Vágarnar spennandi nú upp undir løgtingsvali

Tað er eingin ivi um at góða undirtøkan, sum Sjálvstýrisflokkurin fekk til fólkatingsvalið neyvan verður ein eingangs undirtøka. Knapt fimti fólk vóru á fundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum í Vágum fyri nøkrum fáum døgum síðani. Og Javnaðarflokkurin verður eisini nógv umrøddur

Enn er ikki avgjørt, hvør stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin í Vágum, men í samrøðu herfyri við Sosialin, segði Sámal Petur í Grund, sum hevur verið virkin fyri at fáa fast samband um Vestmannasund, at flokkurin fór at hava virðiliga umboðan í Vágum. Sjálvur fór hann ikki at stilla upp í Vágum til løgtingsvalið, og sum skilst eftir fundin sum var herfyri, tá ið umboð fyri Sjálvstýrisflokkin vóru her, eru fleiri góð valevni at stilla upp.

Tú kanst siga, at sjálvstýrisinnað fólk eru vorðin meiri sjónsk í Vágum nú eftir fólkatingsvalið, enn tey vóru áðrenn valið.


Fast samband

Og tað er eingin ivi um at fasta sambandi um Vestmannasund verður høvuðsvalagnið til hetta løgtingsvalið. Vágafólk vilja hava ein loysn og vágafólk vilja sleppa at síggja, at arbeiðið verður sett í gongd. Og her hevur Sjálvstýrisflokkurin víst á, at flokkurin er virkin í hesum máli, og hevur verið virkin. Tað kostaði eisini flokkinum ein landsstýrissess og flokkurin tók seg úr samgonguni, hann tordi.

Tað er eisini hvørjum mansbarni í Vágum greitt, at tað fer einki at hjálpa at koma fram við gamla, ja 3o ára gamla valagninum um tunnil til Gásadals. Her hava allir flokkar, sum hava havt umboðan á tingið seinastu 30 árini, spælt sítt seinasta lag. Vágafólk minnast, tá ið 14 milliónir vórðu settar av til tunnilsgerðina til Gásadals, og hvar henda upphædd endaði.


Nýggj umboð á ting

Eingin ivi er um, at hetta verður eitt spennandi val, júst tí vit fara at síggja fleiri nýggj andlit á teim ymisku listunum, men eisini tí vágafólk hava víst, hvat tey vilja hava og hvat tey krevja av flokki og valevni. Til fólkatingsvalið stóðu vágafólk saman, og tað er eingin ivi um, at vágafólk fara at gera tað einaferð aftrat. Nú hava vágafólk víst í størri mun enn fyrr, at orð eru ikki nóg mikið, vágafólk krevja sterka umboðan á ting.

Valfeløgini í Vágum fara nú at stilla upp, og sum skilst og longu nevnt, verða fleiri nýggjar røddir í valstríðnum. Sjálvstýrisflokkurin hevur boðað frá góðum valevnum, men eisini Javnaðarflokkurin boðar frá sterkari og virðiligari umboðan á sínum lista.

Hvussu verður í hinum flokkunum, er ilt at siga, men teir mest spennandi flokkarnir í Vágum í løtuni eru Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin, og skal metast leysliga um, eru summarfuglar farnir at syngja um, at helst verða tað hesir flokkar sum fáa umboðini eftir løgtingsvalið 1998.