10 ár síðan Atlantsflog fór á flog á fyrsta sinni

Í morgin eru tað 10 ár síðan Atlantsflog á fyrsta sinnið fór á flog. Søgan um Atlantsflog kann, í mongum førum, sammetast við ævintýr H. C. Andersens, um tann ljóta dunnuungan, sum til seinast gjørdist ein vakur svani. Seinastu roknskapartølini felagið lat úr hondum, bera í hvussu er á tað borðið, at teir eru væl á veg

Dagurin er 28. marts 1988.

Ein dreymur hjá nógvum føroyingum er gingin út.

Vit hava fingið okkara egna flogfelag.

Atlantsflog eitur tað, ella Atlantic Airways á enskum. Og tann 28. marts 1988 fór flogfarið hjá Atlantsflogá flog á fyrsta sinnið.

Hetta nýggja flogfelagið eiga vit øll - tú og eg.

Tað eru so nógvir fyrimunir við okkara egna felag. Ein teirra er, at her umborð kanst tú tosað føroyskt við flogternurnar og tær skilja tað tú sigur.

At tær eru so framúr fryntligar, ger ikki lagið á okkum ferðafólkum verri, tvørturímóti.

Flúgvarin er eisini so nógv betri enn tann danski, tí her er betri pláss umborð, til fólk við longum beinum.

Tað ger ikki verri, at flogfarið er málað í føroyskum litum - reytt, blátt og hvítt.

Føroyingar hava fingið nakað at standa saman um og tað gera vit, hvat so enn hendir.


Byrjanin og

Lassi Klein

Í mong harrans ár, var arbeitt við at fáa stáplað eitt føroyskt flogfelag uppá beinini, men illa gekst í hond.

Danir høvdu fingið konsessiónina, ella loyvi at flúgva til Føroyar og teir høvdu einkarrætt til flúgvingina í nógv ár.

Men einaferð mitt í 80-árunum bleiv tað forpurrað og føroyingar fingu sín part av konsessiónini til Føroya-flúgvingina.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Lassi Klein hevði gjørt eina avtalu við danska flogfelagið Cimber Air.

Og tað løgna var, at hann hevði arbeitt við málinum í eina tíð, uttan at nakar hevði fingið frænir av tí.

Ikki fyrr enn hann lat bumbuna bresta.

Avtalan við Cimber gekk út uppá, at teir skuldu hjálpa føroyingum við at stovna egið flogfelag.

Sum sagt, so gjørt. Men tað skuldi vísa seg seinni, at ikki alt skuldi ganga eftir ætlan.

Lassi Klein og leiðslan í Cimber Air høvdu "gjørt rokning uttan vert" og tað hóvaði ikki samstarvsfeløgunum hjá Cimber í Danmark.

Teir vildu ikki hava, at teirra samstarvsfelagið skuldi hjálpa føroyingum at stovnseta egið flogfelag, og tí vórðu teir kroystir til at fara burturúr, áðrenn gullhøna teirra byrjaði at verpa egg.

Men føroyingar høvdu nú fingið sítt egna flogfelag, sum nú skuldi royna at standa á egnum beinum



Fyrstu árini strævin

Fyrstu árini eftir stovnanina sá ikki serliga bjart út hjá Atlantsflog.

Byrjunaríløgan var uppá uml. 150 mió. krónur, men eginogn felagsins var lítil og ongin. Alt ov lítil til tað lánibyrðu felagið hevði

Tí hevði felagið trupult viå at fáa endarnar at røkka saman, og tað vísti seg eisini tá roknskapirnir vórðu almannakunngjørdir. Hall øll tey fyrstu árini.

Magni Arge, sum í dag er stjóri í Atlantsflog sigur, at byrjanin var so tung, tí í veruleikanum var kreppan byrjað longu í 1988.

Tey vánaligu roknskaparúrslitini tey fyrstu árini høvdu eisini tað við sær, at felagið mátti rekonstruerast.

Eginognin var burtur og skuldi felagnum verða lív lagað, so var neyðugt við nýggjum partapeningi.

Í 1993 setti Føroya Landsstýri so 75 mió. kr. í felagið í nýggjum partapeningi.

Og tað var ikki eiti á reaktión.

Føroyska samfelagið var tá farið av knóranum, og høvdu fleiri ferðir fingið fíggjarliga hjálp frá dønum, settu 75 mió krónur í eitt flogfelag, sum gav undirskot. Vóru teir svakir, spurdu teir í Danmark.

Men tað skuldi vísa seg, at hetta var ikki so langt av leið kortini.

Í 1994 gav roknskapurin enn eitt hall, men í 1995 fekk Atlantsflog yviskot á roknskapinum fyri fyrstu ferð. Lítið, men tað var har.

Aftaná fullar avskrivingar.

Nú var av álvara komin gongd á felagið, tí tá roknskapurin fyri 1996 varð lagdur fram vísti hann eitt yvirskot uppá uml. 5 mió. kr. Ein 10 falding av úrslitinum frá árinum frammanundan.

Hetta gjørdist bara enn betri í 1997. Roknskapurin varð almannakunngjørdur fyri einum mánað síðan og hann vísti eitt yvirskot uppá 8,6 mió. krónur.

Tað er eitt framúrskarandi úrslit, ja so gott, at tað hevur givið afturljóð í fíggjarheiminum.


Sera góð undirtøka

Vit hava spurt Magna Arge, stjóra á Atlantsflog um hvat tað er sum ger Atlantsflog til nakað serligt.

Hann sigur, at tað hevur stóran týdning fyri Føroyar, at hava eitt flogfelag við støð í Føroyum.

? Hjá okkum er talan um heimarutuna, meðan tað hjá øðrum feløgum er talan um eina marginalrutu.

? Hava teir trupulleikar á øðrum rutum, so verður tað eitt nú føroyska rutan, sum verður við sviðið soð.

Magni Arge sigur eisini, at tankagongdin hjá einum lokalfelag er øðrvísi enn hjá einum øðrum (møguliga) størri felag.

? Lokalfeløginini útbyggja teirra rutur rundan um teirra heimarutur. Hjá okkum kann talan verða um eitt nú Noreg, Ísland og Skotland.

Magni Arge sigur eisini at tað strategiskt hevur nógv at siga, at hava egið flogfelag.

Sum dømi nevnir hann Ceychellurnar. Teir merktu smeitin av ikki at hava egið flogfelag.

Flogeløgini hugdu at hvar teir kundu spara pening og tað vísti seg, at fleiri feløg niðurløgdu teirra rutur til lítla landið.

Fyri flogfeløgini hevði tað lítlan og ongan týdning, men fyri ferðavinnuna í Ceychellunum var tað ein katastrofa.

? Síðan hava Ceychellurnar fingið egið felag sum hevur tað rutuna sum heimarutu.

? Okkara støða er tann sama. Hjá øðrum feløgum verður Føroyarutan altíð marginalruta, sum kann sparast burtur.


Ógvusligur vøkstur

í ferðafólkatali

Tað hevur gingið stútt framá hjá Atlantsflog síðan byrjanina.

Undirtøkan hevur alla tíðina verið sera góð og sigast kann av røttum at heimamarknaðurin hevur verði tann sterki basin undir Atlantsflog.

Síðan Atlantsflog byrjaði Føroyaflúgving er ferðafólkatalið hækkað við eini helvt.

í 1987 ferðaðust 80.000 fólk um flogvøllin í Vágum. í 1997 var talið 120.000.

? Men tað hongur eisini saman við at í 1987 var bert ein fráferð um dagin, meðan tað í dag eru upp til 6 fráferðir um dagin, sigur Magni Arge.


Rekast á

handilsligum støði

Tá Magni Arge byrjaði sum stjóri í Atlantsflog, kom hann til eitt koyrandi felag, men hvat er broytt síðan hann byrjaði?

? Tá eg kom til var eigin søludeild, sum burturav tók sær av sølu og marknaðarføring.

Henda deild var sett á stovn stutt eftir og í dag starvast 4 fólk á søludeildini.

? Men, sigur Magni Arge, annars eru ikki tær stóru broytingarnar framdar.

Magni Arge leggur dent á, at kostnaðarstýringin og kostnaðareftirlitið var stak gott.

? Hesum partinum var sera gott tamarhald á, meðan tað meira søluliga haltaði.

?Tá søludeildin varð sett á stovn, so var tað fyri at fáa eitt betri »belegningsprosent«.

Atlantsflog er ein fyritøka og skal rekast sum ein slík, á einum handilsligum grundarlagið. Hetta er eftir mínum tykki einasti mátið, tú kann reka eina fyritøku uppá, sigur Magni Arge.

Hann sigur, at tað snýr seg um, at Atlantsflog hevur ein kapitalkostnað, sum er har allíkavæl.

? Fyri at fáa meira burtuúr fíggjarliga, so snýr tað seg heilt einfalt um at brúka kapitalapparatið meira effektivt, og tað merkir, at vit skulu hava fleiri fólk í okkara flúgvara.

? Tað eru tær síðstu krónurnar sum geva yvirskotið, sigur Magni Arge.

Marknaðarføringin hjá felagnum hevur tí verið ógvuliga málrætta seinastu árini fyri at útvega felagnum fleiri kundar.

Tað er eisini vanligt mynstur í Føroyum, at stórar fyritøkur skulu stuðla bæði líkum og ólíkum, men hesum eru tey farin frá hjá Atlantsflog.

? Nú meta vit heilt einfalt, um vit kunnu fáa nakað fyri tær lýsingarkrónurnar vit brúka. Kunnu vit tað, so lýsa vit. Kunnu vit ikki, so siga vit nei takk.

? Tað snýr seg um at gera ein handil, har báðir partar fáa nakað burturúr. Tað mugu fólk skilja, og tað gera tey eisini, sigur Magni Arge.


Framtíðarætlanir

Nú felagið hevur 10 ára føðingardag í morgin, hvørjar eru so framtíðarætlaninar?

? Felagið skal fyrr ella seinni hava eitt flogfar afturat, men hvussu tað skal gerast er ikki greitt enn.

? Vit fara at royna okkum við tveimum flogførum í háárstíðini, frá hálvum juni til hálvan august og tað er tí at hetta má verða besta tíð at royna tað í.

? Ber tað ikki til í háárstíð við tveimum flogførum, so verður torført at fáa tað at bera til annars.

Men flogfarið skal eisini hava nakað at gera um veturin, og her hugsar Magni um nøkunlunda somu loysn sum Smyril-Line, ella nakað líknandi.

? Eg haldi at frægasta loysnin er, at vit leiga flúgvaran út og á tann hátt samstarva við onnur feløg, heldur enn at vit fara at byrjað upp á eina leið sjálvir.

? Eg rokni við at tað kastar meira av sær, um vit gera tað á tann hátt, sigur Magni Arge.

Tað er eisini torført at koma inn á verandi rutur, tí kappingin er knallhørð.

Í samband við innara marknaðin í EU er gjørd avtalað um fría kapping, og hetta merkir, at øll feløg skulu kunna flúgva allastaðni í Evropa, fer hetta at raka Atlantsflog?

? Ganga vit undir sáttmálan, so kann tað raka okkum, men eg loyvi mær at ivast í, at vit fara at fáa kapping. Orsøkin er tann, at Føroyaleiðin er tað vit kallað láginntøkutúrur.

? Fullur kostnaður fyri eina ferð til Føroya er uml. 4.000, meðan tað kostar uml. 7.000 at flúgva til París, ella Brússell.

? Tað vil siga at avkastið er lutfalsliga lágt fyri langa flúgving, og tað roknið eg við, at flogfeløgini hava í huganum tá tey avgera um tey skulu flúgva til Føroya.

Sum eitt annað dømi nevnir Magni Íslandsflúgvingina.

Har er kundagrundarlagið nógv størri, men hóast tað, so flýgur Icelandair, púra einsamalt, stórt sæð.


Tyrluflúgving

í oljuvinnuni

Sum ein annan møguleika nevnir Magni Arge útbygging av tyrluflúgvingini.

? Vit standa frammanfyri einum oljuævintýrið, og í tí sambandinum verður tørvur á tyrlum til at veita pallunum tænastur. Hetta hevði verið eitt áhugavert økið, sigur Magni Arge.

Men hann leggur tó dent á, at tíðarhorisonturin er ógvuliga langur enn, og tí kann ikki verða talan um at gera íløgur í nýggjar tyrlur enn á sinnið.

? Tað rættasta er at samstarva við aðrar í fyrsta umfarið, og so tá oljuvinnan er komin í gongd at gera íløgur.

Sum ein síðuvinning nevnir Magni møguleikan fyri at byrja eina bjargingartænastu við tyrlu.

? Hetta er eitt økið, sum føroyingar ongantíð hava gjørt nakað við og tí hevði tað kanska verið rætt at gjørt nakað við tað, sigur Magni Arge.

? Men, leggur hann afturat, hetta eru bara tankar.


Nýggjan flogvøll

ella fast samband

Spurningurin um fast samband ella um nýggjan flogvøll hevur verið frammi fleiri ferðir, men Magni Arge sigur, at hetta hevur hann torført at taka støðu til.

? Tað fyriliggja ongar beinleiðis ætlanir um flogvøll á Glyvursnesi, sum vit kunnu taka støðu til, og her hugsi eg um tær operationellu umstøðurnar, tilgongdin til vøllin og íløgurnar.

? Hetta er alt kent fyri okkum í dag, men hvussu tað skal verða á Glyvursnesi hava vit ongantíð fingið nakað at vita um.

Um fasta sambandið sigur Magni, at teirra størsti trupulleiki í løtuni er at flutningurin frá meginøkinum er so tungur.

? Tað gongur einamest út yvir sambandi við Suðuroynna, og tað eri eg sera keddur av, sigur Magni.

? Hetta kundi verið loyst við føstum sambandi um Vestmannasund. Men annars hevur stjórin í Atlantsflog ikki nakra støðu til tað.


Starvsfólkið pionerar

Annars heldur Magni at starvsfólkið hjá felagnum skal fáa eina stóra heilsu á hesum stóra degi.

? Tey hava gjørt eitt ótrúliga stórt arbeiði fyri at fáa alt hetta at virka, sigur hann

Tað eru í dag uml. 50 fólk í starvið hjá Atlantsflog og eini 7 ella 8 av teimum hava 10 ára starvsdag í morgin.

? Hesi fólkini hava stríðst og strevast fyri hugsjónini, so tað stendur eftir.

? Tað hava verið truplari tíðir, við onkrum meira óhepnum inn í millum, men hesir trupulleikar eru allir burtur í dag, sigur Magni Arge.

? Her er eitt stak gott samanhald, og ein ótrúligur vilji til at fáa alt at koyra sum tað skal, sigur Magni og leggur afturat.

? Tað eri eg teimum sera takksamur fyri.

Føðingardagurin hjá Atlantsflog verður hildin við lít. Við lýsingum í bløðum hevur Atlantsflog boðið øllum til móttøku í hangarinum á Flogvøllinum leygardagin frá klokkan 15 til 18.

Bussar koyra úr Havn á Flogvøllin áðrenn móttøkuna og suður aftur aftaná.

Sosialurin ynskir Atlantsflog hjartaliga tillukku við degnum og gott flog framyvir.