leitaðu fram í hugan, nú tá eg frætti, at frændi mín Joen Pauli Hammer var fluttur heim til Harran. Pauli var elstur av níggju systkinum, og byrjaði sum siður var í stórum familjum, at taka lut í øllum fy [...] lætt at fáa hendur á tá. Somuleiðis minnist eg, tá pápi mín, sum ofta var sjúkur, slapp at fylgjast við Paula tá leitað var eftir reka vesturi á Eiðinum í krígsárunum. Seinni tá eg var eldri, slapp eg ofta [...] bjørgini, og leitað var uppi í Fløttin undir ánni. Eg sum var lítið djarvur í bakkanum, dámdi best at halda meg nærri Jóhannesi, tí hann var so róligur. Pauli lá oftast útifyri í báti. Trý seinastu árini,
omman og abbin. Ja, nú eru tit sloppin heim til tann æviga bústað. Tit løgdu bæði árarnar inn næstan í senn. Abbin 1. august og omman 12. september, 6 vikur ímillum tykkum. Hetta er ein tung tíð og tómrúmið [...] fantastiskur. Góðu omman og abbin. Túsund takk fyri alt tit hava verið fyri meg og okkum. Má Jesus pápi hjálpa og styrkja okkum ígjøgnum hesa sváru og tungu tíð. Takk fyri alt. Yvonna
Mamma var borin í heim í Fuglafirði tann 13.oktober í 1929. Foreldrini vóru Jacobina og Sámal Jacob í Lambanum. Tey fingu 10 børn - 5 dreingir og 5 gentur. Mamma var tann 7 í røðini í hesum barnaflokki [...] eldrasambýli í bygdini - og í dag sæst, at hetta arbeiði hevur borið frukt. Eitt snotuligt hús stendur í dag liðugt bygt í Norðagøtu. Eisini var mamma við í arbeiðinum tá tað snúði seg um tey veiku í samfelagnum [...] mamma í Gøtu, heima hjá systir síni Beatu, sum var gift við Elias hjá Benadikt. Pápi okkara var um hetta mundi í læru sum húsasmiðjur í Fuglafirði, og var tað tá tey møttust fyrstu ferð. Mamma og pápi giftust
Harrin síggja til tykkum, og styðja tykkum í tykkara stóra missi í hesi sváru tíð. Við hesum fátøku orðum lýsi eg frið yvir elskaða beiggja mín Dánjal. Hvíl í friði við Sálma 121. Systir tín Jonitha [...] fekk leygarnáttina 3. oktober, tá Súsanna systir mín ringdi og segði at Dánjal, okkara elskaði bróðir, var fluttur heim til Harran. Dánjal var fluttur heim í dýrdina og er ikki ímillum okkum meira. Alt steðgaði [...] hansara hjarta so nær. Hann gleddi seg til at mamma og pápi fóru at fylla 70 og 80 nærmasta dagin og hansara ynski var, at dagurin skuldi standa í hansara nýggju húsum. Men Harrin vildi tað ikki so. Nei
Kári vaks upp í Toftalíð eins og ogur aðrir dreingir í grannalagnum, spældu fótbólt á Vendiplássinum ella á Losjubønum, um ogur ikki róðu á sjálvgjørdum flakum fram við møluni í Toftalíð. Í ringum veðri [...] vildi stovna heilsølu í Suðuroy og hevði góðtikið at vera í bygninginum á Løghamri, sum kommunan átti, og sum pabba hevði tosað við teir um, men kommunan segði nei. Í býráðnum í Vági, var eisini umframt [...] Kári 5. lið í beinari linju. Aftaná bøkjaran kemur Niels Petur Midjord, so Jákup abbi mín, so mamma og so Kári. Kona Kára, Esmi er fødd og uppvaksin í Vági, barnaheim hennara lá við Gjógvará, í hinum endanum
her nýggjársaftan, í stovuni hjá mammu míni. Og hon situr har so fitt og hyggur eftur Manchester United í stólinum hjá beiggja mínum. Hettar fekk meg til at vekja nógv góð minnir um mín elskaða beiggja. [...] vit taka ein dag á gangin”. Og tá kemur mær í huga, reglurnar í sanginum hjá Hallur Joensen: ”Njót hesa stund, tí tú sanna mást tað, at vit eiga bert dagin í dag”. Hann var eisini altíð so glaður og takksamur [...] má Harrin styrkja teg, í hesu tungu tíð. Og minst til at vit døtrarnar, og ommubørnini eru her, og vilja verða alt fyri teg. Jesus pápi signi teg. Friður verið við minninum um mín elskaða beiggja, Bent
uttan fyri suðuri í Vági, tá Sigmund ringdi til mín og spurdi um eg hevði frætt úr Leirvík .Hoyrdi á málinum at her var ikki rætt, (hugsaði um mammu beinanvegin). So fullu orðini: “pápi er deyður”! - tá [...] Eisini dámdi honum væl at prýða til jólar, (ja onkur helt í so nógv) men hesi jólini var myrkt inni í Líð, nei ikki var tað betri. Jú tað er saknur í nú ein stund er fráliðin og tað er sodna eitt sindur. Stórstur [...] hann var so ógvuliga góður við. Saknur er at koma aftur í Líðina, og hann ikki støkkur inn á gólvið meir. Friður verður yvir minninum um beiggja mín Pól ì Líð. Chr. Oluf
deyðsboðini av Hendrik, tóktist mær so hjartaliga synd í honum, at hann skuldi fara einsamallur inn í deyðan. Men tá legði eg til merkis hetta vers, ið stóð í álmanakkanum henda sama dagin, og sum var mær til [...] 32 Góða Patricia og Rebecca, mamma og pápi. Tit hava mist tykkara høgt elskaða mann, pápa og son. Má Harrin styrkja tykkum í tykkara stóru sorg og vælsigna tykkum í árunum sum koma. Ærað verið minnið um [...] Vit vuksu upp í Gundadali, fró og glað, og uttan stúran av nøkrum slag - ja, kanska Hendrik var tann glaðasti av okkum øllum. Nógv góð minnir renna fram fyri meg og altíð var Hendrik í góðum lag og skjótur
oyggin í Føroyum og eystursíðan skaraði framúr. Eg eri glaður, at abbi náddi um Suðuroyarfjørð í summar. Hann sat í skiparastólinum á tí snotiligu brúnni á nýggja Smyrli, tá ið hann við 22 míla ferð í dýrdarveðri [...] minningarorð um mín góða abba. Abbi var stóran part av sínum lívi á sjónum. Tað dámdi honum væl. Hann var av raskastu sjómonnum. Í 53 ár var hann til skips. Abbi var lættur av lyndi, altíð í góðum lag, tosaði [...] var altíð við tí góða orðinum. Í veitslum dugdi hann væl at halda røður og fekk altíð lív í, har sum hann var. Hann hevði framúr gott mál og plagdi hann mangan at skipa í føroyskum dansi. Tá ið eg var
var uppvaksin í Vági, og hevur fyri tað mesta búð í Vági, og hansara barnaheim var av fyrstani tíð Vesturið við Vatnið í Vági. Disan og Vilmund keyptu hús í fimmtiárinum, úti á Marknoyri í Vági, frá om [...] Vilmund var mammubeiggi mín og hann var borin í heim hin 23.juli 1932 í Vági og var næstelstur av 6 systkin. Vilmund var sonur Jens og Alvildu Ryggshamar úr Vági. Vilmund, gekk í hjúnalag hin 6. desembur [...] “Sjófarinum”, sum beiggi hansara Jógvan átti. Fyrst í sjeyti árinum, fekk Vilmund starv sum vrakieftirlitismaður í Vági, og var hann í hesum starvi til byrjani í 90-unum. Vilmund hevur altíð havt stóran áhuga