? Tað var ikki ein lættur leiklutur, eg hevði í filminum Agnes. Filmurin kravdi nógv av mær bæði likamliga og sálarliga. Kropsliga at eg skuldi vera sterk, og sálarligar at eg skuldi geva til kennar kenslur [...] fekk hon ein leiklut í sjónvarprøðini Santa Barbara. Her vóru spældar heilar 167 filmir. ? Tá ið eg var í Hollywood sá eg næstan dagliga teir mest kendu sjónleikararnar. Soleiðis er lívið har. Ein annar stórur [...] (uml. 15 mill. dk. kr.) Filmurin er vístur nógvastaðni í heiminum og seinasta Maria visti um, var at hann var vístur í Kina við kinverskari talu. Við í Santa Barbara Sjálvt um Maria bara er 34 ára gomul
ongantíð búð í Føroyum, men hon hevur ofta verið og vitjað. ? Sum barn var eg ofta her í Føroyum og vitjaði familjuna. Hetta dámdi mær sera væl. Eina summarfrítíð arbeiddi eg eisini í Havn. Í Skálabúðini [...] tað longri ímillum eg eri her og ferðist. Tá ið eg búði í USA var tað at koma heim at koma til Ísland. Tí er tað faktiskt 8 ár síðani eg var í Føroyum síðst. - Tað er stuttligt at koma aftur til Føroyar [...] ikki minst at vera tolin. Í yrkinum, sum eg havi, má ein veruliga venja seg til alla tað longu bíðitíðina. Sum dømi nevnir Maria, at tá ið hon var í Hollywood vildi hon ikki búgva í sjálvum býnum, men
Heygum. Hetta gjørdi, at eg fekk heimildina aftur. Tað foknað álitið Teir føroysku fjølmiðlarnir bera fram, eins og Bjørn á Heygum, at Jóannes Eidesgaard og Heini O. Heinesen hava mist álitið á mær í sambandi [...] av nývali. Hetta er møsn. Jóannes Eidesgaard, Heini O. Heinesen og aðrir andstøðupolitikarar hava seinastu tvey árini ferð eftir ferð alment sagt frá, at teir onki álit høvdu á mær. Har var onki álit at [...] hevði eg eisini gjørt, um eg var í teirra stað. At senda ein frákoyrdan floksformann at samráðast við danir um bankamálið kann ikki lata seg gera. Fyrsti maður at gjørt var við tað hevði verið Bjørn á Heygum
oyggjunum í Kanada, sum liggja innifrystar í hesum døgum, eru setepli ein av høvuðsútflutningsvørunum, og ferðamannavinnan har er ein týðandi partur av inntøkugrundarlagnum um summarið. Nógv liggur á láni [...] eitt ítøkiligt dømi um, at tað ber til at ganga nýggjar leiðir. Hetta skip hevur lagt seg eftir einum fiskaslagi, búrfiski, sum at kalla var púrasta ókent í Føroyum og nógva aðrastaðni fyri bara fáum árum [...] fantastiskt? Takið garnaveiðina eftir havtasku, sum hevur verið góð í ár og í fjør og takið somuleiðis garnaveiðina eftir svartkalva. Hetta vóru tvær ókendar vinnur í Føroyum fyri fáum árum síðan, men longu
stilla upp í Vágum til løgtingsvalið, og sum skilst eftir fundin sum var herfyri, tá ið umboð fyri Sjálvstýrisflokkin vóru her, eru fleiri góð valevni at stilla upp. Tú kanst siga, at sjálvstýrisinnað fólk eru [...] er eingin ivi um at fasta sambandi um Vestmannasund verður høvuðsvalagnið til hetta løgtingsvalið. Vágafólk vilja hava ein loysn og vágafólk vilja sleppa at síggja, at arbeiðið verður sett í gongd. Og [...] víst á, at flokkurin er virkin í hesum máli, og hevur verið virkin. Tað kostaði eisini flokkinum ein landsstýrissess og flokkurin tók seg úr samgonguni, hann tordi. Tað er eisini hvørjum mansbarni í Vágum
byrjanin var so tung, tí í veruleikanum var kreppan byrjað longu í 1988. Tey vánaligu roknskaparúrslitini tey fyrstu árini høvdu eisini tað við sær, at felagið mátti rekonstruerast. Eginognin var burtur [...] lív lagað, so var neyðugt við nýggjum partapeningi. Í 1993 setti Føroya Landsstýri so 75 mió. kr. í felagið í nýggjum partapeningi. Og tað var ikki eiti á reaktión. Føroyska samfelagið var tá farið av knóranum [...] skuldi vísa seg, at hetta var ikki so langt av leið kortini. Í 1994 gav roknskapurin enn eitt hall, men í 1995 fekk Atlantsflog yviskot á roknskapinum fyri fyrstu ferð. Lítið, men tað var har. Aftaná fullar
hvussu ein ætlar sær at brúka mandat sítt. Tað, sum eg hevði væntað, var, at henda ótrúliga strategiska leiklutin ætlaði Jóannes at brúka sum eitt »jarnbrot« fyri føroysk áhugamál á fólkatingi. Hetta vóru [...] høgrarákinum (har ímillum telist ein ráur rasistiskur flokkur). Tit noktaðu at veita eina loyala hjálpandi hond og tí gjørdist danski brøðraflokkurin við undirlutan ? er hetta tað ein kallar forredarí á alljósum [...] ? tað skal ein jú eisini gera. Men eg kann við mínum besta vilja ikki síggja, at formansvalið í fólkatinginum kann koma undir at blanda seg upp í danskan innanríkispolitikk, og eg loyvi mær at ivast í
sínum brigdum: »Durita var ein av teimum ungdómum, sum hálsaðu heilt um; hon varð tað glaðasta menniskja, sum hugsast kann, kendi tað sum var hon komin í ein nýggjan heim, har alt var litir og ljós, sólin [...] høvdu fyri almúguna. Hetta hongur sjálvsagt uppi í, at tað nógva arbeiði, ofta tungt kropsarbeiði, var ein partur av stríðnum at útvega sær føðina. Umframt nakrar hátíðir, so var tað at eta tann einasti [...] persónunum heldur ikki er frammarlaga. Ein stórur partur av skaldsøguni sigur frá árinum í einari bóndabygd, og í mangar mátar er bókin eins nógv ein fólkalívsmynd sum ein skaldsøga. Heðin Brú nýtir høvi til
tey, sum hava havt brúk fyri mær, sigur Marita Petersen. Tað hava eisini verið vansar í politiska virkseminum. Eitt nú at ein politikari ongantíð ræður yvir sínari tíð, eins og tað er strævið altíð at vera [...] hon var m.a. við til at varðveita sosialu skipanirnar, sum hon,tá harðast leikaði á, helt vera av størsta týdningifyri føroyska samfelagið. Bert fáar dagar eftir at hon var tilnevnd løgmaður, var Marita [...] Tað var væntandi at Marita Petersen ikki fór at stilla upp aftur til løgtingsvalið komandi. Hetta segði hon sínum valfelag í november mánaða í fjør, og tað hevur verið floksleiðsluni í Javnaðarflokkinum
men tað var eisini hugaligt. Tað var t.d. stuttligt at fara upp kl. fýra á morgni at pakka vørur, og síðani at koyra tær út til handlarnar. Tað er altíð sunt at royna okkurt annað. Fyrimunurin var eisini [...] bert fyri at nevna dømi. Hann var stigtakari,tá Yrkisfelagið fyri klassiskar tónlekarar í Føroyum varð stovnað, og situr í løtuni sum formaður í Føroya Musikklærarafelag. Hetta starvið noyðist hann av náttúrligum [...] Musikkskúlanum. Útlærdur bilsmiður Upprunaliga var tað ikki tónleikurin sum setti dám á ungdómsárini hjá Martini á slíkan hátt, at hann skuldi hava hetta sum vinnuveg. Hann er útlærdur bilsmiður, og arbeiddi