Børnini streyma til Bubu

Hóast startskotið til Summarfestivalin ikki varð fyrr enn klokkan 19 í gjárakvøldið, so var nógv á skránni í Silvalandinum. Umframt at har bæði eru hoppuborgir, bilbáni, ansigtsmáling og mangt mangt annað fyri børnini í Silvalandinum, so eru eisini ymiskar framførslur á skránni.

 

Seinasta framførslan í gjár var eingin minni enn klovnurin Bubu, oghundratals børn, við foreldrum teirra, vóru møtt upp til at síggja og hoyra skemtiliga klovnin syngja sangir og fortelja søgur, og annað skemtiligt.

 

Badmintonhøllin var full av fólkið, ið bæði sótu á gólvunum frammanfyri pallin, eins og í áskoðaraplássinum. Børnini sungu við av heilum hjarta, tá ið Bubu trein í sangir sum‘Súkkla Nú’ og ‘Eg havi eina Hond’, og ikki kann sigast annað, enn at børnini hugnaðu sær alsamt.

 

Silvalandið opnar aftur í dag klokkan 14, og longu klokkan 15 verður klovnurin Bubu aftur at síggja á pallinum. Umframt Bubu eru tað eisini gyklarin Jens Tryl, og lundanir Luddo og Karlo, ið eru gestir í Silvalandinum.