Heðin Mortensen, formaður í kommunusamskipan Føroya
----
Rættleiðingin hjá landsstýriskvinnuni í innlendismálum styrkir tíverri bert um illgrunan um, at veruligt javnbjóðis samskifti um kommunureformin ikki er á dagsskránni.
Eg bað sum formaður í Kommunusamskipan Føroya um, at umboð fyri kommunufeløgini koma við í arbeiðsbólkin – ikki sum landsstýriskvinnan skrivar, um at formaðurin skuldi við. Tað sum um ræður er, at kommunalu sjónarmiðini verða umboðað frá fyrsta degi. Hvør persónur ið er við hvar, tað hevur so nógv minni at siga.
Eg ivist onga løtu í, at landsstýriskvinnan meinar tað, tá hon sigur seg vilja virða kommunala sjálvræði. Men nøkur hugtøk í rættleiðingini eru komin heilt skeivt fyri, og kanska er tað tað, sum ger, at niðurstøðurnar hjá landsstýriskvinnuni hesaferð ikki eru so hepnar.
Ein fylgibólkur hevur, sum heitið sigur, til uppgávu at fylgja við í eini tilgongd. Bólkurin sum landsstýriskvinnan nevnir fylgibólk, skal við hennara orðum “....finna fram til neyðugar semjur á kommunala økinum”
Tað ljóðar meira sum ein arbeiðsbólkur enn sum ein fylgibólkur.
Hvørki fylgibólkar ella arbeiðsbólkar eru til í mun til stýrisskipanina, og einasta ferð, ið politisku flokkarnir á Tingi verða nevndir í Stýrisskipannarlógini, er í § 28, ið er um, tá ið løgmaður verður tilnevndur. Tað er tí positivt skeivt at siga, at tað er móti stýrisskipanini, at umboð fyri kommunurnar vera við í arbeiðsbólkinum. Sjálvandi skulu vit vera við. Har er ongin formlig forðing, tað er bert ein spurningur um vilja. Her hevur vegleiðingin til landsstýriskvinnuna ikki verið nóg góð. Um vit endiliga skulu vera formalistisk, so kunnu vit harafturímóti í læruni um valdsbýti finna sera prinsipiellar stýrisskipannarligar grundgevingar ímóti at parlamentarikarar og stjórnarlimir orða politikk saman í einum arbeiðsbólki. Men heldur ikki tað stendur nakað um í okkara stýrisskipanarlóg, so latum okkum heldur leita eftir loysnum, ikki forðingum.
Og hví skulu vit lata okkum avmarka av tí, sum stendur í álitinum frá komunalu umskipanarnevndini? Hon fekk ein bundnan setning frá landspolitiska myndugleikanum. Ikki tað, nógv er gott í álitinum, men nevndin kundi ikki seta seg útum setningin, og tí eru nøkur eyðsæð viðurskifti eftir at viðgera. Latum okkum taka tey við nú beinanvegin.
Nei, kommunurnar eiga ikki fyrr enn til seinast í tilgongdini at fáa greitt at vita, hvat skal henda á kommunuøkinum. Fyrst mugu vit sleppa framat at hjálpa landspolitiska myndugleikanum at seta orð á trupulleikar og møguleikar á kommunuøkinum. Tástani hava landspolitikararnir eitt haldgott grundarlag at gera semju á. Um tilgongdin byrjar við, at landspolitikararnir fara haldandi fyri eygu og oyru undir pott at finna saman um eina semju uttan at taka ímóti teirri vitan, sum kommunurnar kunnu geva teimum fyrst, so er tann politiska semjan deyðadømd, beinanvegin sum hon møtir kommunupolitiska veruleikanum.
Tað er eitt stórt mál, ið landsstýriskvinnan hevur sett sær, at fara á fund við allar kommunurnar hvør sær. Eg kann tó ikki lata vera við at stúra fyri, at ein so stór odyssé ikki kann annað enn taka so nógva orku, at ov lítil orka verður eftir til at arbeiða við umskipanini. Vit hava ikki minni enn tvey kommunufeløg at samansjóva áhugamálini hjá kommununum, finna semjur og umboða kommunalu sjónarmiðini hjá bæði størri og smærru kommununum.
Alt gott um hoyring, men tað frægasta sum ber til at fáa burtur úr eini hoyring er, at vit pjøssa uppá ringastu lýtini í ætlaðu loysnunum. Hoyring formar ongan politikk, hon er eitt trygdarnet.
Tað kann ikki bera til, at misskilt formalistisk atlit skulu vera orsøkin til, at vit enn einaferð einans fáa eina hálvgum samanhangandi og illa gjøgnumhugsaða loysn fyri kommunuøkið.
Verður hetta endin, verður úrslitið júst sum seinast, at longu áðrenn hesin kommunureformurin er komin á tingborð, stendur øllum greitt, at vit mugu fáa ein aftrat. Og so verður støðan júst sum landsstýriskvinnan lýsir hana í dag: “Kommunubygnaðurin hevur í mong ár staðið ovast á breddanum hjá politikarum”. Hetta má halda uppat. Vit mugu skapa eina so góða loysn, at tey næstu nógvu árini fara vit at tosa innihald, heldur enn bygnað. Hinum er for lítið flog yvir. Tað fer enn einaferð at skerja, tálma og benda menningina á kommunuøkini, og vit kunnu sum onki røkka longur:
Vit í kommununum hava vitan, innlit og sjónarhorn sum landspolitikarar ikki kunnu hava, hvussu fegin tey so vilja – og øvut, sjálvandi. Tí sigur tað seg sjálvt, at vit fáa eina nógv heilari og betri loysn fyri bæði land og kommunur, um vit seta okkum saman við eitt borð, og tosa opið um trupulleikar og møguleikar, áðrenn nøkur uppskot til loysn verða sett á blað.
Mín boðskapur er tí, at landspolitikarar og kommunupolitikarar taka lógvatak beinanvegin. Og á tí grundarlagi, sum okkara embætisfólk saman við serfrøðingum á økinum við kommunuálitinum hava framleitt, í felag skapa grundarlagið undir eini tryggari loysn, kommunala sjálvræðinum at frama. So kunnu vit gevast við at tosa bygnað, og í staðin tosa um, hvussu vit dag um dag gera landið liviligari og betri. Á øllum økjum, og í øllum kommunum.