Suðuroy: Taka ikki við møguleikanum

Tvøroyrar skúli og Vágs skúli hava ikki tikið av lesivegleiðaraleiklutinum hetta skúlaárið. Tað veit heimasíðan hjá lærarfelagnum at siga. - Avleiðingin er, at tað eru børnini, sum missa, heldur Nita Næs, lesivegleiðari.

Hetta skúlaárið hevur hon tímar í Hvalbiar skúla (myndin), Porkeris skúla og Sumbiar skúla, men Tvøroyrar skúli og Vágs skúli hava ikki tikið av lesivegleiðaraleiklutinum. Tvøroyrar skúli hevur latið tímarnar til orðblindaleiklutin, meðan Vágs skúli hevur raðfest markaðu tímarnar á annan hátt.

- Tí verður játtanin til lesivegleiðing ikki gagnnýtt, sum hon eigur, í skúlaskipanini í Suðuroy í ár. Tað meti eg vera stórt spell, tí tað eru børnini, sum missa hetta slag av virksemi, sigur Nita Næs.

Høvdu allir skúlar í oynni tikið av tilboðnum frá Mentamálaráðnum, hevði Nita Næs helst skipað arbeiðið øðrvísi hetta skúlaárið.

- So hevði eg ivaleyst havt dagar, har eg hevði arbeitt sum lesivegleiðari burturav, og tað hevði verið lættari at farið inn í ávísar undirvísingarstøður í skúlastovuni og harvið gjørt ein virknan mun í vanliga skúladegnum. Tað kundi eisini hugsast, at ein lesivegleiðari úr einum øðrum øki í landinum kom suður ein dag um vikuna, og so hevði eg havt ein útbúnan lesivegleiðara at sparra við; tað sakni eg í núverandi støðu.

Tímajáttanin, til lesivegleiðaravirksemi, var ikki klár fyrr enn seint í summarfrítiðini, tá ið skúlaleiðslur høvdu lagt tímatalvu og virksemisætlan; tað kann vera orsøkin til, hvussu hetta slag av virksemi er raðfest á stóru skúlunum í Suðuroy, vísir Nita Næs somuleiðis á.