kanska ikki fóru at síggjast í stórbýunum eins nógv og á stóru hacienda’unum í bygdunum, men her fór eg heilt skeiv. La Paz er ikki ein ríkur býur, men tað er ein fólkaríkur býur. Av níggju milliónum íbúgvum Bolivias, búgva 1,3 milliónir í La Paz. Býurin er býttur upp í tveir partar: ein ríkan yvirklassapart og ein fátækan, vandamiklan part. Falskir taxabilar, falskir politistar og falskir turistar gera lívið øðrvísi her.

 

Puno, Peru, leygar­dagur 14. mars 2009

At koma úr Føroyum til Buenos Aires, Argentina, var als ikki eitt so stórt mentanarsjokk, eg hevði væntað, at tað fór at verða. Faktiskt var tað als ikki nakað sjokk. At koma úr Kili til Bolivia er ein onnur søga. Tá ið vit viðhvørt hava lyndi til at koyra øll suðuramerikasku londini í ein stóran “suðuramerik­anskan bólk” og so halda, at hesin bólkurin næstan fevnir um tað sama, kundu vit ikki farið meira skeiv. Argentina, Kili og Evropa hava á ein hátt nógv meiri til felags, enn Bolivia og Argentina nakrantíð fara at hava, tá sæð verður burtur frá, at tey síðstnevndu liggja á sama kontinenti. At síggja munin, sum tann stóri Che Guevara nú fyri mongum árum síðani sá, millum tey múgvandi og tey fátæku lond­ini í Suðuramerika, ger ein ov­farnan. - Tað skal tó viðmerkjast, at við suðuramerikanskum eyg­­­um eru Argentina og Kili jú væl­hav­andi lond; hjá okkum høvdu tey ivaleyst verið bólkaði sum “developing countries”, menningarlond.

Nú eri eg at enda komin til sætta og seinasta landið her í Suðuramerika, Peru. Til meira slumm, til fleiri fátøk gøtubørn og fleiri følsk ferðamannafeløg. Tá ið man situr og lesur um mystiska gamla ríkið hjá inkaindiánarunum, kemur vælumtókta Machu Picchu helst einum fyrst í huga. Puno við kendu flótandu oyggjunum, sum eg fyrst komi til, er langt frá mystikkinum kring inkaríkið. Slumm, slumm og meira slumm, hvar enn man so vendir sær.

 

Urubamba, sunnu­dagur 15. mars 2009

Uff, enn ein heilur dagur er farin til ein einkultan busstúr. Eg fari ongantíð aftur at gremja meg um langa koyritúrin úr Havn til Klaksvíkar ella Vágarnar, tað er so heilt vist. Hóast hesir busstúrarnir á ein hátt hava eitt slag av sjarmu í sjálvum sær, eru teir nokk tað einasta, sum kann gera, at man ikki hevur hug at ferðast hendan vegin.

Seinasti busstúrurin úr Puno til Cusco hevur uppiborið eina longri frágreiðing. 388 km langi túrurin átti sambært bussfirmainum at tikið umleið sjey tímar; men eftir at hava verið her í eina tíð og fingið royndir við bussunum í Suðuramerika, verður man bilsin, um tíðarætlanin heldur. Eftir eina seinkaða byrjan, sum var íkomin, tí bussjaførurin hevði stongt hurðina til bussin fyri at seta seg handan bilstýrið at lesa morguntíðindablað sítt, koyrdu vit avstað við endadestinatiónini “Cuzco” kl. 8 í morgun – langt áðrenn eg vanliga fái eygu.

Tveir tímar seinni komu vit til býin Juliaca. Har stóð ein hópur av peruanarum, ið skuldu við bussinum við einari ørgrynnu av tingum. Tað tók umleið ein hálvan tíma stappa alt hetta draslið inn í hendan yvirfylta bussin. Vit turistar hugdu óróligir eftir klokkuni; tá ið allur hesin hópurin av ferðafólki og góðs teirra at enda var komin upp í bussin – vit vóru jú longu ein hálvan tíma seinkaði, hóast vit enn ikki høvdu koyrt ein fimtapart av túrinum.

Longu sjey minuttir eftir at vit vóru farin avstað aftur úr Juliaca, kom næsta seinkanin, tá ið bus­s­urin av onkrari løgnari orsøk breyt saman. Hví? Nei, tað veit eg ikki. Hví skuldi busssjaførurin seta seg so lágt sum til at greiða okkum trimum neyðars turistum frá hesum? Peruanararnir tyktust ikki at taka sær nakað serligt av hesum; teir hava ivaleyst ongantíð roynt tað, vit heima vanliga rópa ”busstúrar”. Tá ið ein miskunnsamur, nýggjur bussur nakrar tímar seinni kom til plássið, har vit stóðu sveittandi og bíðaðu, høvdu vit tíbetur havt tíð til at sníkja okkum til eitt lokalt sølutorg og keypt turrar, peruanskar, pappírsbollar, vit hugnaðu okkum við teir næstu tímarnar.

Hetta gjørdu vit, inntil bussurin aftur steðgaði. Hesu ferð við eitt landamark til ein nýggjan landspart. Eg var langt síðani sovnað í bumlandi bussinum, tá ið peruansku kvinnurnar knappliga hálvgrátandi fóru at skríggja orðini “policía, policía!”. Tað var eygsjónliga ikki nakað eindømi, at peruanarar royna at smugla ymiskt úr Bolivia til peruanskar landspartar. Hetta var orsøkin til, at nakrir vápnaðir politistar nú vóru farnir undir at tøma bussin fyri alskyns smuglaravørur, sum t.d. ótrúlíga nógvar útgávur av spanska Matadorspælinum, Monopolio. Politistarnir fingu tó ikki alt smuglaragóðsið við sær. Nakrir minuttir seinni steðgaði bussurin nevniliga í einum lítlum, fátøkum býi, har íbúgvarnir, ið tóku ímóti bussinum, mintu sera nógv um smá børn jólaaftan, tá ið bussurin varð tømdur fyri tað innsmuglaða góðsið.

Ja, nú skuldi man kanska trúð, at vit høvdu fingið nóg mikið av drama fyri hesu ferð, men nei, hetta er jú Peru, vit tosa um. Vit naivu, óvitandi fremmandafólk høvdu framvegis tað løgnasta av øllum í væntu. Sjaførurin hevði júst sett bussin í gear aftur eftir síðsta stopp okkara, tá ið hann brádliga steðgaði aftur. Eg smekkaði høkuna inn í ryggsetrið frammanfyri meg, nakrir dreingir fóru sendandi upp móti loftinum og ein nýføddur peruanari setti í at gráta hjartanítandi og mundi ikki tagna aftur eftir ein langan flúgvutúr úr ørmunum hjá mammuni og eftir bussgólvinum. Eg veit framvegis ikki heilt, hvat ið her hendi, men tað, eg sá, var, at ein peruanskur maður næstan varð steinaður beint uttan fyri bussvindeygað. Ein stórur bólkur av peruanarum var savnaður uttan fyri bussin, har tveir súrir politistar komu rennandi fyri at bjarga tí neyðars manni, ið ein eldri peruansk kvinna sló við høgra skógvi sínum. Mennirnir kring hana vóru í øðini; teir runnu runt fyri at finna steinar at blaka eftir manninum. Gráturin úr bussinum og rópini “piedras, piedras!” frá monnunum uttanfyri vóru við til at skapa hesa serligu løtumyndina.

Í Cuzco skuldu fólk frá tí felags­skapinum, eg skal arbeiða fyri her í Peru, koma á bussterminalin eftir mær hendan dagin at fylgja mær til nýggju familjuna. Tá eg at enda kom fram nógvar tímar seinni enn ætlað, vóru tey sjálvandi langt síðan farin avstað aftur. – Vit fingu ikki fatur á tær; vit bíðaðu í tríggjar tímar og fóru avstað...

Vælkomin til Peru.