staðið sløkt í einar seks mánaðir, hugsaði eg, at hetta vil eg ikki standa modell til – at eg skal vera við til at dálka umhvørvið óneyðugt. Tískil startaði eg vatnverkið sjálvur upp aftur fyrst í september [...] soleiðis háttaður, at hann fer til nærmasta granna. Skuldi turkur ella onnur viðurskifti gjørt, at vatnmyllan hjá mær ikki gevur tann streym, eg havi brúk fyri, keypi eg um somu skipan streym frá SEV. [...] brúkar sjálvur til hita og el í Vatnsoyrum. Við í nýggju skipanin hjá Ólavi Poulsen í Vatnsoyrum er eisini talva, sum ger, at avlopsframleiðslan av orku - tað merkir, at orkan, sum hann ikki brúkar sjálvur
ella atgongd til møguleikar. Og eg eri glaður fyri, at eg eri ein partur av einum samfelag, sum í øllum førum roynir at vera nakað fyri øll. Hesa løtuna havi eg ikki at tosað serliga nógv til teir meira [...] Tað er ikki til at skilja. Men vónleysa støðan fær summi at hyggja at sær sjálvum og spyrja, hvat tey kunnu gera fyri at fáa eitt gott lív? Blái Krossur kann vera vegleiðarin í slíkum støðum - og til bjarging [...] at spretta, og urtagarðurin stendur í anga. Við hesum orðum ynski eg Bláa Krossi í Føroyum til lukku við teimum fyrstu 100 árunum. Eg ynski tykkum blíðan byrð fram-yvir og lýsi við hesum Rúsevnisráðstevnuna
eins og í áskoðaraplássinum. Børnini sungu við av heilum hjarta, tá ið Bubu trein í sangir sum ‘Súkkla Nú’ og ‘Eg havi eina Hond’, og ikki kann sigast annað, enn at børnini hugnaðu sær alsamt. Silvalandið [...] Hóast startskotið til Summarfestivalin ikki varð fyrr enn klokkan 19 í gjárakvøldið, so var nógv á skránni í Silvalandinum. Umframt at har bæði eru hoppuborgir, bilbáni, ansigtsmáling og mangt mangt annað [...] fyri børnini í Silvalandinum, so eru eisini ymiskar framførslur á skránni. Seinasta framførslan í gjár var eingin minni enn klovnurin Bubu, oghundratals børn, við foreldrum teirra, vóru møtt upp til at síggja
eitt hendingaríkt lív. At síggja til eitt gott lív, men tað er ikki sannleikin. Hann stríddist í mong ár við misnýtslu av rúsdrekka, og einaferð var tað komið har til, at hann umhugsaði at gera enda á [...] Hann umhugsaði at gera enda á sær, men lukkutíð gjørdi hann tað ikki. – Blákrossheimið bjargaði mær og er høvuðsorsøkin til, at eg havi eitt gott lív í dag við góðari samvitsku, sigur Jóhan Eli [...] Jóhan Eli Poulsen í rættiliga opinskáraðari samrøðu í Sosialinum. – Eg hevði sannført meg sjálvan so nógv um, at tað var Guds ætlan, at eg skuldi ganga fullur og snakka við full fólk um sjálvan Gud, sigur
suður ein dag um vikuna, og so hevði eg havt ein útbúnan lesivegleiðara at sparra við; tað sakni eg í núverandi støðu. Tímajáttanin, til lesivegleiðaravirksemi, var ikki klár fyrr enn seint í summarfrítiðini [...] skúli hava ikki tikið av lesivegleiðaraleiklutinum. Tvøroyrar skúli hevur latið tímarnar til orðblindaleiklutin, meðan Vágs skúli hevur raðfest markaðu tímarnar á annan hátt. - Tí verður játtanin til lesivegleiðing [...] lesivegleiðing ikki gagnnýtt, sum hon eigur, í skúlaskipanini í Suðuroy í ár. Tað meti eg vera stórt spell, tí tað eru børnini, sum missa hetta slag av virksemi, sigur Nita Næs. Høvdu allir skúlar í oynni tikið
sjúkur so sum HIV, er tað ikki nakað, sum starvsfólkini hugsa stórvegis um. - Hóast eg ikki altíð kann gera so nógv, so ivist eg ikki í, at eg havi bjargað onkrum mannalívum, meðan eg havi verið her, sigur [...] at taka eitt sabbatsár, og tá eg altíð havi ynskt mær at sleppa til Afrika, hugsaði eg, at nú skuldi tað verða. Á netinum las eg um felagsskapin Projects Abroad, og so var eg skjót at biðja Ásu koma við [...] tey ikki gera, sum tað verður sagt av onkrum av starvsfólkunum, og tað er nakað, sum eg havi alt annað enn lætt við at góðtaka. Men eg haldi, at eg havi vant meg við, at soleiðis er tað her, og eg fái
teimum. Umskeringin var ikki fyri at frelsa børnini, tað er skilligt. Børnini hoyra Harranum til, tað er ikki neyðugt hjá okkum at gera nakað, fyri at børnini skulu hoyra Harranum til. Hann hevur samt allan [...] Hesari støðu var eg í, sum øll onnur. Eg hevði ein stóran framíhjárætt, við tað at foreldur míni vóru trúgvandi, men eg mátti verða føddur av nýggjum sjálvur. Tað bleiv eg ein dag, eg veit ikki neyvt nær tað [...] foreldur míni vóru baði trúgvandi, eg var tó ikki endurføddur, men var í somu støðu sum øll menniskju, eg mátti verða føddur av nýggjum, sum Jesus segði við Nikodemus. Eg var í hesi støðuni, sum vit lesa
gólvinum og bløð til børnini at lesa. Inni í hvílirúminum hava børnini møguleika til at binda frið og hvíla seg eina løtu. Eitt sjónleikararúm við palli er eisini í kjallaranum. Har hava børnini møguleika at [...] arbeiðsrúmið, har børnini sleppa at mála, byggja bátar og annað. Børnini syrgja fyri sær sjálvum tað mesta av degnum. Tey gera tað tey hava hug til og renna úti og spæla. Øll børnini eru samd um, at teimum [...] málað bløð. Børnini hava nakrar fastar aktivitetir. Til dømis sleppa tey at vera í høllini á háskúlanum, har tey hava dansi- , sang- og bóltspøl. Stórt øki er rundan um frítíðarskúlan, har børnini kunnu spæla
Fullveldismálið hjálpir til Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum dylir heldur ikki fyri, at hann heldur seg kenna orsøkina til, at støðan hjá flokkinum er sum hon er. - Tað er ikki óhugsandi, at okkara heilt [...] tí, sum landsstýrið kemur aftur við. Men vit kunnu ikki siga. at tað, sum danskir andstøðupolitikarar siga, ber ikki á tað borðið? - Eg hefti meg ikki so nógv við, hvat danskir andstøðupolitikkarar siga [...] veljaraskara, sum vit høvdu til seinasta val og enntá leggja nakrar afturat og tað eri eg sera væl nøgdur við, sigur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Heini O. Heinesen í eini viðmerking til seinastu veljarakanningina
grenjandi og toyggir seg niður móti gólvinum. - Men eg haldi, at tú skalt gera tað sjálvur. - Nei, eg tími ikki. - Nei, tú tímir ikki. Men eg tími heldur ikki, svarar Jóhanna. Og soleiðis gongur prátið, spælið [...] rúmi ber so til hjá einum ella tveimum børnum at spæla í frið. - Eitt sum eyðkennir hesi børnini er, at tey duga illa ella slettis ikki at seta seg inn í støðuna hjá øðrum. Tí duga tey heldur ikki at samskifta [...] øðrvísi starvslýsingin sigur í sjálvum sær ikki so nógv um lítla varda umhvørvið, ið fjálgar um gerandisdagin hjá sjey havnarbørnum, sum ikki eru sum hini. Tí børnini í Bólinum, sum stovan eitur, hava øll