-Tað kann næstan vera líka mikið, um trýst verður á tann reyða ella tann grøna knøttin í Løgtinginum, tá atkvøðast skal um ólavsøkupakkan, sigur Magni Laksáfoss, fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum við Sosialin.
Tá landsstýrið pakkaði ólavsøkupakkan upp, varð sagt, at hetta var tað, sum samgongan kundi semjast um. Men heilt samd er samgongan ikki. Magni Laksáfoss, sambandstingmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, heldur í hvussu er lítið um innihaldið í pakkanum.
-Eg haldi ikki, at nøkur grund er til at vera ímóti kreppupakkanum. Eg haldi ikki, at hann er skaðiligur. Hann ger bara ongan mun, sigur Magni Laksáfoss við Sosialin. Hann vísir eisini á, at tann størsti parturin av teimum stimbrandi tiltøkunum í pakkanum eru ting, sum longu eru samtykt.
Magni Laksáfoss, sum er búskaparfrøðingur, sigur, partar av ólavsøkupakkanum arbeiða ímóti hvør øðrum. Rentustuðulin til sethúsabygging skal avtakast, og soleiðis roknar mann við, at fólk fara at byggja. Samstundis, sum mann leggur hægri skatt á bankarnar, sum tí fara at seta enn størri krøv til fígging, sigur hann.
Hinvegin metir Magni Laksáfoss, at tað hevði verið gott við einum veruligum pakka nú, tí undirtøka sýnist vera fyri broytingum í løtuni, men at hendan lappaloysnin hevur fyribyrgt, at nakað veruligt verður gjørt.
- Sum pakin fyriliggur nú, so er hann ikki skaðiligur. Eg dugi bara øgiliga illa at síggja at hann skal hjálpa nakað serligt. Har er ongin ætlan, um hvat mann skal og tí er hann ein lappaloysn, har mann hevur roynt at fáa alt við, sigur Magni Laksáfoss í samrøðuni við Sosialin.










