Fyrst verður løgtingsformaðurin endurgivin fyri at siga, at málið hevur fingið drúgva viðgerð bæði í fólkinum, millum serfrøðingar og millum politikarar. Hetta fari eg at ivast í. Tað velst sjálvandi um, hvat ein drúgv viðgerð er. Í fólkinum haldi viðgerðin hevur verið meira so sum so. Onkur spurnarkapping hevur verið, men annars hevur málið ikki verið aktuelt í meira enn nakrar fáar mánaðar og stórt sæð bert borið fram av tingformanninum og lagt fram sum tingmál 4-5 mánaðar fyri eitt løgtingsval. Viðgerðin millum serfrøðingar hevur kanska vart eitt sindur longur, men út frá øðrum sjónarmiðum um nýggjar útrokningarhættir v..m. Sjálvt uppskotið um eitt valdømi hava serfrøðingar bert viðgjørt hesar seinastu fáu mánaðarnar. Og tað eg havi sæð hava teir flestu ávarað ímóti at seta lógaruppskotið hjá tingformanninum í gildi. Í øllum førum er tað óðamannaverk at gera tað til eitt brátt komandi val. Politikarar hava viðgjørt málið seinastu tíðina, men týðuligt er at merkja, at tað ikki bert eru sakligar grundgevingar fyri støðutakan teirra.
Sosialurin metir, at tíðin er komin at taka avgerðina um broyting frá einum landsdekkandi løgtingið til eitt kommunalt valt ráð, nú beinanvegin. Blaðstjórin vónar (eg haldi hann væntar), at fáa at síggja:
Eitt meira professionelt lið av tingfólki, og at sett verða heilt nýggj krøv til politikarnar
Sum skal síggja landið sum eina heild, har teir valdu eru landspolitkkarar, sum virka fyri alt landið og ikki bert fyri sína heimbygd ella bý
Og ikki sum smærri øki, ið stríðast ímóti hvørjum øðrum
At sleppast skal undan teim eyðkendu dupultfunktiónunum, har politikarar sleppa at oyðsla við ressursunum
Skipanin skal samansjóða hetta oyggjalandið
Viðv. 1.Eg fari at spyrja: Hvørji nýggj krøv verða sett til politikarar valdir í einum felags valdømi framum teir sum nú verða valdir í ymiskum valdømum?? Her krevst ein gjøllig frágreiðing, sum ikki kann gerast áðrenn týsdagin 23. oktober 2007. Og hvussuleiðis verða teir meira “professionellir”, um teir verða valdir á einum landslista heldur enn á einum minni valdømislista. Í løtuni verða nakrir tingmenn valdir sum útjavningarmandatir, tað vil siga við atkvøðum um alt landið. Eru teir meira professionellir enn teir valdømisvaldu? Eg haldi ikki nakar kann síggja munin. Um blaðstjórin við “professsionellar” hugsar um politikarar við serstakari útbúgving, so er heilt galið. Teir fólkavaldu skulu koma frá fólkinum, og øll skulu hava møguleika fyri at verða vald uttan krøv um serstaka útbúgving.
Viðv. 2. Er tað veruliga so, at Føroya størsta blað heldur, at teir politikarar, sum higartil hava sitið á Føroya Løgtingi ikki síggja landið sum eina heild?? Tað er júst tí, at hesir verða valdir úr ymsum plássum, at vit fáa eina heildarumboðan í Løgtinginum. Harvið verður landið røktað, men eisini verður hædd tikin fyri teim ymsu økjunum í landinum.
Viðv. 3. Tey smærri økini stríðast ikki ímóti hvørjum øðrum. Tvørtur ímóti arbeiða tey fyri ein stóran part saman. Harafturímóti er vandi fyri, at tey stóru økini gloyma tey smærru, og tað verður uppaftur verri við einum valdømi.
Viðv. 4. Hetta við dupultfunktiónum og oyðslan av resurssum skilji eg ikki. Her krevst ein meiri nágreinilig frágreiðing.
Viðv. 5. Tað er ikki eitt valdømi og harav standandi miðsavnan, sum samansjóðar landið Tað er tvørtur ímóti umboðan og røddir frá ymsu pørtunum av landinum, sum gera hetta møguligt. Eitt feskt dømi um hetta er Sandoyartunnillin. Ein slíkur vil samansjóða Sandoynna við ein stóran part av landinum. Men hvar finst mótstøðan móti hesu? Júst í tí miðsavnaða partinum.
Lógaruppskotið um Føroyar sum eitt valdømi er eitt misfostur. Vallógin eigur at verða broytt, men út frá heilt øðrum sjónarmiðum. Teim ymisku økjunum eigur at vera tryggjað umboðan á tingi, samstundis sum broyting av talinum av útjavningarmandatunum skal tryggja flokkunum javnbjóðis umboðan. Tá vera møguleikar fyri, at landið alt verður útbygt.
Samanumtikið kann sigast um lógaruppskotið:
at tað brýtur við vanligar demokratiskar reglur um, at øll øki í landinum fáa umboðan. Hetta er ein fortreyt fyri at demokratiið kann virka.
at áhugin fyri politikki í lokaløkjunum fer at minka, tá hesi onga ávirkan koma at fáa á uppstillingarnar hjá teim ymisku flokkunum.
at vandi er fyri, at umboðanin í tinginum verður nógv meira flokkscentrerað enn geografiskt umboðað og harvið ofta meiri “fakidiotisk”.
at við lógaruppskotinum verður nógv størri møguleiki fyri leysgangaralistum. Eingi krøv eru til undirskrivtir fyri at stilla upp í tí eina landsumfatandi valdøminum. Harvið verður eisini møguleiki fyri, at politisku flokkaskipanirnar syndrast.
at listar við meira enn 40 nøvnum á hvørjum fer at ørkymla veljarnar við tilvildarligum valum sum úrslit
at menn als ikki hava gjørt sær greitt og sett seg inn í hvørjar aðrar fylgir standast av uppskotinum, sjálvt um tingformaðurin sigur at tað er gjølliga viðgjørt.
Minsta kravið til tingmenn, sum nú skulu taka endaliga støðu til málið, er at teir útseta tað til eina nýggja støðutakan aftaná eitt løgtingsval. Annars er málið av so stórum týdningi, at løgmaður átti at nýtt sín rætt at útskriva val beinanvegin og harvið fáa viðgerðina av málinum inn í valstríðið. Tað er júst til slík føri, at rættur hansara at útskriva val er ætlaður.