nakar her á landi misunnir Vágoynni fast samband, langt ífrá tí! At menn í álvara framføra at vágafólk, sum tey einastu í Føroyum skulu betala bummpengar, er at øtast yvir. Sjálvandi skulu vágafólk hava [...] við síðuna av oljuvinnuni. Í samband við undirsjóartunnil eru nógvir ivaspurningar, so nógvir, at ilt er at meta um úrslitið, og orsøk er at óttast fyri, at Føroya fólk kemur í óføri. Verður undirsjóvartunnil [...] arbeiði fer í gongd at fáa byrging um sundið. Tað er neyvan ivi um, at byrging um sundið tænir føroya fólki og komandi ættarliðum best. Undirritaði vil meta at byrging er so skilagóð loysn í allar mátar
Tað merkir í roynd og veru, at danir ráða. Tí hevur innlitið og eftirlitið í Føroyum við virkseminum hjá m.a. peningastovnunum verið ov lítið, og tí var tann ógvusligu bankahúsagangurin í 1992-1993 møguligur [...] samtykkja í Løgtinginum at hava fólkaatkvøðu um ríkisrættarligu støðu Føroya, um eitt ávíst áramál. Ein tílík fólkaatkvøða vil í sjálvum sær noyða tær veruligu sjálvstýriskreftirnar í Føroyum til at fara [...] g. Føroyar luttaka í alt ov lítlan mun aktivt í tí samstarvi, sum er skipað millum smátjóðir. Fjórða stigið er, at vit fáa til vega neyðug stýringsamboð fyri peningapolitikkinum. Í løtuni eru peningamál
teir hava fingið í danska orkumálaráðnum. Í fyrstuni var einki í vegin fyri at fáa skjølini. Ein fulltrúi, vit tosaðu við, spurdu, hvussu, vit vildu hava tey. Um vit vildu hava tey í pakkaposti, ella [...] brúkar orkumálaráðið høpisleysar grundgevingar, sum t.d. at lógin um alment innlit í Føroyum kom ikki í gildi fyrrenn í 1994..... Hetta hevur sjálvandi onki við málið at gera, tí teir umsótu málið heilt [...] mest dramatiska tíðarskeiðið í Føroya søgu og í søguni hjá ríkisfelagsskapinum. Men hetta er eisini størsta, og mest gjøgnumarbeidda tiltakið hjá einum føroyskum fjølmiðli. Í sløk trý ár hevur sjónvarpið
Jóannes at keypa margarin, tí stóð hann í gongini, í skóm, klárur at fara. Var Beinir hinvegin komin eina lítla løtu seinni, var hann farin... Jóannes leyp í hylin eftir Bartali har hann lá og fleyt [...] søguna um, hvussu árs- gamli, Bartal Evaldsson, úr Vági, í allar evstu løtu varð bjargaður undan tí vissa deyða. Hann var dottin av einum bakka í ein hyl og var lívleysur, tá ið hann var fingin uppaftur [...] hoyrdi tjumsið, men helt, at tað var ein steinur, sum var farin í hylin. Táið hann vendi sær við, sá hann, at ársgamli beiggin lá lá og fleyt í hylinum. Men heldur enn at renna heim, ella at blíva bangin og
fiski til avreiðingar í Føroyum. So má okkurt setast í staðin, og ein avloysari fyri hendan møguleikan kundi verið at havt fleiri avreiðingarstøð. Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna [...] fundi um, at rætt hevði verið at fingið skipaðar móttøkur ymsastaðni í landinum soleiðis, at ráfiskakeypararnir í felag kundu tikið í móti fiski á støðum, har krani var, og til bar at fáa ís. Hesum tóku [...] málinum tá. Chris Jan Michelsen sigur í viðmerking til tað, Sigurd Poulsen, landsbankastjóri segði í leygardagsblaðnum, at til ber at fáa meira av virðisøkingini í føroyskar lummar. Vit eiga at lata nøkur
fyrilit við tí, sum vit hava í Føroyum, nevniliga fiskivinnuna, soleiðis at tað verður farið skynsamiliga fram, at at nýggja vinnan ikki í óneyðugan mun órógvar og setir trupulleikar í vegin fyri fiskivinnuna [...] verður betri orðað í uppskotinum. -Eg veit væl, at nógv av hesum fer at verða við í treytunum í sambandi við útbjóðing, men spurningurin er, um vit ikki skulu geva hesi fyrstu signalini í lógini, um at hetta [...] ið herfyri var á vitjan í Noregi, helt tað vera ótrúligt so langt norðmenn eru komnir við at seta trygd og arbeiðsumhvørvi í hásæti og helt hann fyri, at kunnu vit í Føroyum seta krøv og brúka norskan
byrjaði danin í nýggja starvi sínum. David Kravl, sum er ættaður úr Fredericia, hevur sjálvur svomið nógv, hann hevur íðka triathlon, og hann hevur verið venjari í meira enn trý ár í Danmark. Fyrr í ár tók hann [...] starviði, sigur 25-ára gamli danin, tá vit hitta hann á skrivstovuni hjá Havnar Svimjifelag í svimjihøllini í Havn í døgurðatímanum ein gráan gerandisdag. ? Eg kom til Føroya fyri at venja Havnar Svimjifelag [...] David Kravl, og júst sum undanmaðurin, René Thomsen, skal hann nú venja bæði svimjarar í størsta svimjifelagnum í landinum umframt landsliðssvimjararnar. ? Eg søkti landsliðsstarvið, tá Svimjisambandið
vera við í leitingini við Føroyar sum operatørur. Bæði stovnsetan av skrivstovu í Føroyum og so jarðfrøðingu kanningarnar, sum vit gjørdu í Suðuroynni og í Norðoyggjum í summar, eru týðandi lið í fyrireikingunum [...] nýggju skrivstovuni hjá felagnum í Føroyum. Væleydnaðar kanningar Fyrr í ár vóru fleiri jarðfrøðingar frá Saga á kanningarferð í Føroyum. Endamálið var at kanna grótsløg uppi í sjálvum berginum. Her hevur tú [...] jarðfrøðiligar kanningar teir hava gjørt í Føroyum í summar, hava givið sera áhugaverd úrslit. -Vit hava funnið øki við sedimentum, sum ikki fyrr hava verið umrødd í Føroyum sigur Bjørn Tørudbakken, sum hevur
rættiliga nógv æti í sjónum sunnanfyri. »Tað var øgilig skrift á Munkagrunninum í myrkrinum,« sigur hann. Pauli Poulsen ivast ikki í, at upsin, nú hann hevur verið burtur, hevur verið suðuri í Hetlandskantinum [...] ur vóru inni og landaðu í gjár. Teir noyddust at bróta túrin av, tí kassarnir rósaðu í lastini í sjaskinum, og nakrar stúttur brotnaðu. Tá Sosialurin tosaði við Paula Poulsen í gjár, væntaði hann, at teir [...] letur eisini hampuliga væl at prísinum. Hann liggur í løtuni um hálvasættu til seks krónur, sigur hann. Men tað er ikki bara upsin, sum tykist koma fyri seg í hesum døgum. Hýsustovnurin er rættiliga væl fyri
Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at arbeiðarafeløgini fara framvegis ikki at góðtaka, ein ávísur bólkur í samfelagnum fær skattalætta framum ein annan. Í fjør hóttu tey báði tingið [...] skulu hava skattalætta fyri at forða fyri at teir rýma úr Føroyum í onnur lond at fiska av skattaávum Hóttanin stendur við Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at hjá teimum er onki broytt [...] inntøkutrygdina Eftir, hvat skiltist á útvarpinum í gjár, vóru uppskotini mestsum klár at leggja fyri tingið. Tað skiltist eisini, at undirtøka var í samgonguni fyri at geva fiskimonnum skattalætta. Hinvegin