hevur kunnað tikið til sín og notið blíðskap í góðum vertskapi eins og vit onnur uttan at vera tikin av fótum. Vanligt er at so hvørt sum árini leggjast til, linkar virksemi, men hjá Ólavi hevur tað virkað [...] ikki eru farin so væl um seg, eru komin upp í ellisárini. Ilt er at meta um hetta. Sigast kann um hann, Ólav Hátún, at hann hoyrir undir tann seinna bólkin – ikki júst tí at hann er farin so serliga illa [...] ALT-røddina í blandaða kórinum. Tað hepnaðist ikki so væl. Vit báðir løgdu til av øllum alvi, so at okkara partur ikki skuldi liggja eftir. ALT-røddin skaraði so nógv framúr, at hon forkom tí vakra ljóminum
honum her á landi hava gjørt. Ja, so er tað tilfarið, sum tú arbeiðir við. Tað er sum at byggja ein bát, at strekkja kjølin, reisa, flekja og laða, so er báturin har .. ja, so stendur kórið har í øllum sínum [...] frumgróður, sum hevur gagnað so mongum til so mikla gleði, at bara Várharra veit um hetta at siga. Kanska veit Várharra heldur ikki alt, ella hann sigur; Sumt lati eg fara aftur við borðinum. Tí teldustýrda medvit [...] medvit hansara goymir at so mongum, at hann má velja og vraka á tí guddómsrikna harddiskinum; men kanska er tað so, at tað, sum ikki verður goymt, at tað er júst tað, sum ongantíð verður gloymt.... og her
seinnu hálvfinaluna á grasinum í dýrdarveðrinum hóskvøldið, so róðu liðini borð um borð fyrstu smáu fimmti minuttirnar. So kom hol á, og so var tað sera hendingarríkt og undirhaldandi. Tíverri, kunnu vit [...] finaluplássið, so var tað heilt spennandi. Fimm minuttir undan leikloki økti NSÍ til 3?1. Tá tóktist sum um alt var avgjørt, men B68 svaraði enn eina ferð aftur, og seinni hálvleikur gjørdist sum heild rættuliga [...] enn 3?2, og so fegnaðust innan menninir, sum longu eru farnir at gleða seg til ólavsøkudag. Tá fara teir fyrst at hyggja at, meðan Torbjørn, Bill og allir hinir fara at ganga í skrúðgongu, og so fara teir
okkara, at tað kann ikki gerast upp. Eins og ítróttur, og úr rúgvuni kann nevnast framúr góða úrslitið hjá dugnaliga hópi okkara á Oyggjaleikunum, so er tónleikur, ja list yvirhøvur ein stimbran av okkara [...] Varðar, sum ikki fúnast, men eiga ævigt gildi. Vit eiga at dyrka tað skapandi í okkum, framelska tað og so heysta grøðina, sum vit fáa ferfalt aftur. Sól, summar og saftísar Hetta hevur verið ein av upp [...] var als ikki føroyingur… Tað er tó ein søga fyri seg. Og hóast hann ikki var føroyingur, so er banadagur hansara á Stiklastøðum upprunin til okkara tjóðarhátið. Sig so ikki, at vit føroyingar eru ikki rættir
tað er ikki alt, sum okkum hóvar eins væl. Tolsemi er ein grundleggjandi kostur og treyt fyri fólkaræði. Vilja vit vera harðrend og tamba rættartrygdina, so ganga vit ørindi fyri tey, sum vilja siga heiminum [...] Tí er lóggávan broytt, so vinnan kann fáa tíðaravmarkaðan stuðul. Harumframt eru fíggingarmøguleikarnir til íløgur í fóðurframleiðslu betraðir, so innflutningurin av fóðuri kann minka. Hetta skal tryggja [...] røttu hjálpina so tíðliga, sum til ber. Í 2010 vóru Føroyar til hoyring hjá ST í barnarættindasáttmálanum. Har fingu vit nakrar ábreiðslur, sum vit síðan hava tikið til eftirtektar. Ein ábreiðsla var,
september. Vit trúgva og vóna, at Visjón 2015 kann gerast ein fólksins visjón. Ein tjóðarinnar visjón, sum vit øll taka undir við. Visjón 2015 er ikki ein fjarur dreymur. "Visjón 2015" verður "Føroyar [...] týdningarmikið mál, sum hevur fingið mikla umrøðu, og sum tað er átrokandi at greiða, eru trupulleikarnir við arbeiðs- og uppihaldsloyvum. Ein útlendingapolitikkur verður tilevnaður, sum hevur so breiða politiska [...] partar av okkara vinnu. Lond, sum vit fyrr sóu sum fjarskotin og tilafturskomin, eru í dag okkara kappingarneytar. Hetta eru lond, sum hava eitt lønarstig, ið bert er ein brotpartur av okkara. Vit noyðast
ung leita út í heim at ogna sær lærdóm og royndir. men at ein so stórur partur av okkara ungdómi leitar burtur, kann eisini vera ein vandi. Tí ein stórur partur kemur ikki heimaftur. Fróðskaparsetrið hevur [...] munandi. nýggj øki eru friðað, og gongst sum ætlað, kann fiskatilfeingið í føroyskum sjóøki fáa umhvørvisgóðkenning í seinasta lagi í 2015. Vit hava besta fiskin, ein kann hugsa sær. Vit eiga tí at seta okkum [...] land skal vera millum heimsins fremstu matvøruframleiðarar. Í næstum verður ein arbeiðsbólkur settur at gera uppskot til ein matvørupolitikk, ið skal lýsa, hvussu vit flyta okkum frá at vera rávøruútflytari
sonur, sum framvegis er solidariskur við menniskjunum. Tí Jesus varð freistaður, og at verða freistaður er at verða roynd ella royndur. Tað kann vera at vera í iva. Tað er at vera í kreppu, har ein avgerð [...] menniskja merkir, at hann tekur okkum sum vit eru. Og tá Guð vil hava við meg at gera, so kann eg eisini hava við meg sjálvan at gera. Men nú kemur framtíðin okkum ann, sum vit hoyrdu kórið syngja í sálminum [...] Trupulleikin er bara, at sambært søgnini var ein drekaungi eftir í holuni, og tí eydnaðist tað Jørundi at vinna á drekanum, men ikki á tí ónda, sum altíð kemur afturíaftur. Vit kunnu gera av við ein trupulleika
undirtøka sýnist vera fyri broytingum í løtuni, men at hendan lappaloysnin hevur fyribyrgt, at nakað veruligt verður gjørt. - Sum pakin fyriliggur nú, so er hann ikki skaðiligur. Eg dugi bara øgiliga illa [...] -Tað kann næstan vera líka mikið, um trýst verður á tann reyða ella tann grøna knøttin í Løgtinginum, tá atkvøðast skal um ólavsøkupakkan, sigur Magni Laksáfoss, fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum [...] innihaldið í pakkanum. -Eg haldi ikki, at nøkur grund er til at vera ímóti kreppupakkanum. Eg haldi ikki, at hann er skaðiligur. Hann ger bara ongan mun, sigur Magni Laksáfoss við Sosialin. Hann vísir eisini
skuldu slappa av, við dupultpedaltrummisløgum, sum ljóðaðu, sum maskinbyrsur í millum køldu betongveggirnar. Hetta var ein ordiliga spennandi bólkur, sum umframt at ljóða væl sá hamrandi væl út. Klæðini [...] ikki so tendraðir, sum oftað fyrr. Tann stóri pallurin gjørdi fjarstøðuna millum tónleikararnar dekan ov stóra, og hetta darvaði teir. Mynd: LamaSea Álvur ger klára Og so kókaði tað Lama Sea er ein fantastiskur [...] ikki er Føroya meistari í gittari ella sangi, so er hann ein fínur gittarleikari og sangari, sum dryppar av blues. Teir spældu eina ordiliga góða konsert, sum hevði fingið fólk at trampa við í bluesklubbum