Ólavsøkurøða løgmans 2005

Harra formaður.
Hvar enn vit eru stødd á politiska pallinum, so ynskja vit øll, at Føroyar skulu vera eitt gott land at búgva í - eitt vælferðarsamfelag.
Einar Føroyar við einari vælferð, sum ger, at vit øll eiga møguleikan til eitt virðiligt og virkið lív.
Føroyar eru eitt gott land at búgva í, eingin ivi um tað. Men í løtuni er tíverri stillstøða í búskapinum, og ikki allir partar í samfelagnum virka nóg væl.
At tíðirnar skifta, er einki nýtt fyribrigdi, tí føroyski búskapurin hevur altíð verið opin og ávirkaður av til dømis altjóða fiskaprísum, rentustigi og oljuprísum. Vit mugu tó sanna, at støðan í dag er øðrvísi, enn vit onkuntíð fyrr hava sæð. Alheimsgerðin við broyttum handilsmynstri landanna millum hóttir partar av okkara vinnu.
Lond, sum vit fyrr sóu sum fjarskotin og tilafturskomin, eru í dag okkara kappingarneytar. Hetta eru lond, sum hava eitt lønarstig, ið bert er ein brotpartur av okkara.
Vit noyðast tí at viðurkenna, at vit frameftir ikki kunnu byggja okkara kappingarføri á, um vit hava eitt lágt lønarlag, ella um vit hava eitt tilfeingi svimjandi kring oyggjarnar, men vit mugu alt meira byggja kappingarførið á okkara vitan og hegni til at skapa nýggjar vinnur, samstundis sum vit áhaldandi menna og betra um verandi vinnu.
Føroyar 2015
Føroyar standa á einum vegamóti.
Hetta krevur, at stórar politiskar avgerðir verða tiknar.
Tað eru avgerðirnar, vit taka nú, sum skulu vísa, um vit megna at tillaga okkum treytirnar í einum alheimsgjørdum búskapi.
Tað var í hesum anda, at landsstýrið um ársskiftið setti sær fyri at gera eina heildarætlan - eina strategi - fyri samfelagið. Eina ætlan, sum røkkur nógv longur enn hetta valskeiðið.
Ivaleyst hava fleiri hug at spyrja: "Visjón fyri 2015 - og so ikki megna at loysa teir trupulleikar, sum hoyra degnum í dag til ? Hví 2015 og ikki 2005 ?"
Men kanska er tað júst tí, at vit ikki hava lagt dent á langtíðarætlanir, at vit ferð eftir ferð verða tikin á bóli av dagsins trupulleikum. Eru tíðirnar góðar, sum tær hava verið, so hava vit lyndi til ikki at síggja fram um nøsina, tí alt gongur jú upp á stás. Eru tíðirnar hin vegin verri, sum tær eru nú, so halda vit, at vit hava nóg mikið í dagsins trupulleikum. Úrslitið er so, at vit geva okkum ikki stundir til at taka stórar og framskygdar avgerðir.
Visjónin er, at Føroyar í 2015 verða millum bestu lond at virka og liva í. Vit ynskja, at Føroyar skulu verða samfelag við sterkum búskapi, har arbeiði er til allar hendur, og har dygdargóðar sosialar skipanir tryggja øllum eitt virðiligt lív.
Skulu vit røkka hesum máli, er neyðugt við greiðum og framsóknum ætlanum.
Eg vil nýta hetta høvið at taka fram nakrar høvuðstættir í tí ætlan, landsstýrið í løtuni arbeiðir við.
Alheimsgerðin
Ein av grundarsteinunum undir Visjón 2015 er, at Føroyar skulu vera virknar í alheimssamfelagnum. Til tess krevst, at øll lið í samfelagnum vera við, soleiðis at vit kunnu taka við teimum avbjóðingum og møguleikum, sum alheimsgerðin hevur við sær.
Landsstýrið ynskir at styrkja samstarvið við Evropa, og hevur tí sett sær fyri at fara undir samráðingar við Evropasamveldið um ein víðkaðan samstarvssáttmála, sum umfatar tey fýra frælsini - vørur, tænastur, kapital og persónar.
Sáttmálin skal eisini lata upp fyri samstarvi um t.d. gransking og tøkniliga menning, kunningartænastur, umhvørvi og útbúgving.
Ein sáttmáli av hesum slag við ES vil skapa karmar fyri tættari politiskum og búskaparligum samstarvi millum Føroyar og restina av Evropa.
Landsstýrið hevur somuleiðis sett sær fyri, at Føroyar skulu søkja um limaskap í EFTA. Í verandi støðu fer slíkur limaskapur ikki at gera Føroyar til part í EBS samstarvinum, men vil fáa í lag, at Føroyar vinna sær tey fýra frælsini við Ísland, Noreg, Sveis og Liktinstein. Harumframt kunnu Føroyar fáa fríhandil við tey fjúrtan triðjalondini, ið EFTA hevur fríhandilssáttmálar við, og sum umboða 290 mió. fólk.
Útbúgvingarreformur
Annar grundarsteinur undir Visjón 2015 er útbúgving.
Tað verða útbúgving og vitan, ið verða avgerandi fyri, hvussu vit megna at møta framtíðar avbjóðingum. Útbúgving er besta íløgan, sum menniskjað og samfelagið kunnu gera í framtíðina.
Neyðugt er við einum útbúgvingarreformi.
Fyri ikki so nógvum árum síðan var almenna hugsanin, at eftir lidnan fólkaskúla bíðaði arbeiðsmarknaðurin. At fara undir víðari lestur var ikki fyri øll, og fleiri taldu dagarnar, til skúlin var liðugur, tí nú byrjaði lívið. Heilt soleiðis er ikki longur. Tí greitt er, at í nútíðarsamfelagnum kann arbeiðslívið gerast trupult, hevur tú ikki eina førleikagevandi útbúgving.
Tað er tí hugaligt at síggja, at ungdómar í dag eru tilvitaðir um, at útbúgving er atgongumerki til eina góða yrkisleið. Tey ungu hava ásannað, at arbeiðsmarknaðurin er broyttur. Skulu tey hava framgongd, er útbúgving ein fyritreyt.
Vit eru tó ikki komin á mál, langt frá tí, tí hóast okkara hagtøl ikki eru heilt neyv, er greitt, at útbúgvingarstøðið í Føroyum stendur ikki mát við fremstu lond í heiminum.
Ein fyritreyt fyri, at hesin partur av visjónini gerst veruleiki, er, at vit politikarar, lærarar, foreldur og myndugleikar hava sama mál. Tað mál, at hvørt barn og hvør ungdómur skal sleppa at menna eginleikar sínar til fulnar - einki annað er nóg gott!
Okkara mál er tí:
"at allir fólkaskúlanæmingar fáa eina góða og mennandi grundútbúgving, sum tryggjar, at teir hava førleika at fara víðari til eina miðnámsútbúgving
"at allir ungdómar fáa eina miðnámsútbúgving ella yrkisútbúgving
"at minst helvtin av okkara ungdómi fær hægri útbúgving

Útbúgving skal raðfestast fremri enn nakrantíð.
Lærarin hevur eitt týdningarmikið og ábyrgdarfult starv. Hjá honum liggur ein sera stór avbjóðing, tí tað er hann, sum skal fáa hvønn einstakan næming at mennast.
Ein av størstu uppgávum verður at menna verandi lærarar og at seta nýggjar og eins góðar kreftir við. Sama er við skúlaleiðslunum. Hesar eru avgerandi fyri, hvørt skúlar virka til fulnar.
Ein góð skúlabyrjan er avgerandi fyri, hvussu skúlagongdin fer at eydnast. Vit ynskja tí at styrkja um skúlabyrjanina, so at skúlin frá fyrsta degi fjálgar um hvønn einstakan næming.
Málførleikin í føroyskum skal betrast, samstundis sum styrkt verður um undirvísingina í enskum, so at næmingarnir í fólkaskúlanum duga líka væl enskt, og teir í dag duga danskt.
Vit mugu leggja munandi størri dent á at taka kunningar- og samskiftistøknina við í undirvísingina í fólkaskúlanum.
Vit seta dygdarmetingarskipan av fólkaskúlanum í verk, soleiðis at vit kunnu meta um og fylgja við førleikanum hjá næmingum og skúlum.
Vit hava sett okkum fyri at endurskoða miðnámsútbúgvingarnar. Ætlanin er at gera nýggja miðnámsútbúgvingarskipan, og neyðugar íløgur verða gjørdar í skúlabygging.
Arbeiðsmarknaðarútbúgvingar, sum kunnu tryggja vinnuni starvsfólk við neyvum førleika, skulu setast á stovn. Eitt nú er tørvur á einum hotell- og matstovuskúla, sum skal útbúgva kokkar, tænarar, ferðaleiðarar og onnur, sum starvast í hesi vinnu.
Møguleikar skulu vera at umskúla fólk á arbeiðsmarknaðinum, so at tað verður lættari at laga seg til nýggjar vinnur.
Umhugsað verður at seta í verk eina skipan, har arbeiðsleys kunnu fáa sær eina styttri útbúgving, samstundis sum tey fáa útgoldið eina upphædd, ið svarar til arbeiðsloysisgjaldið.
Vit ætla at seta á stovn lærdan háskúla, ið skal fevna um eitt nú hægru útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum, útbúgvingar til sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar og pedagogar eins og hægri útbúgvingarnar á Handilsskúlanum. Somuleiðis eigur ein KT-kjarni við bachelor-, master- og Ph.D.-útbúgvingum at verða skipaður, eins og ein masterútbúgving í løgfrøði.
Gransking og nýmenning
Gransking og nýmenning er ein triði grundarsteinur undir Visjón 2015.
Vit skulu stimbra hugskotsmenning, so at nýggir vinnumøguleikar verða skaptir.
Okkara mál er, at í 2015 verða 3% av BTÚ nýtt til gransking og menning, harav eigur helvtin at koma frá tí almenna og helvtin frá tí privata.
Landsstýrið ætlar at seta á stovn ein grunn til at fíggja gransking og nýmenning. Sum innskot í grunnin skal fara ein triðingur av inntøkum landskassans frá einskiljingunum - upp til 1 mia. kr.
Setast skal á stovn ein granskingarlund, sum skal leggja dent á lív- og ílegutøkniska gransking. Hesin stovnur skal hava ein miðsavnandi leiklut í at brúka granskingarúrslit til vinnulig endamál, og soleiðis gera sítt til, at føroyskar fyritøkur og vørur standa seg í aljtóða kapping.
Granskingarumhvørvið verður styrkt við m.a. at fáa í lag samstarv millum granskingarstovnar og lærda háskúlan. Somuleiðis er neyðugt at styrkja netverk og samstarv við útlond, millum annað við luttøku í ES-verkætlanum, har okkara samstarvsmøguleikar vaksa munandi, um vit sjálvi hava eitt sterkt og virkið granskingar-umhvørvi.
Til tess at samskipa játtanirnar til gransking skal verandi granskingarbygnaður umskipast. Sett verður á stovn Føroya Vísindaráð, ið skal orða yvirskipaða granskingarpolitikkin, raðfesta og veita fíggjartrygd. Í ráðnum sita løgmaður, avvarðandi landsstýrismenn og umboð fyri vinnu og gransking.
Íverksetan
Ein fjórði grundarsteinur er íverksetan. Fyri okkara kappingarføri er tað serliga týdningarmikið, at vit hugsa um íverksetan og produktivitet.
Okkara íverksetarar skulu hava bestu fyritreytir. Tað merkir íverksetaraskipanir, fíggingarmøguleikar, góð skattlig viður-skiftir, greiðar lógarreglur, smidlig fyrisiting - og positivan íverksetanarhugburð sum heild.
Landsstýrið fer at virka fyri at broyta viðtøkurnar hjá Framtaksgrunninum, so at grunnurin oftari enn nú leggur seg eftir at gera íløgur í nýtt virksemi við tolnum og váðafúsum kapitali.
Landsstýrið ætlar at samskipa stuðulsskipanir til tess at geva vinnuligum verkætlanum lættari atgongd til kapital og fer at skapa góðar karmar fyri granskingar- og sáðkapitalgrunnum og einum venturekapitalmarknaði.
Føroyingar eru sera gávuríkir.
Tað fingu vit enn eina ferð prógv um undir drotningavitjanini herfyri, tá vit upplivdu, hvussu nógv fólkið runt um í landinum hevði at vísa fram, og hvussu væl varð skipað fyri. Mongu summartiltøkini bera sanniliga boð um hetta sama.
Vinnuspírar skorta ikki. Teir skulu bara fáa møguleika at vaksa, so at teir eisini kunnu geva vinnuligt íkast.
Kunningar- og samskiftistøkni
Ein fimti grundarsteinur er kunningar- og samskiftistøkni.
Nýtslan av kunningar- og samskiftistøkni í einum samfelagi hevur stóran týdning fyri produktivitetin og harvið eisini fyri búskaparvøksturin, so sum OECD - felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning - eisini hevur víst á.
Landsstýrið er samt um, at tað almenna hevur týðandi uppgávur, tá ið tað snýr seg um at menna nýtsluna av kunningar- og samskiftistøkni.
Landsstýrið ætlar:
"at 15% av húsarhaldunum hava breiðband við árslok í 2006, og at útbreiðslan við árslok í 2008 er millum fimm tær bestu í OECD
"at fyrisitingin miðvíst skal talgildast, so borgarar og virki kunnu avgreiða síni viðurskifti við tað almenna elektroniskt
"at í 2006 skulu allir føroyingar hava høvi til ókeypis at ogna sær eina talgilda undirskrift. Í minsta lagi 30% av øllum føroyingum skulu hava útvegað sær talgilda undirskrift í 2007
Einskiljing av almennum fyritøkum
Ein sætti grundarsteinur undir visjónini er tann heildarætlan, sum landsstýrið nú leggur til tess at einskilja ymsar fyritøkur og ognir hjá landskassanum.
Endamálið við at einskilja er millum annað at skipa greitt mark millum almenna og einskilda geiran, at víðka um møguleikan hjá fólki og fyritøkum at gerast partaeigarar og at frígera almennan kapital.
Ætlanin fevnir um at einskilja Føroya Banka, Atlantsflog, Føroya Tele, Farmaleiðir og Føroya Lívstrygging. Somuleiðis er ætlanin at selja útlánsrøðirnar hjá Húsalánsgrunninum í 2006 í sambandi við, at grunnurin verður umskipaður við nýggjum bústaðarpolitiskum endamáli. Framtaksgrunnurin hevur boðað frá, at Fiskavirking verður boðin út til sølu í heyst.
Einskilt verður eftir leiðreglunum hjá landsstýrinum, ið byggja á opinleika og fult gjøgnumskygni.
Vælferð
Eg legði fyri við at siga, at endamálið við visjónini er at skapa vælferð. Vælferð fyri tann einstaka og vælferð fyri samfelagið alt.
Tí í Føroyum skulu vit trívast og mennast, og øll skulu hava sømulig lívskor í einum tryggum vælferðarsamfelagi. Samhaldsfesti og ábyrgd millum borgara og myndugleika skulu vera í hásæti.
Vælferðarsamfelagið skal støðugt endurskoðast og nýskipast. Ein virkisætlan fyri brekað-politikk skal leggjast til rættis, so at vit røkka tí atkomiliga samfelagnum, har fólk við breki hava somu møguleikar at vera við í samfelagsvirkseminum sum onnur.
Eitt vælferðarráð skal útgreina, ráðgeva og birta upp undir breitt kjak um vælferðarviðurskifti.
Fólksins visjón
Rúmd er ikki í hesi røðu at viðgera allar lutir í Visjón 2015. Eg havi nevnt nakrar av grundarsteinunum, men sjálvandi kemur ætlanin at fevna um eina røð av øðrum týdningarmiklum viðurskiftum - so sum skatta- og vinnupolitikk, mentan, kommunuskipan, samferðsluútbyggingar, orku- og umhvørvismál, arbeiðsmarknaðar-viðurskifti og hagtøl.
Í heyst fer landsstýrið at koma við einum breiðari og meiri útgreinaðum teksti um, hvørji ítøkilig mál, ið landsstýrið ynskir at seta fyri samfelagið.
Vit ynskja eitt breitt orðaskifti um hesar ætlanir, og fyrsta stigið verður at leggja eitt vinnupolitiskt rit fyri løgtingið til aðalorðaskiftis í september.
Vit trúgva og vóna, at Visjón 2015 kann gerast ein fólksins visjón. Ein tjóðarinnar visjón, sum vit øll taka undir við.
Visjón 2015 er ikki ein fjarur dreymur. "Visjón 2015" verður "Føroyar 2015", um ætlanin fær undirtøku. Ikki bert politiska undirtøku - frá samgongu og frá andstøðu - men undirtøku í øllum liðum í samfelagnum. Hjá landsmyndugleikum, kommunum, í vinnulívi, millum verkamannafeløg, arbeiðsgevarafeløg og ikki minst hjá áhugafeløgum og hvørjum einstøkum borgara.
Støðan í dag
Hyggja vit at støðuni í samfelagnum, eru útlit fyri, at búskaparliga stillstøðan heldur fram.
Fólkatalið veksur tó framvegis. Í 2004 vórðu vit 165 fleiri, soleiðis at vit við ársskiftið vóru 48.379 fólk.
Arbeiðsloysið er framvegis minni í Føroyum enn í Norðurlondum sum heild, men hóast seinastu tølini vóru lækkandi, liggur tað um 4%. Støðan í Suðuroy er verri enn aðrastaðni í landinum. Har er arbeiðsloysið oman fyri 8%, tó at har hómast ávís framgongd.
Prísvøksturin er lítil, og hóast stór spjaðing er millum ymsu vørubólkarnar, var miðal prísvøksturin minni enn 1,7% seinasta ár.
Frá 1989 til 2003 høvdu Føroyar eitt avlop á handilsjavnanum, um skipini ikki verða uppítald, men síðan hevur verið hall. Í fjør var hallið 80 mió. kr.
BTÚ verður í løtuni mett at liggja um 10 mia. kr.
Búskaparliga støðan og stóra skerjingin í heildarveitingini síggjast aftur í landskassans rakstri. Roknskapurin fyri 2004 vísti hall uppá 152 mió. kr.
Búskapurin er í løtuni merktur av bæði afturgongd í konjunkturunum og stórum altjóða avbjóðingum. Av hesum ávum hevur stígur verið í tí búskaparligu framgongd, sum vit annars hava upplivað árini frammanundan.
Búskapurin hevur hesi seinastu trý torføru árini kortini víst seg at vera nóg mótstøðuførur, so at vit ikki hava fingið stórt arbeiðsloysi, fráflyting ella umfatandi sosialar trupulleikar. Tað almenna hevur verið ført fyri at virka stabiliserandi, tí fíggjarliga mótstøðuførið er gott. Fleiri av vinnunum hava eisini víst seg at hava verið nóg sterkar til at varðveita arbeiðsplássini.
Høvuðsmálið við rikna búskaparpolitikkinum er at stimbra virksemið mest møguligt, so búskaparpolitisku raðfestingarnar fara at virka arbeiðsskapandi. Nú eingin vøkstur er í inntøkum landskassans, er avbjóðingin at leggja fíggjarpolitikkin soleiðis til rættis, at hallið á fíggjarlógini ikki veksur, samstundis sum fíggjarlógin ikki skal tálma virkseminum í landinum.
Konjunkturarnir venda - tað vita vit. Men at fáa eina smidliga og væleydnaða tillaging av búskapinum til broyttar altjóða fortreytir, tað krevur meira av okkum sum samfelag. Tað krevur, at vit hava evni og dirvi til at broyta vinnuliga bygnaðin, hóast tað gongur summum ímóti og krevur aðrar vinnuligar reglur enn tær, vit eru von við.
Átøk, sum landsstýrið fer at fremja
Limaskapur í sonevndu kumuleringsskipanini verður nú veruleiki. Skipanin fer at geva føroyskum vinnulívi breiðari rávørugrundarlag og betri kappingarføri.
Nýggjur sáttmáli við Ísland, ið fevnir um tey fýra frælsini, verður eftir ætlan undirskrivaður seinast í august.
Landsstýrið fer at nútímansgera FAS-skipanina, so hon kann gerast eitt størri íkast til búskapin
Tryggingarlóggávan skal broytast, so at hon samsvarar við ES-lóggávuna. Útlendsk tryggingarfeløg fara at kunna virka í Føroyum, og føroysk tryggingarfeløg fáa atgongd til útlendskar marknaðir.
Nú ein munandi størri upphædd er avsett á fíggjarlógini til menningarhjálp, ynskja vit at menna okkara førleika í menningar- og neyðhjálpararbeiði.
Millum annað verður arbeitt við eini verkætlan í Peru, har okkara vitan og førleiki á fiskivinnuøkinum kann gera stóra nyttu. Ætlanin er at fáa sáttmála undirskrivaðan við Peru, sum umframt ítøkiliga menningarhjálp eisini fevnir um fríhandil og fiskivinnusamstarv.
Í seinna útbjóðingarumfarinum fingu átta oljufeløg loyvi at leita eftir og framleiða olju og gass. Hetta eru týdningarmikil stig á leiðini at staðfesta, um farast kann undir vinnuliga kolvetnisframleiðslu á føroyskum øki. Royndarboringar verða næsta summar.
Á fiskivinnuøkinum verða fiskidagarnir komandi ár uppgjørdir á annan hátt. Frá at rokna í døgum, verður nú roknað í tímum. Landsstýrið arbeiðir við at gera fiskivinnuna burðardyggari, so at fiskatilfeingið verður gagnnýtt til fulnar.
Landsstýrið mælir til, at niðurskurðurin í fiskidøgum komandi fiskiár verður 2%. Harumframt verður mælt til, at fiskidagatalið fyri ymisku veiðibólkarnar verður lækkað, soleiðis at broytingin í útrokningini ikki økir veiðitrýstið.
Vit fara í heyst at áseta neyvari reglur um fiskiskapin eftir svartkjafti undir Føroyum, millum annað so at svartkjaftaskip ikki sleppa at royna, har hjáveiða av botnfiski er ov stór.
Landsstýrið leggur dent á at varðveita og menna verandi møguleikar, sum fiskiveiðuavtalur við onnur lond og millumlanda felagsskapir geva. Harafturat verður arbeitt við at útvega fjarfiskiflotanum nýggj veiðurættindi.
Landsstýrið fer at orða ein yvirskipaðan orkupolitikk og dagføra lóggávuna viðvíkjandi framleiðslu, flutningi og sølu av ravmagni, so at framtíðar orkuútbygging fer væl við náttúruni.
Løgtingið hevur samtykt nýggja havumhvørvisverndarlóg, og í næstum verða kunngerðir settar í gildi, sum fara at áleggja skipum og bátum at avhenda burtur-kast, oljuleivdir og spillivatn til móttøkustøðir á landi.
Tørvur er á munagóðum framtøkum á almanna- og heilsuøkinum, bæði viðvíkjandi lóggávu og tænastum.
Arbeitt verður við at orða ein yvirskipaðan barna- og ungdómsmentanarpolitikk eins og ein almennan ítróttapolitikk.
Landsstýrið arbeiðir somuleiðis við einum pensjónsreformi, sum skal byggja á tríggjar súlur: Fólkapensjónina, samhaldsfasta og eina eftirlønaruppsparing eftir avtalu millum løntakarar og arbeiðsgevarar.
Gjørd verður ein verklagslóg fyri at nøkta tørvin á røktarheims- og sambýlisplássum til eldri. Harafturat skulu tær ymisku skipaninar í eldrarøktini samansjóðast, so at ábyrgdarbýtið kann gerast greiðari.
Ein fólkaheilsupolitikkur fyri komandi trý árini verður nú orðaður, sum millum annað leggur dent á lívsdygd og heilsu. Byrjað verður í skúlunum, har børn kunnu fáa frukt og grønmeti. Fýra mió. kr. eru settar av til hesi átøk í ár.
Nýggi bústaðarpolitikkurin er eitt av týdningarmiklu átøkunum hjá landsstýrinum. Farið er nú undir at nøkta stóra tørvin á fjølbroyttari bústaðarbygging, og fyrsta stigið verður at umskipa Húsalánsgrunnin og Íbúðagrunnin til eitt partafelag. Samstundis verður farið undir næsta stigið við at gera eina lóg um lutaíbúðarfeløg.
Fyrsta skúlatilboð til menningartarnaðar næmingar, sum eru lidnir við 9. flokk, er nú veruleiki. Í junimánaði varð hesin skúli, sum liggur í Runavík, tikin í nýtslu.
Arbeitt verður við at fremja umfatandi broytingar á sernámsfrøðiliga økinum, har ráðgevingin verður flutt nærri at brúkaranum, og tiltøkini kring einstaka barnið verða samskipað. Fyrireikingar verða gjørdar at seta á stovn royndarskipan við einari sertænastueind í Eysturoynni og einari í Tórshavnar kommunu.
Skúlin á Trøðni verður almennur serskúli við egnum skúlastjóra, skúlastýri og egnari játtan frá 1. januar í 2006.
Eitt týdningarmikið mál, sum hevur fingið mikla umrøðu, og sum tað er átrokandi at greiða, eru trupulleikarnir við arbeiðs- og uppihaldsloyvum. Ein útlendingapolitikkur verður tilevnaður, sum hevur so breiða politiska undirtøku sum gjørligt.
Kommunala sjálvstýrið og ábyrgdin skulu styrkjast, so at vit fáa greiðari skilnað millum landsuppgávur og kommunuuppgávur. Fyri at skipa hesa tilgongd mugu kommunalu eindirnar verða nóg stórar til at kunna átaka sær uppgávur at umsita sjálvstøðugt. Við mongu samanleggingunum, sum hava verið seinastu tíðina, er longu komið væl ávegis.
Virknan uttanríkispolitikk
Dagurin í dag er søguligur!
Yvirtøkulógin og uttanríkispolitiska lógin, tvær lógir, sum víðka um okkara heimildir og styrkja okkara sjálvstýri, koma í gildi í dag.
Á ólavsøku í fjør boðaði eg frá, at sjálvsstýrismálið skuldi gerast ein søk fyri ta breiðu fjøldina, har føroyingar sjálvir taka avgerðirnar. Við yvirtøkulógini kunnu vit siga, at hetta nú er veruleiki. Sjálvsstýrismálið er vorðið okkara. Nú stendur tað til føroyingar sjálvar at gera av, nær málsøki skulu yvirtakast.
Við uttanríkispolitisku lógini, sum gevur okkum heimild til at samráðast egna vegna, og við Fámjinsskjalinum, sum tryggjar ávirkan Føroya á uttanríkis- og trygdarpolitisk mál, kunnu vit nú virka munandi meira sjálvstøðugt og verða sjónligari í uttanríkispolitikki. Hetta er eisini ein avgerandi fyritreyt, nú vit skulu vera við í alheimsgerðini.
Landsstýrið fer at yvirtaka tey málsøki, sum tað heldur vera rætt og neyðugt at yvirtaka. Tey fyrstu verða fjølmiðlaábyrgdarlóg, upphavsrættur, vinnulóggáva og tilbúgving. Fólkakirkjan er stóra yvirtøkan, sum samgongan hevur sett sær fyri. Fólkakirkjan verður á føroyskum hondum 1. januar í 2007.
Danska stjórnin hevur nú skrivliga viðurkent, at Føroyar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti sambært altjóðarætti. At so er, hava vit ongantíð ivast í.
Hesar báðar lóggávurnar hava fingið drúgva og til tíðir rættiliga hvassliga viðgerð. Ja, vit sóu fyri fyrstu ferð eitt misálit á ein løgmann í kjalarvørrinum á hesari tingviðgerð.
Tað eru vit, sum taka avgerðirnar, og tað er gjøgnum løgtingsins avgerðir, at vilji fólksins kemur til kennar. Tí var tað so umráðandi, at vit ikki ivaðust, men hildu rimmarfast um okkara fatan, sum løgtingið eisini samtykti við lóg.
Vit síggja nú donsku stjórnina viðurkenna, at føroyingar og danir hava ymiska fatan av formligu viðurskiftunum landanna millum, og tað sigur hon seg hava virðing fyri.
Stjórnarskipanarnevndin fer nú undir aftur arbeiði sítt og leggur fram álit áðrenn 31. desember í 2006. Stjórnarskipanin fer millum annað at áseta, hvussu vit skulu bera okkum at, um vit velja at siga upp verandi ríkisrættarligu støðu okkara.

Harra formaður.
Landsstýrið hevur nógv jørn í eldinum.
Vit hava ítøkiligar ætlanir um at greiða dagsins trupulleikar, men so sanniliga eisini ítøkiligar ætlanir um langtíðarloysnir, sum skulu bera samfelagið fram.
Mong mál, nógvar ætlanir og stórar avbjóðingar. Tað er okkara politiska dagsskrá, og vit nýta høvið at bjóða øllum góðum kreftum til at lyfta saman við okkum.
Eg vóni, at henda tingsetan kann gerast ein nýggj byrjan, har vit saman - andstøða og samgonga - arbeiða fyri, at okkara samfelag verður eitt av heimsins bestu.
Við hesum ynski eg øllum Guds signing, eina góða tingsetu og eina góða ólavsøku.