eftir miðásinum, men tað var ikki serliga vandamikið fyrrenn Kurt Mørkøre kom ímillum, tí NSÍ málverjin og miðverjan misskiltu hvønn annan. Kurt var púra kaldur, bíðaði til málverjin kom út ímóti og lyfti [...] spældi ímóti nógva og vaksandi vindinum í 1. hálvleiki, og tá fingu teir einki mál. Tað kundu teir ikki fáa, tí sannleikin er, at teir høvdu ongan upplagdan málmøguleika. Sørin Petersen, sum 1. hálvleik [...] tøvdi og vildi draga seg betri fyri í brotsteiginum, og so varð skotroyndin blokerað. Talan var heldur ikki um upplagdan møguleika, tá KÍ fimm minuttir eftir kærkomnu hvíldina kom á odda. Rógvi Jacobsen, sum
TOFTIR: Gøtumenn eru ikki givnir, sjálvt um gullkrónurnar eru farnar teimum úr eygsjón fyri fleiri vikum síðani. Sunnudagin vóru teir á Svangaskarði, og teir fóru til hús aftur við øllum. Í 1. hálvleiki [...] mótstøðumenninar av sær. Eina ferð fekk hann mál, men aðrar ferðir kundi hann fingið mál, um hann ikki hevði verið so ógvuliga høgra beintur. 29 minuttir vóru farnir, tá hol kom á. Fróði Benjaminsen, sum [...] Petur Justinussen, sum komandi leygardag fer at spæla sín síðsta dyst á besta liðnum hjá GÍ, økti til 3-1. Pauli Jarnskor lyfti fríspark fram eftir miðleingjuni, og eingin ansaði aftasta manninum, sum
frágongd av spælarum. ? Eg eri glaður fyri álitið, sum spælarar og nevnd hava víst mær, og eg gleði meg til samstarvið komandi ár. Tá ætla vit at fáa eitt betri úrslit enn vit hava fingið í ár, sigur Jóannes [...] landsdystum fyri Føroyum. Hann var venjari í VB í tvey ár, í HB í tvey ár, áðrenn hann so í 1996 kom til Klaksvíkar. Nú hevur hann verið í Klaksvík í tvey ár, og hóast tilboð hava verið frá øðrum feløgum [...] feløgum, hevur hann gjørt sáttmála við KÍ, um at samstarvið heldur fram komandi ár eisini. Jóannes hevur ikki spælt nógv í ár, men hann hevur verið við fleiri dysir, og so seint sum fyrradagin byrjaði hann sum
ætla at stilla svenska UEFA formannin upp til hægsta fótbóltssessin í heiminum: ? Vit stuðla Lennarti Johansson av fullum huga. Vit hava ikki nakra orsøk til ikki at gera tað. Vit kenna svian, og mátin, [...] aðalskrivararnir í europeisku fótbóltssambondunum vóru til staðar. Torleif Sigurðsson og Ísak Mikladal vóru mikudagin á veg til fundin, men teir komu ikki longri enn vestur í Vágar, so spældu floglíkindini [...] hetta fer ikki at eydnast, tí umframt úr Europa fær Johansson eisini undirtøku úr Asia og úr Afrika. Spurningurin hvør skal taka við sum UEFA formaður, um sviin verður valdur til FIFA formann, er ikki avgjørdur
Sosialurin hitti hann í matstovuni á Sjómansheiminum mánamorgunin, beint áðrenn hann skuldi fara aftur til Danmarkar. Ebbe Lundgaard leggur skemtandi afturat, at mótsætt vanligu best umtóktu filmunum, so vóru [...] Hetta er fyrstu ferð, Ebbe Lundgaard vitjar í Føroyum, men hann er sannførdur um, at hann kemur aftur til Føroya. ? Eg kenni eisini nakrar føroyingar frá míni tíð sum háskúlastjóri á Brandbjerg Højskole, sum [...] meðan hann var skúlastjóri, og at hann sunnudagin hevði vitjan av fýra teirra. Ebbe Lundgaard er ikki gamal í garði sum politikari. Hann tók við á nýggjárinum við sum nýggju mentamálaráðharri, tá danski
Nólsoyar Pálli fyri at hava latið skipið siglt heim úr Fraklandi til Føroya, men ikki fyrst at hava syrgt fyri, at skipið hevði verið til logarásetta høvuðseftirlitið og hevði galdandi skjøl. Kári Horn [...] hava ført skipið til Føroya, sjálvt um skipið í grundini var afturhildið av Søfartsstyrelsen, til ávís trygdarkrøv vóru uppfylt. Hann varð eisini dømdur, tí hann undan heimferðini ikki syrgdi fyri, at skipið [...] eitt siglingarloyvi, sum hann tó ikki hevði heimild til at geva. ?Siglingarloyvi? varð sent skiparanum í Fraklandi, og beint aftaná loysti Nólsoyar Páll frá landi. Ikki herskip Tá sakarmálið móti Jóan Karl
røð. Tað hevði eg nú ongan hug til, men myndamaðurin fekk gott pláss frammantil. Og hálvan tíma eftir, at møtið var byrjað, bóru teir framvegis stólar til fólk, sum ikki høvdu fingið pláss. Men áðrenn [...] fólk skuldu ikki kenna seg kroystan av nøkrum. Alt var so sera sjálvboðið. Sagt varð, at fólk ivaleyst høvdu hoyrt eitthvørt um hesi møtini, men tað var ikki alt soleiðis. Og fólk máttu ikki lata seg ávirka [...] Byrjaði so aftur, men tað gjørdist ongantíð til nakað stórvegis. Fyri tann, sum ikki er vanur við slíkt, sá tað ógvuliga løgið út. Eg ivaðist eina løtu, um hon hoyrdi til eina av samkomunum, sum hava slík møti
Frá knappanálum og undirbuksum til bilar, sigur Kristmund Kunoy. Fyrr, tað vil siga í áttatiárunum, vóru nógvir útlendskir framsýnarar við, men teir eru burtur nú, og ikki er gjørt so nógv fyri at fáa teir [...] n fer at syngja gospelsangir. Men nú er hetta ikki bara ein stevna fyri tey, sum hava hug at hyggja at flottum undirklæðum ella bilum. Vanliga verður ikki so nógv hugsað um børnini, tá slíkar stevnur verða [...] Dagarnar frá hósdegnum 2. oktober til sunnudagin 5. oktober verður Handilsstevna í ítróttarhøllini á Nabb í Havn. Hendan stevnan er tann ellinta í røðini av Handilsstevnum, sum Kristmund Kunoy skipar fyri
føroyingar gera fyrstu fyrireikingarnar til eina miðvísa oljuleiting og í hesum sambandi skulu til at skipa fyri 1. útbjóðingarumfarinum - verða fyrireikingar nú gjørdar til fyrstu boringina í einum fjarskotnum [...] stóra ávirkan á samfeløgini so ella so. Fyri ikki at tosa um, hvussu rík hesi smáu samfeløg verða, um stórar oljukeldur verða funnar, og tær geva nógvar pengar til samfeløgini. Eitt fet framman fyri okkum [...] boringina fara hini samtøkini brúka sama boripallin til at bora í sínum teigum. Ætlanin er at bora fimm brunnar í fyrstu syftu, Amerada Hess tveir og síðani ein til hvønn av hinum operatørunum. Økið, sum er boðið
nógvar kreftir til kanningarnar. Brian Mithener frá BP sigur annars, at teir meta seg at vera á rættari kós í kanningararbeiðinum. -Eg kann bert siga, at vit høvdu ikki verið her, um vit ikki hildu møguleikar [...] ein forðing, at marknatrætan ikki er loyst sigur Brian C. Mitchener. Gordon Taylor frá Shell heldur annars, at uttan mun til um tíðarætlanin við 1. útbjóðing heldur ella ikki, so verður neyvan talan um at [...] Feløgini hava nú í nøkur ár arbeitt við tí føroyska økinum, men tað er ikki fyrr enn nú, at feløgini eru farin meira miðvíst til verka. Bæði feløgini arbeiða saman vestan fyri Hetland og eru við í báðum