Ólavsøkukonsertin
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tónleikaupplivingarnar vóru nógvar og góðar, summar enntá heilt góðar, men í tí lítið hugnaliga Kommunuskúlagarðinum standandi á hørðum svørtum asfalti, tyktust fleiri av bólkunum fullkomiliga feilbookaðir.
Ólavsøkukonsertin og kanska í stóran mun sjálv ólavsøkan er eitt ball. Fólk koma fyri at drekka seg full, syngja, dansa og hoppa til tónleik. Hetta er ikki ein lurtikonsert, tað var týðiligast, tá Deja Vu við eini góðari framførslu av droymandi og sveimandi tónleiki næstan tømdu Kommunuskúlagarðin. Men eisini tann annars sera góða framførslan hjá Go Go Blues var stórt sæð uttan samband við áhoyrararnar, tað var ikki fyrr enn í allar seinasta lagnum, at Go Go ordiliga fingu fatur í áhoyrarunum. Tim Christensen var tann einasti, sum spældi fyri einum rættiliga fullum garði, men eisini hetta virkaði galið, stórir partar av áhoyrarunum lurtaðu ikki. Hetta hóast Tim og bólkurin vóru fantastiska góðir. Har var ikki tann veitslan, sum plagar at vera, fólk ballaðust sjálvt um tónleikur var, ikki við tónleikinum.
Vandamikið trýst
Beint áðrenn Tim fór á pallin, vóru nógvir fløskuhálsar, tí so nógv fólk royndi at sleppa inn á konsertøkið. Hetta hevði stóran bíðirøðir við sær, bæði við sølulúkuna, og við inngongdina í garðin. Við inngondina stóð ein durðavørur við eitt lítið portur, og slapp einum og einum inn, trýstið var øðiligt, og tað kendist eina løtu hættisligt. Durðavørurin var heldur ikki sína uppgávu vaksin. Hann ilskaðist inn á trýstið, og royndi at kroysta aftur ímóti, fólk vóru sostatt illa kroyst. Hetta er sera óheppið og kundi havt ein sorgarleik við sær.
Tómt konsertøki
Tá Tim fór av pallinum hvurvu áhoyrararnir aftur. Terji og Føstufressar spældu fyri umleið helvtini av áhoyrarunum. Hetta er ein samleikakreppa hjá 20 ára gomlu konsertini, ið noyðist at endurskoða sítt konsept.
Um konsertin vil gerast til annað enn byrjanarballið á ólavsøku, og vil tekkjast eini eldri áhoyrarafjøld, so er Kommunuskúlagarðurin ikki eitt verandi stað. Betong og asfalt tykist øðiliga ósjarmerandi samanborið við sand og gras í hugnaligum bygdaumhvørvi. Eg skal verða tann fyrsti at viðganga, at eg ikki tími at standa í tímavís í Kommunuskúlagarðinum, um eg heldur kann sita á Gøtusandi ella niðri á Sand á Sandi. Umhvørvið má vera hugnaligt, tað er eitt krav frá eldru áhoyrarunum.
Men spurningurin er, um hví konsertin skal hava eldri áhoyrarar. Konsertin hevur havt yvir 3000 áskoðarar í nógv ár. Tað eru serlig yngru ólavsøkugestirnir, sum brúka konsertina sum eitt slag av byrjanarballi. Í ár mistu fyrireikararnir nógvar av hesum áhoyrarunum, møguliga tí teir, stutt sagt, ikki høvdu ráð til høga prísin á atgongumerkjum, sum var kroystur upp av dýru hýruni hjá Tim Christensen.
Harðligu Synarchy
Synarchy vunnu Pop Top konsertina, byrjaðu tí Ólavsøkukonsertina. Synarchy var sum ein ljóðmúrur við trummum, bassi, tveimum gittarum, ljómborðum og sangara. Tónleikurin var næstan symfonisktkendur tungmálmur við einum trummihelviti undir og sera vøkrum melodilinjum oman á, bornar av eini góðari orkumiklari songrødd. Sjálvt í teimum friðarligu pettunum minti trummuleikarin okkum á, at vit ikki skuldu slappa av, við dupultpedaltrummisløgum, sum ljóðaðu, sum maskinbyrsur í millum køldu betongveggirnar.
Hetta var ein ordiliga spennandi bólkur, sum umframt at ljóða væl sá hamrandi væl út. Klæðini vóru gjøgnumførd, og tónleikararnir headbangaðu og livdu og andaðu tungmálm á pallinum. Hetta var hvørki lurtaravinarligt ella pent, men harðligt og næstan djevilskt uppá tann feita mátan. Tá Synarchy spældi, var lítið av fólki komið á konsert, men teirra trúgvu áhoyrarar stóðu fremst og headbangaðu.
Sonur Óla í russarahúgvu
Side Effect gevur seinni í ár fyrstu fløguna út. Ólavsøkukonsertin var tí ein smakksroynd av hvat vit kunnu vænta okkum, og tað ljóðaði lovandi. Bólkurin hevur onkuntíð fyrr tykst rættuliga leitandi. Serliga hevur Ludvík Breckmann teirra MC ofta hevur vassað út, har hann ikki grinnur. Men á Ólavsøkukonsertini var alt hetta burtur. Bólkurin tykist at hava funnið sína hyll. Ludvík var betur enn nakrantíð fyrr. Hann hevur sterka útstráling á pallinum, og eina fína men rættuliga smala rødd. Tá hann heldur seg til tað, sum hann megnar, er tað ordiliga feitt, og tað gjørdi hann hesuferð.
Pápi Ludvík, Óli Breckmann var millum áhoyrararnar, og hann smíltist tá sonurin kom á pallin í russarahúgvu. Óli hevði onga viðmerking um framførsluna, men av smílinum at døma hugnaði hann sær. Tað hevði hann eisini orsøk til. Side Effect spældu góðan harðligan teknorokk, og gjørdu tað væl. Áhoyrararnir vóru ikki nógvir, men livdu væl við.
Tekstirnir vóru á enskum og føroyskum, og hóast rýmini tyktust eitt sindur hjálparleys í støðum, vóru tey sjarmerandi á onkran hátt.
Umframt teirra egnu løg, spældi Side Effect Murder #1 hjá MC-Hár, og teir spældu hann, sum hann altíð átti at verða spældur, inn í lagið vóru blandaði tekstpettir úr Ólavsøkurappinum, og henda eitt sindur freka tolking, riggaði ordiliga væl. Hetta lagið fekk fólki enn meira við, og tá Mikkjal Gaard úr Sic kom á pallin at syngja seinasta lag, kom ordiliga gott lív í.
Ikki so tendraður punkur
Føroya virknasti bólkur eitur Paradox. Teir tríggir ungu popp punkararnir hava spælt á hvørjum tanga seinastu tíðina, og hava á onkran hátt eisini megnað at spælt eina fløgu inn. Teir eru blaðungir, spæla ordiliga væl, og eru langt síðan vorðnir tannáringa idol í Føroyum. Løgini eru fín og fangandi, og tann unga røddin á sangaranum gevur popp punkinum eina ungan dám, sum klæðir honum. Tað er fantastiskt at hoyra ein blaðungan drong syngja "The innocense of childhood never dies". Tað sagt, so var Ólavsøkukonsertin nokk tann ringasta konsertin, eg havi sæð við Paradox. Teir tyktust ikki so tendraðir, sum oftað fyrr. Tann stóri pallurin gjørdi fjarstøðuna millum tónleikararnar dekan ov stóra, og hetta darvaði teir.
Mynd: LamaSea Álvur ger klára
Og so kókaði tað
Lama Sea er ein fantastiskur bólkur. Tá eg lurtaði eftir teimum á Ólavsøkukonsertini slóg tankin meg "Hava Lama Sea eingi miðal hampa løg". Øll løgini vóru hamrandi góð. Teir løgdu fyri við "Fitta sanginum", og eg var seldur í somu løtu, eisini hini løgini hjá bólkinum, sum "Everything I touch turns into gold" "He kicked my ass" og "Woody Allen" eru so ræðuliga fangandi og glað, at eg longu gleði meg til eina fløgu frá bólkinum. Teir tolkaðu eisini løgini "Take me on" hjá Franz Ferdinand og "You really got me" hjá The Kinks, og fingu løgini at ljóða, sum teirra egnu.
Teir eru Føroya glaðasti bólkur og tað smittar, eg hevði elskað at sæð Lama Sea seinni á konsertini við fleiri áhoyrarum. Tí sjálvt við so fáum áhoyrarum kókaði frammanfyri pallin.
Mynd: DejaVu Álvur ger klára
Og so rýmdi fólki
Deja Vu vóru uttan iva tann minst hóskandi bólkurin, sum spældi á Ólavsøkukonsertini. Framførslan var góð, teir spældu ordiliga væl, og tann sveimandi melodiski popp rokkurin var í støðum frálíkur. Serliga tað fyrsta lagið, tað sera Pink Floyd kenda "Confused", var gott. Men framførslan raplaði saman í "The River", sum slettis ikki riggaði. Hetta tømdi kommunuskúlagarðin. Hóast fleiri av hinum løgunum hjá bólkinum eisini vóru góð, var sambandi við áskoðararnar einki. Deja Vu egnar seg væl í intimari karmum, men á Ólavsøkukonsertini megnaði bólkurin slettis ikki uppgávuna.
Mynd: GoGoBlues Álvur ger klára
Føroya Meistarar
Go Go Blues vunnu luttøkuna á Ólavsøkukonsertini í Prix Føroyar. Teir eru allir framúrskarandi tónleikarar, Bólkurin er Føroya meistari í tónleiki, Rógvi er Føroya meistari í trummum, Arnold er Føroya meistari í bassi, og saman vunnu teir Prix Føroyar. Veika liðið Uni, er einki veikt lið. Sjálvt um hann ikki er Føroya meistari í gittari ella sangi, so er hann ein fínur gittarleikari og sangari, sum dryppar av blues. Teir spældu eina ordiliga góða konsert, sum hevði fingið fólk at trampa við í bluesklubbum kring allan heim. Men á Ólavsøkukonsertini tyktist bólkur eitt sindur feilbookaður. Tað var ikki fyrr enn dú dú dú lagið "Im gone" at ordiligt lív kom í. Men tá var eisini fyrsta ordiliga hoppiveitslan á konsertini.
Mynd: Poppkorn Álvur ger klára
Á, tey deiligu Poppkorn
Gentubólkurin Poppkorn spældi eina stutta konsert á stóra pallinum, meðan ljóðfólkið hjá Tim Christensen setti útgerðina upp. Hetta virkaði eitt sindur óruddiligt. Tónleikurin er upptikin áðrenn, men røddirnar eru lutvíst live. Tær spældu trý løg: "Get the party on", sum er eitt ordiliga vælframleitt og fangandi poplag, sum Kári Jakobsen hevur skrivað til tær, og Nalja løgini "Sjeikurin" og "Á, tann deiliga Havn". Eg hoyrdi tær á MjúS og tær hava ment seg nógv. Lillian, sum syngur, er, sum fødd til at standa á einum palli. Men á Ólavsøkukonsertini vóru eisini dansarinnurnar nógv betri. Tær hava vant við dansivenjara, og tað sáðst. Tó tyktist koreografiin eitt sindur ov fimleikakend, og kundi verið eitt sindur meira kekka.
Mynd: TimChristensen Álvur ger klára
Tim Christensen
Høvuðsnavnið á konsertini Tim Christensen fór á pallin eina løtu eftir miðnátt. Danski tónleikarin og tónasmiðurin hevur bæði, sum einstaklingur og í Dizzy Mizz Lizzy givið nógvan tónleik út av ymiskari góðsku, nýggjasta fløgan Honeyburst er friðarlig og innilig, og brýtur frá tí tónleikinum, sum Tim fyrr hevur gjørt. Hetta fjøllbroytni merkti eisini konsertina. Fyrstu løgini vóru í rokkutta endanum, uttan at verða serliga fangandi. Tað var ikki fyrr enn vakra inniliga lagið "Surfing the Surface", at konsertin gjørdist ordiliga góð, í rokkpettinum fór alt at kóka. Tíanverri slapp gittarleikarin Lars at syngja næsta lag, og tað var eitt ringt lag, hetta drap aftur allan stemningin.
Konsertin gjørdist tó betur og betur, við fleiri løgum av Honeyburst, sum "Whispering at the top of my lungs" og "Right next to the right one", í seinna lagnum vóru tendrarar og skrálandi áskoðarar í niðurløgunum. Tá teir spældu Dizzy Mizz Lizzy lagið "Silverflame" fór alt at kóka. Konsertin var ordiliga góð, serliga í teimum inniligu løgunum var tað frálíkt, men samstundis vóru karmarnir ikki serliga væl egnaðir til hetta slagi av konsert.
Mynd: Fostufressar Álvur ger klára
Á ferð í Fressaland
Terji og Føstufressar spældu øll tey gomlu føstufressaløgini og nøkur av teirra nýggju løgum, har vóru klassikarar sum "Kvøld á Tinganesi", "Lívið er á okkara gáta", "Mamma" og "Apokalypsa", og hæddarpunktið vakra lagið "Eyðstein". Føstufressar eru allir millum bestu føroysku tónleikararnar, og teir spældu, sum ein dreymur. Men tíanverri sang Terji ikki so reint alla tíðina, tað var rættuliga keðiligt, tí løgini og tónleikararnir vóru so øðiliga góð.
Umframt gomlu løgini vóru eisini nýggj føstufressaløg á skránni, okkurt hevur Terji longu spælt í Prix høpi, men har var eisini okkurt heilt nýtt. Tá Terji fór á pallin vóru nógvir av áhoyrarunum rýmdir, og tá hann fór av pallinum, rýmdi restin.
Eingin lurtaði og eingin svaraði
Ólavsøkukonsertin hevur ein keðiligan vana at taka fullkomiliga ókend donsk orkestur við føroyskum sangarum við á Ólavsøkukonsertina, og seta tey at spæla seint. Fyri nøkrum árum síðan var tað Rowan og í ár Super Sonic, har Edmund "fyrrverandi Chase" Jakobsen syngur. Bólkurin spældi væl, og hóast trummuleikarin ikki var nakar Føroya meistari, so var tónleikurin góður harður rokkur. Edmund brúkti røddina nógv annarleiðis, enn hann gjørdi í Chase, og tað klæddi honum. Men áhoyrararnir vóru slettis ikki við. Edmund dugdi slettis ikki at avlesa hetta, og bleiv við at spyrja áhoyrararnar: "Vilja tit hava rokk" uttan at nakar ønti honum aftur. Men hóast teir fullkomiliga líkaglaðu áhoyrarnar, sum hvurvu ein fyri og annar eftir, so blivu Super Sonic við at spæla.
Eittveitii
Tá Eager to Please endiliga sloppu á pallin, var klokkan tólv minuttir í fýra, konsertin hevði verið seinkað alt kvøldið, og fyrireikararnir høvdu kroyst so nógv nøvn inn á skránna, at einki pláss var fyri seinkingum. Tá Tim Christensen so spældi fleiri eykaløg, varð einki pláss eftir til seinasta bólkin. Hetta var synd fyri Eager to Please, og ov vánaligt fyriskipað.
Teir byrjaðu undir hinum orkesturnavninum Orkestriii her Vestriii og spældu útvarpshittið "Eittveitiii". Síðan fóru teir undir sína egnu skrá og løgdu fyri við "Iron man" hjá Black Sabbath. Teir 200 áhoyrarnir, sum enn vóru í garðinum vóru sera við uppá tað.
Tá klokkan gjørdist fýra varð ljóðannleggið sløkt, men Eager to Please spældu víðari, aftan á eina løtu var eisini ljóðið á pallinum sløkt, og tá góvust teir. Bólkurin spælir sín 70ára rokk framúr væl, og hevði uppiborðið at sloppið at spælt.