Í kjalarvørrinum á Anne Marie brunninum

Við teimum sjey brunnunum, sum eru boraðir seinastu 10 árini, hava vit fingið eina nógv størri vitan um undirgrundina, og spurningurin er, um vit ikki nærkast eini støðu, har vit skilja undirgrundina so mikið væl, at teir komandi brunnarnir fara at geva verulig úrslit skrivar Jan Müller í analysuni.

Hóast føroyingar sum heild ikki hava givið sær stórvegis far um seinastu boringina á landgrunninum, eitt nú tí so nógvar aðrar tíðindasøgur hava sett dagsskránna, so mundi úrslitið av boringini kortini koma óvart á mong, tí vónirnar til eitt fund hesaferð vórðu hægri enn undan fleiri av undanfarnu brunnunum. Bæði jarðfrøðingar og umboð fyri oljufeløg mettu nevniliga møguleikan fyri at gera eitt fund í hesum sjeynda brunn­inum at vera rímuliga góð­an, hóast fyristøðufelagið ENI alla tíðina hevur havt tunguna mitt í munninum og tí heldur ikki viljað fyri­gyklað nøkrum, hvussu sann­líkt tað var at gera eitt fund.
Kolvetni í tunnum sand­grýtisfláum og lovandi úrslit fyri framtíðar leiting vóru nakrar av útmeldingunum eftir boringina. Um somu tíð skrivaðu útlendskir miðlar um enn eina miseydnaða boring á føroyska land­grunn­­inum. Tað veldst so um, hvørji eyguni eru, sum síggja – og ikki minst – hvat tey kunnu síggja í núverandi støðu. Stóri spurningurin er eisini, um tað er hugsandi, at týdandi vitan verður aftur­hildin, soleingi feløgini gera víðari analysur?
Vit kunnu so ikki annað enn fyrihalda okkum til tíð­inda­skriv­ini frá ávika­vist Faroe Petroleum og Jarðfeingi, sum vórðu rætti­liga positiv, og søgdu frá, at nú verður farið aftur til tekni­borðið at analysera til­farið úr undirgrundini.
Eisini útsøgnirnar eftir tað frá bæði myndugleikum og oljufólki hava verið ja­ligar, tó at einki fund eftir øll­um at døma er gjørt. Men spurningurin er, hvat vit kunnu lesa millum linj­ur­nar. Hví hava feløgini ynskt at brúka nógva tíð og orku til at halda fram við kann­ing­um? Var brunnurin heilt mis­eydnaður høvdu feløgini tá ikki skjótast pakkað saman! Tá feløgini kortini lata Jarðfeingi vita, at tey ætla at arbeiða víðari við tilfarinum í longri tíð, so kann tað vera ein ábending um, at tað kortini ikki stendur so illa til. Var einki at fara eftir, høvdu feløgini latið myndug­leik­un­um ta vanligu eftirmetandi frá­greiðingina stutt eftir. Tað gera tey so ikki, og tað er áhuga­vert.

Tikin á bóli?
Sum skilst á keldum í olju­heim­inum vórðu feløgini í ávísan mun tikin á bóli, tá bor­urin kom longur og longur niður í undir­grundina. Jarð­frøðin vísti seg ikki heilt at svara til for­søgn­irnar, ið m.a. byggja á seis­misk­ar kann­ingar. Og hvat merkir so tað! Nettup hetta at fara frá einum brunni við nógvum nýggj­um data fyri so at ana­lysera tað og møguliga koma til nýggja niðurstøðu er ikki so ókent í hesi vinnu. Nakað líknandi hendi, tá stóra olju­keldan Rosebank/Lochnagar varð funnin beint hinu­megin markið. Tá fyrstu bori­úrslit­ini vóru iva­som og ikki júst svaraðu til forsøgnirnar, fóru feløgini aftur til tekniborðið fyri at analysera tilfarið meira. Sum skilst komu tá undan kavi so mikið áhugaverdir up­plýsingar, at feløgini gjørdu av at seta borin í aftur undir­grundina. Eftir tað var lættari at staðfesta, at her var talan um eitt stórt fund. Um hetta eisini er eitt senario vit kunnu koma út fyri á Anne Marie leiðini ella í nærumhvørvinum, kunnu vit lata vera ósagt. Tað vil tíðin vísa. Eitt er tó vist: vit hava ikki orsøk til at missa mótið orsakað av Anne Marie boringini, tí feløgini sambært Jarðfeingisstjóranum fara nú at brúka tíð og orku til at arbeiða víðari við tilfari­num.
Hóast tað er avmarkað, hvat er komið alment fram um seinasta brunnin, so skilst, at feløgini, tá tey vórðu komin á mál við boringini, umrøddu møguleikan fyri at bora enn longur, tí nógv gass varð staðfest. Nøkur av feløgunum í samtakinum vildu bora longur niður, tí gassið kundi vera ein ábend­ing um, at olja kanska var niðri­undir ella í nánd. Tá av­tornaði vórðu feløgini kort­ini samd um at gevast á umleið 4000 metra dýpi, sum varð ætlaða boridýpið, men gjørdu so eisini av at halda fram við at kanna tilfarið.
Nettup hetta við at fara longur niður er ein spurn­ing­ur, sum hevur verið frammi fyrr. Vit sóu tað í William­brunn­inum hjá BP, har eitt av feløgunum í samtakinum vildi bora longur niður enn upp­runaliga ætlað. Men tað hendi so ikki, tó at tann brunn­urin ikki bleiv semen­teraður med alla men proppur settur í, so onnur feløg í framtíðini kunnu venda aftur til hann. Sama er ikki galdandi fyri ENI brunnin. Hann er endaliga frágingin. Skal borast aftur í um­hvørv­in­um, má nýggjur brunnur til.

Vaila formatiónin
Millum serfrøðingar verður nógv tosað um eina serstaka formatión í undirgrundini, sum nevnist Vaila, sum í fleiri brunnum vestan fyri Hetland hevur víst seg at goyma olju. Tað er m.a. hana feløgini fara eftir, tá borað verður um okk­ara leiðir eisini. Heri Ziska, ein ser­frøð­ing­unum á Jarð­feingi hevur hetta at siga um um­røddu jarðløg:
“Vaila er ein formatión, tvs. nøkur jarðløg frá ávís­um tíðarskeiði, sum eru av­leirað her um leiðir, og sum í fleiri førum hevur víst seg at innihalda kolvetni. Tað var eisini eitt av høv­uðs­málunum í fyrstu boring­unum á føroyskum øki, í Judd lægdini, tí at har var man nær­hendis fundum í Vaila hinu­megin markið, Foinaven, Schiehallion osf.
Ideella boridýpið er ymiskt alt eftir, hvar tú er og hvørjum tú fer eftir. Um málið er eitt leitimið, sum líkist Cambo fundinum beint hinumegin markið, so er ongin grund til at fara serliga djúpt, men um málið er eitt leitimið, sum líkist Lochnagarfundinum eisini hinumegin markið, so kann verða neyðugt at fara rættiliga djúpt. Við báðum, og øllum hinum relevantu mið­unum, eru so aftur fleiri ókendir faktorar, og á før­oyskum øki er ein tann størsti ókendi, at vit ikki vita, hvussu djúpt hesi løgini liggja ella um grýtið er tað sama her sum hinumegin markið. Her hava vit einans tulkingar og modelleringar at halda okkum til. Uttan kalibrering (tvs. boringar) veit man tað ikki við vissu, men man hevur ymisk senario. Td. var Statoil undan 6104/21-1 boringini (sum bleiv brúkt til at testa Brugdu-leitimiðið við), frammi við prognosum um, at basalt­tjúkdin var onkun­staðni mill­um 500 og 2500 m. Tvs. óvissan um hvussu djúpt t.d. Vaila, ið er eldri enn basaltið, lá, var 2 km. Ein boriætlan skal so fyrihalda seg til hesa óvissu, og tað vil altíð verða eitt dýpi, har man metir, at tað loysir seg ikki at fara longur.
Eitt dømi um at dýpi variera, er á Clair feltinum vestan fyri Hetland, har kol­vetnisberandi fláirnar finnast á uml. 1,5 km dýpi. Somu fláir eru funnar á ein­um dýpi uppá 3,5 km á Corona rygginum, mitt í Hetlandsrennuni. Um far­ið verður út í legu­grýtis­lægd­irnar, so er vantandi, (er ikki borað enn) at man skal rættuliga nógv longur niður fyri at finna somu fláir.
Tá borað verður, er tað ein heildarmeting, sum avger, hvussu djúpt ein velur at bora. Har verður tikið atlit til kostnað, og teir síðstu metrarnir kosta rættuliga nógv meir enn teir fyrstu. Har­afturat verður tikið atlit til leitivánir, og har er stað­fest, at tess longur niður ein fer, jú verri blívur goymslu­grýtið. Nær tað er ov vánaligt til, at tað loysir seg at royna, er aftur nakað, sum kann verða ávirkað av serligum faktorum. T.d. so var tað óvantað ringt í Marjunfundinum á før­oyska landgrunninum í mun til Franklin og Elgin felt­ini í Norðsjónum, har óvæntað gott goymslugrýti er at finna útvið 6 km. undir havbotninum. Aðrir faktorar hava eisini ávirkan. Alt verður tí vigað saman í eina heildarmynd, og so verður boringin designað til tað dýpið, har samanrenning av møguleikum fyri positivum úrsliti og kostnaður av at bora ganga upp í eina hægri eind.” sigur serfrøðingurin hjá Jarðfeingi.

Statoil tveir brunnar
Hóast vit skulu vera realistisk og hvørki undir- ella yvirmeta úrslitið av einum brunni sum Anne Marie í verandi støðu, so er tað eisini skeivt at koma til ta niðurstøðu eftir eina boring sum hesa, at oljuleitingin við Føroyar gongur móti endanum. Vit mugu framvegis fyrihalda okk­um til ta sannroynd, at før­oyski landgrunnurin er eitt nýtt leitiøki, har sera lítið er borað higartil. Í Noregi vórðu boraðir 33 brunnar, áðrenn rakt varð við og vestan fyri Hetland einir 70 brunnar. Tí eiga vit heldur ikki at síggja hvønn einstakan brunn isolerað men heldur sum part av eini heild – einum puslispæli, har hvør brunnurin er ein týðandi brikkur í royndunum at fáa nýggja vitan til tess at skilja undirgrundina betur. Vit teimum sjey brunn­un­um, sum eru boraðir á landgrunninum hesi sein­astu 10 árini, hava vit fing­ið eina nógv størri vitan um undirgrundina, og spurn­ingurin er, um vit ikki nærk­ast eini støðu, har vit skilja undirgrundina so mikið væl, at teir komandi brunnarnir fara at geva verulig úrslit.
Tað skulu borast tveir brunnar aftrat á landgrunn­in­um komandi árini. Stat­oil er fyritøðufelag. Ser­frøð­­ingarnir hjá norska fe­lag­num fara uttan iva at brúka ana­lysur­nar av Anne Marie brunninum í sínum metingum um, hvar borurin skal setast í. Tað skilst, at avtala er gjørd millum Statoil og ENI um at lata hvørjum øðrum upplýsingar frá ávika­vist Brugdubrunninum og Anne Mariebrunninum, tað, sum á oljumáli verður kallað “Welltrading”. Vit loyva okk­um at gita, at slíkur handil kann fáa stóran týdning fyri kom­andi boringarnar hjá Stat­oil á landgrunninum.
Áhugaverdi spurningurin er tí eisini, um vitanin frá Anne Marie boringini kann hjálpa Statoil til at skilja undir­­grundina betur og her ikki minst tey loyvini, har fe­lagið skal seta borin í kom­andi árini. So í kjalar­vørrinum á Anne Marie bor­ing­ini og tí vitan, ið fæst frá henni, fer kanska at spyrj­ast burtur úr eitt fund um enn í øðrum loyvi í granna­lagnum.
Hvussu enn verður við víðari analysuarbeiðinum av Anne Marie brunninum, so eiga vit at fegnast um, at Statoil hevur bundið seg til at bora tveir brunnar á land­grunninum. Annar teirra verður helst boraður í 2011, men endaliga avgerðin er ikki tikin enn skilst. Hin kemur so árið eftir ella í 2013. At ein brunnur ella tveir veruliga nærkast síggja vit eisini júst í hesum døgum, har út­lendskt kanningarskip ger botnkanningar fyri Statoil. Hetta fyri ma. at útvega fe­lagnum meiri vitan um hav­botnin, har ætlanin er at seta borin í longu næsta summar. At hetta arbeiði verður gjørt hesa ársins tíð kundi bent á, at Statoil veruliga roynir at vera klárt til at bora í 2011. Statoil roynir í løtuni at finna fram til í hvørjum av trimum av loyvunum tað skal bora. Í hesum loyvum er felagið einasti loyvishavarin, tó at Atlantic Petroleum hevur umleið 1% lut í einum av loyvunum. Statoil fer so neyvan einsamalt at bora enn ein kostnaðarmiklan brunn á landgrunninum, og tað ljóðar tí, at felagið fyri at spjaða váðan er í ferð við at kanna, hvørji onnur oljufeløg vilja vera við at bora annan av brunnunum.
Hitt loyvið, har borast skal helst í 2012, er 008, sum liggur út móti markinum og nær stóra oljufundinum Rosebank hinumegin mark­ið. Í hesum loyvinum eru um­framt Statoil eisini OMV og DONG. Og tey verða neyvan fleiri, tí somu feløg eru eisini partur av Rosebankfundinum hinumegin markið, umframt at tey nú um dagarnar hava fingið tillutað teigar millum markið og Rosebankfundið.
Við teimum báðum brunn­­un­um hjá Statoil kem­ur saml­aða talið av brunnum á land­grunninum uppá 9. Vón­andi ræður ikki tá lagn­unn­ar speisemi, nú tað á olju­máli plagar at verða tikið til, at tað vanliga skulu borast 10 brun­nar, áðrenn tú ger eitt fund!

Aðrar týðandi fortreytir
Eisini onnur viðurskifti kunnu gagna leitingini við Føroyar, eitt nú broyt­ing­in, sum er gjørd í loyvis­treyt­unum, har olju­fe­løg kunnu søkja um leitiloyvi uttan um vanligu útbjóðingarnar. Hetta kann eisini gerast ein nýggjur katalysatorur fyri framtíðar leiting. Og tað er nettup hetta, sum Jarðfeingi roynir at dyrgja við fyri at fáa nýggj oljufeløg at leita henda vegin at bora. Tað verður so eisini henda lógar­broyt­ing nevnd “Open door”, sum stovnurin fer at marknaðarføra á eini stórari oljumessu í Londonn seinast í november.
Vit hava í eini analysu um góðu vónirnar til Atlants­mótið í Sosialinum fyrr í mán­aðinum víst á, hvussu oljutilgongdin nærkast før­oyska markinum fyri hvørt ár og hvønn týdning hetta kann hava fyri okkum og áhugan at gera íløgur her ma. útbygging av fleiri olju- og gassfundum og nýggjan infrastruktur í økinum. Nýggj­ar útbyggingar, sum eru á tekniborðinum, eru ma. Clair, Rosebank, Cambo, Suilven/Tornado, Solan og Laggan/Tormore. Alt nakað, sum kann fáa stóran týdning fyri útbygging av møguligum fundum á føroyska land­grunn­inum eisini.
Tað eru so eisini fleiri aðrar nýggjar fortreytir í olju­vinnuni, sum gera At­lants­mótið – úr Føroyum til Het­lands – enn meira áhuga­­vert og rentabult. Í bretska partinum av Norð­sjónum varð herfyri tikin í brúk ein nýggjur gass­framleiðslupallur, sum kann flytast og brúkast aftur aðra­staðni, har gassgoymlur eru í undirgrundini. Hetta fer at gera framtíðar gassút­bygg­ingar nógvar ferðir bíligari enn í dag, tí tað skulu ikki pengar setast av frá byrjan til at taka niður aftur pallarnar ein dag í framtíðini. Tað verð­ur longu nú tosað um, at hesin nýggi pallurin eisini kann fáa stóran týdning fyri út­byggingar av gassfeltum eitt nú vestan fyri Hetland. Bretski heimamarknaðurin tørvar gass, og við at minka kostnaðin fyri at taka gassið upp vestan fyri Hetland og flyta tað til lands, kunnu eisini komandi gassfund á føroyska landgrunninum gera sær dælt av slíkari gongd. Enn ein tøknilig uppfinning verður í næstum tikin í brúk á bretska landgrunninum 60 kilometrar frá føroyska markinum. Tað er á Solan fund­inum sunnan fyri Foinaven feltið, har ein ómann­­að installatión fer at avloysa mannaðar pallar og fram­leiðslu­skip.

Jóannes Rasmussen og olja
Tað er uppá sítt pláss sein­ast í hesi analysuni at minn­ast aftur á orðini hjá okk­ara fræga jarðfrøðingi, Jó­annesi Rasmussen, sála. Í sam­røðu við Sosialin fyri 25 árum síðani vísti hann á, at oljan helst lá goymd úti í Het­lands­rennuni ella á hellingini, og at tað fóru at ganga meira enn 20 ár, til tøknin var so mikið framkomin, at man kundi fara niður eftir henni. Síðani tá eru gjørd nógv fund hinumegin markið. Eftir er “bara” at finna oljuna hjá okk­um eisini. Og hesin dagur er kanska ikki so langt vekk.
jan@sosialurin.fo