Minningarorð um beiggja mín Pól í Líð

Ikki hevði eg droymt um, at eg skuldi skriva minningarorð um beiggja mín Pól.

Gekk og stákaðist uttan fyri suðuri í Vági, tá Sigmund ringdi til mín og spurdi um eg hevði frætt úr Leirvík .Hoyrdi á málinum at her var ikki rætt, (hugsaði um mammu beinanvegin). So fullu orðini: “pápi er deyður”! - tá steðgaði alt upp.

Ja, tað var ótrúligt, leggja seg at sova um kvøldið eftir dagsins strev og uttan nakran bardaga ella nakað ikki at vakna aftur.


Havi havt góðar stundir at hugsað um alt hetta nú eg havi verið burtur um jólini og tað kundi verið nógv at trivi í.


Vit hava sum brøður havt nógv saman, bæði burtur og heima. Tað er og verður ein stórur saknur, nú hann ikki kemur inn á gólvið meira, ja tað gretti ikki, tá eg kom aftur at húsum um tað var av skipið ella úr suðri, so var hann tann fyrsti at støkka inn á gólvið.


Hann var ógvuliga góður við sítt og síni, altíð klárur at hjálpa har hann kundi og geva. Havi manga hýsina fingið frá honum, síðani eg sjálvur gavst at fiska.


Nú tað bar til at hava samband við Sigmund yvir i netið, har vit kunnu samskift bæði við orðum og myndum, heilt norð á 80 stig, tá kom Pól ofta yvir á gólvið, at vita um eg ikki kundi ringja upp til hann. Hettar fyri at frætta og fortelja honum nýggjheitir, ja tosaði hann um et keypa sær eina teldu, men tað verður ikki nú.


Eisini dámdi honum væl at prýða til jólar, (ja onkur helt í so nógv) men hesi jólini var myrkt inni í Líð, nei ikki var tað betri.


Jú tað er saknur í nú ein stund er fráliðin og tað er sodna eitt sindur. Stórstur er saknurin hjá tær Erikka og børn og abbabørnini, sum hann var so ógvuliga góður við.


Saknur er at koma aftur í Líðina, og hann ikki støkkur inn á gólvið meir.


Friður verður yvir minninum um beiggja mín Pól ì Líð.


Chr. Oluf