Orð og myndir
Edvard Joensen
??????????
Efesos
Tá vit eru leys av hesum ágangandi handilsmonnunum, verður farið til gongu oman gjøgnum býin, sum vit síggja. Her eru allar síðugøtur burtur, so vit fylgja høvuðsgøtuni millum toftirnar av bygningum og standmyndum, sum í forðum hava myndað býarins stórleika.
Ganga fram við gomlum vatnleiðingum, sum koma so dittimundar fram undan vegbreytini. Liggja har soleiðis heldur lurvutar. Fyltar av mold og eyri, so har rennur ikki vatn ígjøgnum.
Fara framvið, og koma til eina røð av áhoyraraplássum, og onkur vil halda, at her hevur uttan iva eitt sjónleikarhús ligið.
Jú, tað kann vera, sum ein tekur tað. Men sjónleikarhús var tað tó ikki, uttan ein tingsalur.
Her sótu býarinnar mætu menn og tóku stórar avgerðir, sum fingu týðandi avleiðingar fyri borgararnar og kanska onkran vitjandi við.
Vit vita frá Apostlasøguni, at tá Paulus við sínum virksemi hevði fingið loypt ótta á og øði í silvursmiðirnar, var ein býarskrivari, sum mátti uppí sum semingsmaður. Og ivaleyst hevur hann havt síni ørindi her í tingsalinum ella í ráðhúsinum ikki so langt hiðani.
Á nátthúsinum
Vatnleiðingin er farin undir jørð, og her undir okkum eru rørini skift út við eina opna rennu, sum fer her einar tríggjar metrar niðri, og tekur tað við sær, sum undan mannamúgvuni kemur.
Vit eru komin inn á eitt fleiri túsund ára gamalt alment nátthús. Her eru 50 setur lið um lið, sum høgd hava verið í blankt marmor. Vit síggja enn nøkur av teimum originalu. Men tey flestu eru tó eftirgjørd í nýggjari tíð. Av betongi.
Her síggjast hesi setrini lið um lið oman eftir. Ganga í vinkul, tí ikki var bygningurin kortini so stórur, at hann hevði pláss fyri øllum fram við sama veggi.
Her sótu so býarins framkomnu menn lið um lið og lótu sín avførning fara. Niður í hesa djúpu rennuna, har vatnið fór við tí, sum slept varð.
Men rímiligt skuldi eisini gerast reint eftir hesa vitjanina. Og til tess høvdu teir vísu Efesosbúgvarnir lagt eina rennu framman fyri fótinum á tí vitjandi, har hann tók hondina niður í, og so upp undir endan við henni. Eitt skarð varð niður í steinin fyri framman, so lætt var at sleppa til uttan at noyðast at reisa seg.
Men tað man tó neyvan hava verið so heilt tespiligt kortini hjá tí seinasta, sum sat undan brekkuni, tá rennandi vatnið frá teimum fyrstu 49, sum høvdu reinsað hondina aftur, kom oman til hansara.
Hóast hesin summardagurin er heitur, hevur tó onkuntíð verið kalt um veturin, og ikki allir endar hava hildið tað verið líka stuttligt at skula seta seg á ein kaldan marmorsess. So tá onkur av teimum í ovara enda á hierakinum kendi á sær, at tað nærkaðist eini nátthúsvitjan, sendi hann ein træl undan sær soleiðis einar tíggju-fimtan minuttir, so hesin kundi hita setrið eitt sindur, áðrenn tann sperdi harrin kom.
So sótu teir har, og hoyrdu merkilig ljóð frá síðumanninum, sum teir kortini ikki sóu, tí ein lítil skilaveggur var reistur ímillum. Einki er tó at ivast í, at av og á hevur onkur viðmerking til dagsins mál fallið kortini.
Hetta var stórt rúm, og har man hava luktað hvørki so. So miðskeiðis í rúminum var gjørdur ein hylur, har hvønn morgun vórðu lagdar nýggjar blómur á blot fyri á tann hátt at fáa ein heldur frískari anga inni.
Og til at doyva tey ymisku, viðhvørt kanska heldur løgnu ljóð, ið hetta háttvirda ting lat frá sær, vórðu settir fýra tónleikarar, ein í hvørt horn í rúminum, sum so spældu ymsan tónleik, ið helst ljóðaði betri enn eymkanin frá kroystandi monnum, ið kanska ikki altíð høvdu líka lætt við at gera burtur av sær.
Àja. Vit koma so bragdlig her í fylgi og kappast um at fáa teir bestu sessirnar. Fólki so líkt. Hava heilt gloymt, at tann, sum setur seg sjálvan niðast, skal verða fluttur longri upp.
Freistandi at hugsa sær, at kanska hevur Lukas, evangelistur, á ferð síni við Paulusi í Efesos, sitið júst her og hugsað sær til frásøgnina um at sita ovarlaga ella niðarlaga, sum hann sigur frá í sínum 14. kapitli í evangeliinum.
Ein herligur tanki at gera sær. Men kanska ikki so heilt ósannlíkt kortini, at maðurin hevur sitið júst í hesum rúmi og gjørt síni ørindi.
Hvør veit, um ikki Paulus eisini onkran dag hevur sitið her og í einumhvørjum steðgi hjá tónleikarunum latið eitt orð falla um hendan nýggja átrúnaðin, hann er farin undir at boða her í Lítlu Asiu. Ikki so galið stað at bera vitnisburðin fram.
Kjøtligir lystir
Her eru so nógv onnur tilboð í grannalagnum. Tilboð, sum tann vitjandi í dag í ávísan mun eisini kennir heiman ífrá. Summi betri enn onnur.
Ikki so langt hiðani, vit nú sita, tó uttan at hava loyst buksurnar, er kenda Scholastica baðstovan, sum serliga rómverjar hildu so nógv av.
Ein rættiliga stórur bygningur hevur hetta verið. Við bæði heitum og køldum baði. Dampin frá ketlunum hava teir leitt undir gólvinum, so gólvhita hava tey eisini havt í teirri tíðini. Og upp gjøgnum ventilar í gólvinum er dampurin so sleptur, so har hevur verið rættiligt dampbað inni.
Forgangarin til hesar turkisku baðstovurnar, sum í dag eru vorðnar so kendar millum ferðafólk, sum koma hendanveg, at ein mestsum kennir tað sum eina treyt at royna hetta.
Og fyri at vera heilt sannførur, má eg siga, at verri havi eg sjáldan kent meg reyvrendan enn eftir eina slíka vitjan í frítíðarbýnum, har vit búðu.
Kom til baðstovuna við stórum vónum til eitt upplivilsi av vælveru, sum eg væntaði mær. Út aftur komin hevði eg bara ta kenslu, at hetta var nakað uppreklamerað lort, sum eg einans hevði goldið eina rúgvu fyri.
Men annað er enn bað í grannalagnum. Næsti grannin er eitt tempul, nevnt Hadrian Templið eftir rómverska keisaranum, sum so fegin vildi hava sítt egna tempul, so hann kundi verða tilbiðin av undirsáttum sínum.
Men tann næsti bygningurin hevur ivaleyst fyri fleiri verið enn meira áhugaverdur. Tí har var bordell. Eitt rættiligt skøkjuhús, sum var góðkent sum einhvør onnur forrætning í býnum. Við egnari lýsingartalvu oman móti havnini. Ivaleyst teirri fyrstu av sínum slag í hvussu er í okkara parti av heiminum, halda ferðaleiðararnir.
Og søgurnar eru ymiskar um, hvussu vitjaninar í hesum bygninginum komu í lag. Tí hóast hetta var heilt natúrlig og viðurkend vinna, vóru ivaleyst ikki allar frúur í býnum, sum hildu, at hetta var nakað soleiðis at fara til. Og als ikki hjá monnum teirra.
Helst hava skøkjurnar kunna brúkst til okkurt skjólið eisini, eins og vit lesa um tær í Gamla Testamenti, har bæði njósnararnir hjá Josva og Samson vitjaðu slíkar.
Tí hóast hendan góða kvinna í Jeriko seinni hevur fingið orð á seg sum bjargari jødanna, er ikki heilt óhugsandi, at hesir menn, ið ferðast høvdu í ein mansaldur í oyðimørkini, vildu royna eitthvørt spennandi, nú teir knappliga stóðu í fremmandum landi, har eingin kendi teir.
Men hvussu Efesposmenn gjørdu síni ørindi í skøkjuhúsinum her millum bað, nátthús og tempul, fara vit at frætta nærri um í einum seinni parti av frásøgnini.