1. Á Miðvágs kendu gøtum
í farnum, góðum løtum,
her gingu kendir menn.
Ja, summir dugdu skriva,
at fáa alt at liva,
í hellu ristu navn.
Nógvir eru um alt landið kendir,
aðrir hava bara verið nevndir,
onkur kvinna kundi verið nevnd her,
Miðvágs bygd av teimum so væl
kend er.
2. Í gomlum døgum tingið
í Miðvági var hildið
við gamla bóndagarð.
Her dømt varð um alt landið
frá fjall at fjørusandi
í lógarinnar navn.
Onkur var av Gálgasteini hongdur,
onkur út av Trælanýpu slongdur,
annar var á Spískasteini longdur,
í Miðvági slíkt hendir ikki
longur.
3. Í gamla Jansagarði,
har prestur breyt sær lærið,
gekk Beinta prestasprund.
Hon flutti prest av presti,
og fleiri ferðir festi
hon gamla Kálvalíð.
Summi søgdu, hon var full í gandi,
at hon fyri prestar var ein vandi,
greitt er, at hon var av høgum standi,
hennar’ brøgd, tey kendust um alt
landið.
4. Vit Gudmund Bruun væl kenna,
sum fáur mundi brenna
for okkar’ móðurmál.
At hann fekk gott í beinið,
tað segði gamli Heini,
hann át bert grind og kál.
Hann vaks upp í gamla Jansagarði,
sama stað, har prestur breyt sær
lærið,
Gudmund fór til Danmarkar at læra,
men gloymdi ikki bygdina
at æra.
5. Í Beitinum á Ryggi,
har eg um stundir hyggi,
gekk okkar’ størsta skald.
Ein evnaríkur maður,
sum ofta fall í stavir,
á penninum fekk vald.
Mikkjal var tað stóra sálmaskaldið,
um mál og mentan okkum væl
fortaldi,
teknaði hvønn fugl í Føroyum baldist
og hvønn hval, sum fram við
Føroyum spældi.
6. Tann fyrsta bók, vit vita
á føroyskum varð ritað,
tað Bábelstornið var.
Rasmus var tann klettur,
sum uppá heyggin settur
sá yvir landi og hav.
Háskúlin væl vaks úr hansar’
hondum,
megnaði at loysa seg úr bondum,
sum bundin vóru væl av fløtum
londum,
hann mál og mentan dróg at Føroya
strondum.
her, sum J. C. Svabo hevur livað,
her, sum fyrsta snellan fór at hiva,
framburðsbygdin besta
uttan iva.
7. Á Ryggi var ein annar,
so mangan tú tað sannar,
at skjótt at gloyma er.
Olivar var tað skaldið,
sum móðurlandið aldi,
sum vaks við ár í hond.
Olivar sang um móðurmálið kæra,
um móðurmál og Gud og landið æra,
um fiskimenn, sum út á havið fara,
hví dreingir mest um seyð og
haga læra.
8. Dagmar æt tann kvinna,
sum miðvingar væl ynna,
hon systir Mikkjals var.
Hon skrivaði um hana,
í Skúvoy fekk sín bana,
tí pútubarn hon bar.
Bókin “Ranvá” øll í Føroyum vita,
fyrsta, føroysk kvinna hevur ritað,
á Føroya máli er hon so væl litað,
megnaði nógv mørk hjá
kvinnum flyta.
9. Í Miðvágs bygd nógv hendi,
til frambrot Føroyar vendi,
sum bygdu hetta land.
Her reimaveltan gøddist,
her fyrsti skúlin føddist,
her birtu bøkur brand.
Her var fyrsta bygdasøga skrivað,
10. Við Kirkjaránna stóru
vit aftur fyrstir vóru
á handaligan hógv.
Her stóð tað fyrsta verkstað,
sum Føroyar høvdu tá sæð,
og spann í góðum lag.
Áin fekk maskinurnar at hurra,
høvlar, sagir, fresarar at snurra,
vælnøgdir teir menn tá mundu
murra,
fingu hús og heim uppá
tað turra.
11. Við Grønlands oyðnu strendur,
har golfstreymurin vendir,
har hendir mangt og hvat.
Tann fyrsti, sum har “kendi”
og loddið niður rendi,
hann “Birtulias” æt.
Sum tann fyrsti fór hann út at rógva,
í Grønlandi mong ár hann mundi
knógva,
at alt ber til, so væl hann mátti
prógva,
at Miðvingur hann var, er ei
at krógva.
12. Á Miðvágs vøkru fløtum,
á gomlum bygdagøtum,
her sjóðar fyrndalag.
Á stóra Miðvágs sandi
kom mesta grind at landi
í øldir fleir á rað.
Men nú fargast sjógvurin ei reyður,
grindahugburður er púra deyður,
skjótt tað gamla farið er úr minni,
eg ongan grindaskølt á
sandi finni.
13. Tó enn ímillum fjarða
tað eru menn, ið skara
framum tað vanliga.
Tak bara hann, Jens Eli,
hann er ein mílipeli
at seta alt í gongd.
Í svartkjafti hann var tann allar fyrsti,
var reiðari og skald, sum honum
lysti,
mangan tátt úr ermuni hann risti,
ongantíð seg sjálvan
burtur misti.
14. Ímillum hús og bakka,
har “Sjakker” mundi sjakka
runt um sín egna hjall.
Har Hjalgrím og Boys Hanna,
títt øll við borðið kanna,
um øll nú vóru har.
Tí tey áttu ellivu børn sjálvi,
Harry B. var teirra fyrsti alvi,
størsta sjómansskald í hesum landi,
hann sjálvandi vaks upp á
Miðvágs sandi.
15. Tó ei vit meða gloyma,
ei heldur nakað goyma,
um vøkru Miðvágs bygd.
At vit á herðar byggja,
tá afturum vit hyggja
og seta somu dygd.
Ta mentan og tann hugburð, sum teir
høvdu,
tá teir størstu jørð í landi pløgdu,
altíð fyrstir framburðin at bera,
málið fremst í Miðvági
skal vera.
16. Eg kundi nevnt mangt annað
og søgurnar væl kannað um øll,
sum bygdin ól.
Men lat meg bara gevast
at reypa og at strevast,
nú alt úr heysi mól.
Líka út á Nýpuna eg síggi,
Leitisvatn er blankt við ongum
skýggi,
hygg, sandurin, nú ósin rennur
møkur,
Miðvágsbygd, tú er mær
sera vøkur.
Valdemar á Løgmansbø.