Hann hevur víst seg sum ein virðiligur, kompetentur og prinsippfastur leiðari, sum eisini hevur vunnið sær mong viðhaldsfólk uttan fyri javnaðarflokkin.
Lagnan vildi eisini, at hann kom í ta fantastisku støðu at blíva 90. og avgerandi atkvøðan á fólkatingi undan stjórnarsamráðingunum og tryggjaði sostatt, at Danmark framhaldandi kundi halda eina ? fyri ríki okkara ? trygga og nørandi kós undir sosialdemokratiskar leiðslu.
Støðan sum 90. og avgerandi atkvøðan kann verða bæði heppin og minni heppin alt eftir, hvussu ein ætlar sær at brúka mandat sítt. Tað, sum eg hevði væntað, var, at henda ótrúliga strategiska leiklutin ætlaði Jóannes at brúka sum eitt »jarnbrot« fyri føroysk áhugamál á fólkatingi. Hetta vóru í hvussu er orðini, sum eg hoyrdi hann siga í útvarpinum, og eisini við meg sjálvan, tá vit høvdu eitt prát um støðuna. Við hesum jarnbroti hevði eg væntað, at hann fór at lyfta Birthe Weiss upp í formanssessin á fólkatingi og harvið tryggja sær eitt solidt grundarlag fyri at normalisera viðurskiftini við danska javnaðarflokkin og stjórnina. V.ø.o. fáa sær ein einastandandi goodwill frá byrjan av.
Tí gjørdist eg ikki sørt bilsin, tá dagurin upp til formansvalið á fólkatingi nærkaðist, og fjølmiðlarnir tevjaðu eina sensatión, tá tað frættist, at Jóannes ikki fór at stuðla sosialdemokratiska valevninum til formanssessin.
Mikudagin 25. mars ? altso dagin áðrenn atkvøðugreiðsluna ? sá eg í TV3 nakrar stuttar samrøður við fólkatingsumboð av Christiansborg. Forsætismálaráðharrin Poul Nyrup segði uppá fyrispurning, at hann meinti, at samstarvið við Eidesgaard fór at blíva problematiskt. Honum á baki kom Sven Auken, sum meinti at hetta vildi ikki fremja samstarvið millum Danmark og Føroyar. Síðani kom Mimi Jacobsen úr CD við nøkrum glepsum, og endaliga Hans Pavia Rosing (úr Grønlandi) og segði, at teir sanniliga ikki høvdu nakað útistandandi við Danmark, tað vóru føroyingarnir, sum vóru trupulleikin.
Ikki tí, eg skilji væl, at Jóannes vil halda síni vallyfti yvir fyri føroysku veljarunum ? tað skal ein jú eisini gera.
Men eg kann við mínum besta vilja ikki síggja, at formansvalið í fólkatinginum kann koma undir at blanda seg upp í danskan innanríkispolitikk, og eg loyvi mær at ivast í, um føroyski veljarin, sum valdi javnaðarflokkin, hevði tulkað hetta sum uppíblanding. Undirritaði hevði í hvussu so er ikki kent seg sviknan, tvørturímóti.
Á tí, sum eg inntil nú havi hoyrt í fjølmiðlunum, so hevði Jóannes hóast alt ein vilja til at tryggja Birthe Weiss sessin ? hetta hevði eg eisini roknað við ? men at hann fekk strangar contra -ordrar frá einari samdari javnaðartingmanning í Føroyum.
Við hesa ótrúliga stívrendu støðu hevur tingmanningin hjá javnaðarflokkinum oyðilagt besta trumfin, vit nakrantíð hava havt á fólkatingi.
Í berum hevndarhuga móti forsætismálaráðharranum geva teir einum annars skilagóðum hampamanni sum Jóannesi ? hvørs evni vit høvdu sett so stórar forvæntningar til ? forboð ímóti at seta gongd á sítt diplomatiska spæl, sum vildi skaffa okkum føroyingum stórar framtíðar fyrimunir. Uttan at hugsa um avleiðingarnar hava hesir javnaðartingmenn spælt Jóannesi trumfin av hondum og oyðilagt okkum allar fyrimunir. Heldur enn við snildi at brúka støðuna til fyrimuns fyri Føroya fólk og javnaðarflokkin, hava teir reduserað Jóannes til ein fólkatingslim, hvørs høvuðsuppgáva er at umboða nakrar gronutar føroyskar javnaðartingmenn, sum uttan at skeita til avleiðingarnar fremja sín vendetta á sjálvum fólkatingi. Ja, teir tvingaðu reint út sagt Jóannes til at skjóta við teirri stóru kanónini beinanvegin og soleiðis spæla sær øll tey góðu kortini av hondum.
Sjálvt um formansstarvið á fólkatingi er ópolitiskt, var tað hóast alt ein prestiga fyri sosialdemokratarnar at fáa sessin til Birthe Weiss.
Tað, sum vit ikki mugu gloyma, er, at óansæð hvørja hugsan mangir føroyingar hava um Nyrup, so er tað rættiliga stórur møguleiki fyri, at hesin situr við maktini í eini 4 ár, og um javnaðartingmenn halda,at vit við provokatiónum og tvørleika kunnu halda spælið gangandi øll hesi árini, ja, so er okkurt spinnandi galið í javnaðarflokkinum, ja, so er flokkurin ikki longur ein ábyrgdarflokkur Eg kundi hugsað mær at vita, hvat tingmenn floksins egentliga vilja við hesum politikki. Hugsa teir um at vinna sær tjóðveldisatkvøður til komandi løgtingsvalið?
Tá fólkafloksmenn undir vitjan Nyrups í byrjanini av januar í ár ikki vildu hitta statsministaran, stóð Jóannes seg mannliga í eygum Føroya fólks, har hann vildi dialog og samstarv ístaðin fyri barnsligu støðutakan fólkafloksmanna. Øll minnast vit støðuna hjá fíggjarmálaráðharranum Anfinni Kallsberg.
Skjótt skal Anfinn Kallsberg kanska til Keypmannahavnar at hitta sama Poul Nyrup, sum hann ikki vildi hitta í Føroyum. Ongin ynskilig støða at vera komin sær í
Tíverri sær tað nú út fyri mær, at Jóannes hevur lurtað ov nógv eftir vánaligum og landsskaðiligum ráðgevarum, sum hava fingið hann í eina nakað líknandi støðu sum Kallsberg er í mótvegis forsætismálaráðharranum.
Um tingmenn javnaðarfloksins, sum oyðiløgdu okkum fyrimunin á fólkatingi, eina einastu løtu halda, at nakar føroyingur kann hótta ríkisins statsministara, so fara tit ógvuliga skeivir. Minnist til hvat tit hava gjørt: Danski javnaðarflokkurin sat og tapti eitt stríð í fólkatinginum ímóti høgrarákinum (har ímillum telist ein ráur rasistiskur flokkur). Tit noktaðu at veita eina loyala hjálpandi hond og tí gjørdist danski brøðraflokkurin við undirlutan ? er hetta tað ein kallar forredarí á alljósum degi!
Óli Breckmann fekk sín mann valdan og lat meg enda við hansara orðum Í DR: »Jeg er valgt på Færøerne for at bekæmpe socialismen«.
At tingmanningin hjá føroyska javnaðarflokkinum læt Óla vápnini til at fella ein dugnaligan og høgt virdan fyrrv. danskan ráðharra, man í dag svíða sum svøllur hjá mongum javnaðarmanni og er stór vanærislig skomm fyri føroyska javnaðarflokkin, sum sýnist turrgeldur fyri taktiskt virksemi og diplomati.
Eg valdi sanniliga ikki Jóannes niður á fólkating sum passivt umboð ella provokatør fyri tingmanning javnaðarfloksins!
Hvat billa tit tykkum inn.
Tað, sum tit gjørdu ímóti tykkara egna formanni Jóannesi, er onki minni enn ein vanærislig skandala.
Hevndarhugur tykkara kann í síðsta enda gerast ein beiskur drykkur, sum tit noyðast at svølgja til síðsta dropa.
Hava viðurskiftini millum brøðraflokkarnar fyrr verið vánalig, so er hetta lítið aftur ímóti, hvat vit kunnu vænta okkum framyvir.
Hvar eru forrestin røddirnar í javnaðarflokkinum, sum verja ríkisfelagsskapin? Er tað veruliga so galið, at fraterniseringin við separatistarørslur hevur fingið flokkin til at gloyma, at vit liva í einum stórum og góðum ríki.
Heri H. Niclasen
Sleipnisgøta 11
Tórshavn