Richard Danielsen
-----
Í Gamla Testamenti skuldu dreingjabørnini hjá ísraelsfólki umskerast. Hetta var ein sáttmáli, sum Gud gjørdi við Ábraham. Vit lesa hetta í 1. Mós. 17,9-14:
“Síðani segði Gud við Ábraham: "Tú skalt eisini halda sáttmála Mín, tú og avkom títt eftir teg, mann eftir mann. Hetta er sáttmálin millum Meg og tykkum og avkom títt eftir teg, sum tit skulu halda: Alt mannkyn hjá tykkum skal verða umskorið. Tit skulu umskera yvirhúð tykkara, og tað skal vera sáttmálatekinið millum Meg og tykkum. Átta dagar gamalt skal hvørt dreingjabarn hjá tykkum verða umskorið, mann eftir mann, bæði tann, ið føddur er heima, og tann, ið er keyptur fyri pening frá onkrum fremmandum fólki og ikki er av avkomi tínum. Umskerast skulu bæði tann, ið føddur er í húsi tínum, og tann, ið keyptur er fyri pening tín. Soleiðis skal sáttmáli Mín vera á holdi tykkara - ævigur sáttmáli. Men ein óumskorin av mannkyni, ein, hvørs yvirhúð ikki er umskorin, hann skal verða týndur úr fólki sínum; hann hevur brotið sáttmála Mín!"”
Hetta er ongantíð álagt heidningum at gera, men var ein sáttmáli millum Gud og Ábraham. Tað er heldur ikki álagt kristnum heidningum at gera hetta, tvørtur ímóti, Paulus stríddist ímóti teimum, sum vildu leggja kristnar heidningar undir lógina og umskeringina, tað vóru teir, sum vildu gera hetta á døgum Paulusar, men hann stríddist ímóti teimum.
Umskeringin var ikki fyri at frelsa børnini, tað er skilligt. Børnini hoyra Harranum til, tað er ikki neyðugt hjá okkum at gera nakað, fyri at børnini skulu hoyra Harranum til. Hann hevur samt allan heimin við seg sjálvan, 2. Kor. 5,19, eisini børnini. Undir gamla sáttmálanum skuldu børnini umskerast áttanda dagin, vit lesa einki um, at tey skuldu umskerast fyrr, um tað sá út til, at tey fóru at doyggja áðrenn áttanda dagin. Vit lesa einki um, at sonurin hjá Dávid og Batsebu, sum tey høvdu fingið at vita um, at hann fór at doyggja, varð umskorin, hann doyði sjeynda dagin. Gud er ikki avmarkaður av nøkrum, sum vit skulu gera.
Er nøkur læra um nýføðingar ella lítil børn í Nýggja Testamenti? Jú tað er tað. Paulus lærir hetta í 1. Korintbrævi:
“Við hini sigi eg - ikki Harrin -: Hevur ein bróðir vantrúgvandi konu - og hon vil búgva saman við honum - so skilji hann seg ikki frá henni! Og hevur ein kona vantrúgvandi mann - og hann vil búgva saman við henni - so skilji hon seg ikki frá manni sínum! Tí hin vantrúgvandi maðurin er halgaður við konuni, og hin vantrúgvandi konan er halgað við manninum; annars vóru jú børn tykkara órein, men nú eru tey heiløg.” 7,12-14.
Her lærir Paulus, at eitt barn, har annað foreldrið er trúgvandi, er heilagt. Hetta merkir tó ikki, at barnið er endurføtt, tí barnið hevur bert somu støðu, sum tað foreldrið, sum ikki er trúgvandi. Sjálvur hevði eg tann framíhjárætt at vera ein heilagur frá nýføðingi av, foreldur míni vóru baði trúgvandi, eg var tó ikki endurføddur, men var í somu støðu sum øll menniskju, eg mátti verða føddur av nýggjum, sum Jesus segði við Nikodemus. Eg var í hesi støðuni, sum vit lesa í Ef. 2,3:
“Millum teirra vóru vit eisini øll áður og livdu í girndum holds okkara, gjørdu tað, sum holdið og hugsanirnar vildu, og vóru av náttúru børn vreiðinnar, eins og hini.”
Hesari støðu var eg í, sum øll onnur. Eg hevði ein stóran framíhjárætt, við tað at foreldur míni vóru trúgvandi, men eg mátti verða føddur av nýggjum sjálvur. Tað bleiv eg ein dag, eg veit ikki neyvt nær tað var, men við tað at orðið varð prædika fyri mær aftur og aftur, lærdi eg umsíðir at taka ímóti Kristusi og frelsu hansara, tá var eg endurføddur. Sum vit lesa í Galatiabrævinum:
“Hetta eina vil eg fáa at vita frá tykkum: Var tað av lógverkum, tit fingu Andan, ella av at hoyra í trúgv?” Kap 3,2.
“Hann, sum nú gevur tykkum Andan og virkar kraftargerðir tykkara millum - ger Hann tað av lógverkum ella av, at tit hoyra í trúgv!” 3,5.
Tað, sum vit skulu gera, er at siga børnunum frá um Jesus, hvat hann hevur gjørt fyri tey á Golgata, síðani vil Andi Guds gera sítt verk.
“Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds - teimum, ið trúgva á navn Hansara.”