Ólavsøkurøðan '09

Ólavsøkurøðan hjá Selmu Ellingsgaard, forkvinna

í Starvsmannafelagnum

Ólavsøka, bara orðið elur eina kenslu av aldargamlari søgu, mentanararvi, barnalátri, kegli aftanvert eitt húsahorn, seigum áratøkum, ljósareyðum candyfloss, tónleiki og gleimi, ja tí at vera føroyingur.

– Ólavur, hann var jú ikki var føroyingur… Hmmm… Hann var als ikki føroyingur… Tað er tó ein søga fyri seg. Og hóast hann ikki var føroyingur, so er banadagur hansara á Stiklastøðum upprunin til okkara tjóðarhátið. Sig so ikki, at vit føroyingar eru ikki rættir norðurlendingar, heimsborgarar - og tolsamir heimsborgarar, ið duga at dyrka tað, ið ikki bert er alt í føroyskari mold.

Ólavsøka hevur verið og er hátíðin, ið savnar okkum øll. Vit gloyma dagsins stríð og strev og liva og njóta lívið nakrar kærkomnar dagar.

Havnin savnar okkum og heimsins nalvi gerst eisini Føroya nalvi hesar dagar. Tá eru vit samd um, at Havnin er okkara allra, bæði býarbúgvar og bygdafólk.

Og tað er sjálvsagt, at neyðugt er at vit standa saman um okkara høvuðsstað. Vit eiga bert tann eina. Tað merkir ikki at útjaðarin skal gloymast, als ikki, men tað stríð, ið mangan kennist millum høvuðstað og útjaðara gagnar okkum ikki. Urbaniseringin hevur nú vart í øldir og at hon hvørvur, tað er utopi. Heldur skulu vit gloppa hurðar og síggja møguleikar. Og her er m.a. ferðavinna avgjørt ein góð íløga. Øll tey mongu sermerktu og servøkru støð vit eiga, teir mongu møguleikar fyri tiltøkum á teim ymsu støðunum. Bert hugflogið setur mørkini og sera áhugaverd átøk eru sjósett.

Sum Admiral Lord Nelson eiga vit at seta kikaran fyri blinda eygað - um vit síggja forðingar.

At standa saman er ein fortreyt fyri einum samfelag, ið skal hýsa okkum øllum. Tí eru dagarnir, tá vit savnast og saman gleðast so týdningarmiklir fyri samfelagsligu menningina og gróðurin.

Ymsu stevnurnar kring landið hava í mong ár eisini átt henda savnandi leiklutin. Bæði sum mentanarberi og samhaldsstyrkjari.

Seinnu árini hava stórir tón­leika­festivalar eisini vunnið frama og eru hesir nú ein týðandi táttur at branda okkara oyggjaland og fyri okkum sjálvi at savnast um tað undrið tónleikur er.

Vit eiga slíkan ríkdóm í evnaríku tónleikarum okkara, at tað kann ikki gerast upp. Eins og ítróttur, og úr rúgvuni kann nevnast framúr góða úrslitið hjá dugnaliga hópi okkara á Oyggjaleikunum, so er tónleikur, ja list yvirhøvur ein stimbran av okkara kenslum og okkara tilvitan um margfeldni.

Vit eiga eitt ovurstórt tilfeingi. Duga vit tó at gagnnýta og menna tað? At gera íløgur í hesa kenslustimbran og kveikjan. Ella eru tað framvegis grótrúgvur, asfalt og hol?

Lívið er ein gáta og soleiðis eisini tær raðfestingar, vit hava sæð alt ov nógvar av. Hugsið tykkum at raðfest vitan, tónleik, arkitektur, bókmentir, yrkta eins og málaða list eins høgt. Hesar sterku varðar, ið hava staðið frá Haralds tíð. Varðar, sum ikki fúnast, men eiga ævigt gildi.

Vit eiga at dyrka tað skapandi í okkum, framelska tað og so heysta grøðina, sum vit fáa ferfalt aftur.

Sól, summar og saftísar

Hetta hevur verið ein av upp­skrift­unum til lív og glaðar dagar hjá okkum seinastu vikurnar. Og so hevur ein ávísur ”pakki” eisini verið ovast á breddanum í øllum hitanum.

Orðið pakki hevur fingið eitt nýtt innihald. Tað plagdi at merkja nakað spennandi, forvitnisiligt og gleðiligt. Nú hevur hugtakið fingið annan klang. Enn forvitnisligt, tó eisini tokukent, ófrættakent og sum trøllið í dósini. Nógva umrøðan og gitingarnar um nakað óítøkiligt loypir ekka á fólk og nakkahárini reisast.

Ikki sørt sum við heimsins búskapar­kreppu. Neoliberalisman er dumpað og vit skulu sláa manngarð og veruliga hjúkla um okkara vælferðarsamfelag. Hvussu nógv av stagnatiónini, skerjingunum, uppsagnunum og syrgiligum støðunum eru ikki eisini skaptar av øsing og gitingum og krepputosi í kjalarvørri falli neoliberalismunar. Ivasamar skerjingar, har lagt verður uppfyri, so kreppan gerst ein sjálvuppfyllandi profeti. Og avgjørt við negativum avleiðingum.

Tað er so umráðandi at lyfta hetta mistreystisokið.

 

Heimurin hevur júst mist okkara mæta popkong. Michael Jackson ríkaði heimsins tónleikaskatt og eigur fleiri sangir, ið, settir í sam­band við dagsins støðu, lýsa tær avbjóðingar, vit sum heimssamfelag enn standa yvirfyri og nú kanska størri og meiri umfatandi enn áður.

Stutt undan jólum verður veður­lagstoppfundur í Keypmannahavn og skulu heimsins lond gera avtalu, sum má og skal merkja eina avgerandi vend í okkara troyting av Móðir Jørð.

Longu fleiri ár eru gingin, síðani Michael Jackson, saman við øðrum tónleikasnillingum, gav og bað okkum:

 

Heal the world

Make it a better place

For you and for me

And the entire human race

There are people dying

If you care enough for the living

Make a better place

For you and for me

 

Og leita vit aftur til 1985, og tá saman við eitt nú Harry Belafonte, Ray Charles, Bob Dylan, Al Jarreau, Waylon Jennings, Billy Joel, Willie Nelson, Lionel B. Richie, Smokey Robinson, Kenny Rogers, Diane Ross, Paul Simon, Bruce Springsteen, Tinu Turner, bara fyri at tríva í nøkur úr rúgvuni:

 

We are the world

We are the children

We are the ones who make a brighter day

So let's start giving

There's a choice we're making

We're saving our own lives

It's true we'll make a better day

Just you and me

 

Og hesi orð kunnu í dag teingjast at veðurlagsbroytingunum. Tað vóru ikki hesar, ið vóru upprunin til hesi heimskendu og elskaðu løg, men hungursneyð, órættur og tvørrandi solidaritetur. Hesum órættum hava vit ikki enn vunnið á og afturat hesum stóru avbjóðingum hava vit nú, í okkara stremban eftir jarðiskum góðsi, troytt okkar jørð so nógv, at henda ikki veruliga munagóð inntriv, so hava vit rænt framtíðina frá okkara eftirkomarum.

 

Vit føroyingar hava eisini skyldu til at taka tøk á umhvørvisøkinum.

Vit mugu og skulu taka hetta í ramasta álvara og geva okkara íkast til grøna orku.

Sjálv eri eg av Eiði og so væl­sign­­að, at eg havi slitið mínar barnaskógvar í framúr vakrari náttúru og nær tveimum vøkrum vøtnum. Annað vatnið, av okkum kallað Suðuri á Vatni, og annars Eiðisvatn, varð tikið og verður í dag brúkt sum ískoyti til orkuframleiðslu og er samstundis við til at minka um dálkingina, koltvíiltu útlátið, ið hóttir okkum øll.

Tað er gleðiligt at hoyra, at SEV ætlar at leggja doyðin á aðra orku, enn byrgingar og vatnorku at vinna grøna orku. Vit kunnu ikki loyva okkum at gera so stór inntriv í náttúruna og oyða djóralív, fuglalív og plantulív og taka spæliplássini frá børnunum.

Loysnir mugu finnast, ið bæði taka hædd fyri umhvørvinum í mun til grøna orku og eisini umhvørvinum í mun til trivnaðin.

Áhugavert átak í samstarvi millum SEV og DONG Energy er el-bilurin, ið fleiri - og serliga menn (vit kunnu undrast..?) sluppu at royndarkoyra herfyri.

Onnur áhugaverd átøk hava verið umrødd í miðlunum, millum onnur alduorku og sjóvarfallsorka. Vit hava gyltan møguleika at slóða fyri og tað er ikki á hvørjum degi.

 

Nú er upptøkulið herheima og lata norska skaldsøgu í filmsins ham. Buzz Aldrin fer ivaleyst eisini at branda okkum uttanoyggja. 20. juli eru 40 ár síðani Buzz Aldrin sjálvur annar steig fótin á mánan og dagurin Neil Alden Armstrong segði heimskendu orðini: "That's one small step for man, one giant leap for mankind."

Lat okkum vóna, at eisini Keyp­mannahavnaravtalan verður: “Eitt risafet fyri mannaættina”

Og so er tað stuttligt at spæla við orðini og spyrja um Aldrin Buzz, ikki stríðir móti Kyoto og komandi Keypmannhavnaravtaluni? Og buzzarnir eru enntá ókeypis í Havn…

Sum Piet Hein segði: Den, der kun tager spøg for spøg, og alvor kun alvorligt; han og hun har faktisk fattet begge dele dårligt.

Lógvatak

Vísu orð mæta skald okkara, Hans Andrias Djurhuus, eru enn galdandi, tó framborðin í 1904:

 

Saman at halda varð ei okkum givið,

Tí er so lítið burturúr her blivið,

Tí enn vit tala, men ov lítið gera

Samanhald má vera

 

Mín vón og framtíðardreymur er, at vit, bæði sum tjóð og heims­samfelag, megna at samstarva og gera avtalur um stórmálini, tó vit ikki eru samd um alt. At vit herheima megna at vera víðskygd og standa saman um langtíðar- og lívgevandi íløgur. - Og at tit fólkavaldu sáa vónir, ikki ótta!

Samstarv og samskifti eru ganda­orð og grundarlagið undir einhvørjum framburði.

Ósemjur og tvístøður, ja, tær eru sprotnar úr tvørrandi samstarvi, tvørrandi samskifti og tvørrandi virðing og tolsemi.

Lat samhaldsfesti, samstarv og virðing verða bláa tráðin, ið vísir veg og leiðir okkum inn í eina nýggja tíð á okkara bláu gongustjørnu.

Og meðan miðnáttarsangurin ljómar, fari eg at kaga mót himmal­hválvinum og teska: Yes we can - ja, vit megna!

Vælkomin til Havnar ynskir ein eiðiskvinna á Argjum tykkum og eina framúr góða og litríka ólavsøku og vónríka framtíð.