SUNDSTEIN Kringvarpið loypur á leistum, løgtingsformaðurin og nakrir tingmenn gera tað sama. Nú skal skipanin “moderniserast”. Nú skulu eingir útrokningartrupulleikar vera longur. So og so mangir flokkar [...] størri kommunu við umleið 60.000 íbúgvum. Men tað er ikki bara sum at siga tað. Trupulleikarnir eru margfaldir, og demokratiið virkar als ikki, burtursæð frá, at flokkarnir hava mandatir í býráðnum [...] fingið okkurt umboð valt í nýggja býráðið, aðrar ikki. Ónøgdin er stór í summum førum, aðrastaðni er tað líkasælan,sum ræður. Málið er bara ikki so einfalt, at vit kunnu sláa alt saman í eina pulju
vinnu- og fíggjarpolitikkinum frá 1986-87-88 ikki kundu krógvast longur. Góðu knotur og seiggið í hesum fólki saman við dyggum donskum peningastuðli vunnu eisini á hesi kreppu. Soleiðis kom fullveldislandsstýrið [...] lógarfestan (Folketingslov) rætt til. Síðan kunnu tey hugna sær. Hvar er andstøðan á tingi? Tað er hugstoytandi, at ikki skal vera so mikil stiril í andstøðuni, at hon átalar tí búskaparliga lemjandi viðferð [...] goldin frá 1.1.2002. Síðan má skil fáast á spurninginum um milliardina. Framferðin hevur higartil, eisini hjá sjálvbjargnislandsstýrinum, verið ódámlig fyri ikki at siga óhugnalig. Hvat gera pensionistafeløgini
samkynd í parlagi formelt kunnu agera í samfelagnum á sama hátt sum aðrir borgarar. Í rættindahøpi. Hóast heimspressan ikki hevur sett ljósvarparan á løgmann í hesum viðfanginum, eitt danskt heimastýri [...] fyrrverandi løgtingsmaður ..... Onkur hevur havt á orði, at Harrin mangan er tolin mótvegis okkum deyðiligu menniskjum. Tey, sum í løtum skeita inn á sosialu miðlarnar, kunnu eisini staðfesta, at hesin [...] dómstólurin, maðurin á avrættingarpelotongini, tá borgararættindini hjá teimum samkyndu við ávísum millumbilum taka seg upp í skipanini. Nógv stríð hevur í seinastuni verið á heimspallinum um eina
onkur út av Trælanýpu slongdur, annar var á Spískasteini longdur, í Miðvági slíkt hendir ikki longur. 3. Í gamla Jansagarði, har prestur breyt sær lærið, gekk Beinta prestasprund. Hon flutti prest av presti [...] Miðvingur hann var, er ei at krógva. 12. Á Miðvágs vøkru fløtum, á gomlum bygdagøtum, her sjóðar fyrndalag. Á stóra Miðvágs sandi kom mesta grind at landi í øldir fleir á rað. Men nú fargast sjógvurin ei reyður [...] Danmarkar at læra, men gloymdi ikki bygdina at æra. 5. Í Beitinum á Ryggi, har eg um stundir hyggi, gekk okkar’ størsta skald. Ein evnaríkur maður, sum ofta fall í stavir, á penninum fekk vald. Mikkjal var
javnbjóðis samskifti um kommunureformin ikki er á dagsskránni. Eg bað sum formaður í Kommunusamskipan Føroya um, at umboð fyri kommunufeløgini koma við í arbeiðsbólkin – ikki sum landsstýriskvinnan skrivar, um [...] kommunurnar eiga ikki fyrr enn til seinast í tilgongdini at fáa greitt at vita, hvat skal henda á kommunuøkinum. Fyrst mugu vit sleppa framat at hjálpa landspolitiska myndugleikanum at seta orð á trupulleikar [...] ið landsstýriskvinnan hevur sett sær, at fara á fund við allar kommunurnar hvør sær. Eg kann tó ikki lata vera við at stúra fyri, at ein so stór odyssé ikki kann annað enn taka so nógva orku, at ov lítil
tykkum best á Tingi. *** Aftur til lepan á trænum í Bilbao. Í 2014 vitjaðu eg og Ári Guggenheim listasavnið i Bilbao. Vit gingu okkum á ynskitræið hjá Yoko Ono, og eg hongdi ein lepa á træið. Á lepanum stendur [...] rúmligar Føroyar. Vit vildu einar litríkar Føroyar. Vit eru komin langt síðani álopið á Rasmus. Men vit eru als ikki komin á mál. So seint sum í síðstu viku var eitt mál meldað, tí ein persónur alment orðaði [...] sammóður ella samfaðir ikki hava nakran týdning longur. Eg ímyndi mær einar Føroyar, sum rúma ymiskleika uttan at seta í bás. Eg ímyndi mær einar Føroyar uttan haturstalu. *** Fimm børn eru á stovni uttanlands
minti føroyingar á, at Føroyar eru ikki størri enn ein meðal donsk provinskommuna, og at vit tí ikki hava brúk fyri einum landsbanka. Gongdin gevur mær ein innara ófrið, sum fær meg at kalla á allar frælsissinnaðar [...] nakar munur vera á Føroyum og Fredericia og á føroyingum og fredericiabúgvum? Hóast spurningurin tykist bæði mær og vónandi øðrum við fullkomiliga burturvið, so streingir hann kortini á, nú vit í longri [...] skilti partarnar. Tað eydnaðist at seta orð á, hvat ein føroyingur er, og hvørji rættindi, vit hava sum tjóð. Tjóðskaparsemjan millum allar flokkar á tingi ljóðar soleiðis í grein1 í uppskotinum: “Føroyar
flutning soleiðis, at Strandfaraskip Landsins ikki longur fer at røkja siglingina millum Skálafjørðin og Havnina. Nær farleiðin verður niðurløgd, er ikki endaliga avgjørt, men teir, sum sigla við gomlu [...] orsøkini hon, at teir ikki meta tað verða neyðugt við lógarbroyting fyri at fremja hesa ætlan. Fyritreytirnar í lagi Sosialurin var við gomlu Ternu úr Havn og inn á Skálafjørðin mikumorgunin. Á brúnni hittu vit [...] stólinum á leiðini suðureftir og stýrimaðurin á leiðini heimeftir. Saman við øðrum hevur Sámal Petur søkt Vinnumálastýrið um loyvi at sleppa at røkja farleiðina millum Skálafjørðin og Sund á privatum
mintist ilt aftur á nakað. Men ikki var hann bert gávaður røðari, tí eisini við penninum var hann ein úrmælingur. Hetta kom eisini Sosialinum til góðar, tá Vilhelm sat sum blaðstjóri á blaðnum frá 1972 [...] allarflestu hesi 65 árini. Vilhelm var føddur í Klaksvík í 1942 og var sostatt 79, nú hann ikki orkaði longur. Hann var sonur Estrid, sum var ættað úr Sørvági, og Bethuel Johannesen, skipara í Klaksvík [...] nógv fólk fluttu til Klaksvíkar at vinna. Hetta hevur ivaleyst havt ávirkan á ta lívsáskoðan, hann seinni stóð fyri, eisini á politiska pallinum, har hann var verkamannavinur sum fáur. Vilhelm fann sær
gjøllig frágreiðing, sum ikki kann gerast áðrenn týsdagin 23. oktober 2007. Og hvussuleiðis verða teir meira “professionellir”, um teir verða valdir á einum landslista heldur enn á einum minni valdømislista [...] eina heild, har teir valdu eru landspolitkkarar, sum virka fyri alt landið og ikki bert fyri sína heimbygd ella bý Og ikki sum smærri øki, ið stríðast ímóti hvørjum øðrum At sleppast skal undan teim eyðkendu [...] veruliga so, at Føroya størsta blað heldur, at teir politikarar, sum higartil hava sitið á Føroya Løgtingi ikki síggja landið sum eina heild?? Tað er júst tí, at hesir verða valdir úr ymsum plássum, at