er í løtuni, so ber tað í ár bara til at gera hesa ætlanina til veruleika, og tað er hetta, sum vit í løtuni arbeiða av lívsins kreftum við. Poul Michelsen hevur aftaná fundin, sum var í Havnini í síðstu [...] vit gjalda meiri enn tað. Í løtuni hava vit ikki pengar til spreingiarbeiðið, men um tað ber til at fáa hesar pengarnar til vega í ár, so ber tað til at taka elementini niður í heyst og seta tey upp aftur [...] borðið, og fótbóltsfeløgini í Havnini skulu leggja umleið fimm hundrað túsund krónur á borðið. ? Ein stórur partur av tí, sum feløgini koma við, verður í ókeypis arbeiðsmegi og í ókeypis tilfari og maskinum
Boas: 8 mánaðir Djúpt inni í kristna samfelagnum í Føroyum liggur í ikki so fáum eitt ynski um at menna fatanina fyri gudfrøðini og at ferðast um heimin fyri at spjaða fatanina út. Í nógvum førum hevur hetta [...] kvøldini. Í 1994 fór eg fyri fyrstu ferð yvir her á skúla. Eg tók eina lestrarhálvu. Síðani fór eg heim aftur eina tíð, og tá vórðu Tórun og eg gift. Vit fóru so yvir aftur í 1995 sum hjún, Tórun var í starvsvenjing [...] londum og trúarsamfeløgum. TRA: Hetta er aðru ferð, eg eri í U.S.A. Fyrru ferð var í sambandi við mína pedagogútbúgving. Eg var í starvsvenjing her í tríggjar mánaðir og arbeiddi við skizofrenum fólkum. Tað
galdandi í dag. Í bygdini búgva nú 420, men í 1985 búleikaðust 423 húski í bygdini. Harafturat eru ikki tær heilt stóru útstykkingarnar farnar fram seinastu tíðina. Vestmanna Kommuna heldur seg ikki í verandi [...] at Vestmanna er enn ein bygd í støðugari menning, hóast íløgurnar, framdar verða, ikki eru eins stórar sum í 1985. Í Vestmanna er nærum einki arbeiðsloysi, og trivanaðurin í bygdini tykist vera góður. Fleiri [...] skúlaumhvørvið í bygdini allatíðina eru teir bestu. Møguliga verður hetta gjørt í teirri sannføring, at íløgur í ungdómin altíð geva avkast. Heldur ikki smábørnini og tey gomlu verða gloymd í Vestmanna. Kommunan
eitt øki í arbeiði okkara, sum hevur ligið á láni. Eisini er hugaligt at koma í samband við fólk og eru øll hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við okkum, tá rullandi redaktiónin sæst í bygdamyndini [...] vit at hava tilfar úr Vestmanna í komandi bløðum. Bæði prát við virkir, skúla og áhugaverdar persónar, ið vit hittu á leiðini. Hetta er fyrsti partur av fyrstu ferðini. Í næstum verður vitjað aðrastaðir [...] Fyrsta royndin vísir, at nóg mikið er at tríva í, um ein ætlar sær at lýsa eina bygd ella eitt øki. Men tíðin er avmarkað, so ein nær ikki alt, ið sett er út í kortið, men hóast hetta, so kemur ein heimaftur
skotgrøvunum í føroyskum politikki, og hesum vil Tjóðveldisflokkurin til eina og hvørja tíð stuðla. -Eg eri púra samdur við Thomasi Arabo í tí, at neyðugt er at finna eina breiða semju í sjálvstýrissp [...] Jan Müller Í vikuni hevði Sosialurin samrøðu við nýggja formannin í Norðstreymoyar Javnaðarfelag, Tummas Arabo. Hann metti einastu gongda leið á sjálvstýrisøkinum vera eitt tætt samstarv millum teir tríggjar [...] okkara boð uppá eina samgongu eftir valið í fjør. Tíverri eydnaðist hetta ikki, og tað nyttar lítið at lasta hvørjum øðrum fyri tað. Høgni Hoydal leggur tó í sama viðfangi dent á, at henda semja eigur
Knút Olsen. Fuglfirðingar heiðra Alexanduri Í sambandi við, at Alexandur Kristiansen verður fimti ár í dag, verður samkoma í fimleikahøllini í Fuglafjarðar skúla í kvøld kl. 20.00 við sangi, framløgum og kvøðum [...] onkur mynd innan í mær. Ofta arbeiði eg í tørnum. Tað kann liggja væl fyri eina viku, men so als ikki vikuna eftir. Í 1977 fekk Alexandur Kristiansen M. A. Jacobsens bókmentavirðisløn, og í 1983 Barnabók [...] Kristiansens í grein um føroysku yrkjararnar, ið komu fram í fimti- og sekstiárunum. Alexandur Kristiansen er partur av ættarliðnum av yrkjarum, ið fyrstu ferð gjørdi vart við seg og gav út yrkingar, í seksti
Ólavur í Beiti Í seinastu viku vórðu tey bæði hjálparfólkini sett, sum skulu standa fyri dagtilboðnum í Sørvágs skúla. Hjálparfólkini eru Eirikur Joensen úr Miðvági og Súsan Rummelhoff úr Sørvági. Til [...] ella til tað sum eftir er av 99, eru 330.000 krónur játtaðar. Dagtilboðið í Vágum er nú komið í lag við góðari hjálp frá kommununum í Vágum og Javna, sum hava strongt á at fáa hetta tilboð eisini til vágafólk [...] 10 fólk koma at brúka hetta dagtilboð í Vágunum, men sjálvandi kann hetta tal lættliga koma at økjast. Vardi verkstaðurin hevur fingið frálík hølir í Sørvágs skúla, so arbeiðsumstøðurnar eru góðar hjá teimum
hjálpt til. Í hesum umfari hava teir báðir verið á Tekniska skúla í fimm vikur, og tvær av vikunum hava teir burtur av brúkt til at gera motorin lidnan. Tað var í februar í fjør, at Tekniski skúli í Havn og [...] Á Tekniska skúla í Havn eru teir júst lidnir at umvæla motorin í gamla brandbilinum hjá Tórshavnar býráð, sum er frá 1932. Talan er um ein Triangel brandbil, sum varð keyptur til Føroyar í 1962. Hóast [...] Hóast motorurin er frá 1932, so er bilurin kortini bygdur í 1937, og fyrstu árini hevur hann verið nýttur sum brandbilur í Danmark - til hann í 1962 varð keyptur heim til Føroya. Tað eru teir báðir bilmeka
Í vikuni hevur Lillemor Jernquist, ið er leiðari á Craighalbert Centre í Skotlandi, verið í Føroyum á kunningarvitjan. Spastikarafelagið í Føroyum hevur boðið henni higar fyri at fáa meiri at vita um [...] gekk í skúla heima. Tað, sum er dýrt í hesum førinum er at fáa ein slíkan depil upp at standa. Annars er tað ikki kostnaðarmikið, tí tað er ikki tann stóra útgerð ella annað, ið íløgur skulu gerast í, uttan [...] vísa myndugleikum og stovnum í Føroyum á, hvussu farast skal fram, um føroyingar sjálvir skulu í holt við at stovna ein venjingarmiðdepil. - Conduktivur-pedagogikkur tekur støði í lokalum høpi, og tí hevur
verið rættiliga miðsavnað. Har komi eg so inn í myndina. Eg skal verða ráðgevi í at miðspjaða umsitingina og virka sum umboð hjá fyrisitingini í Kathmandu í Surkhet økinum, sigur Tommy. DANIDA fíggjar soleiðis [...] Álvur Haraldsen Í húsunum á Høvdagøtu á Argjum er frálíkt útsýni yvir Nólsoyarfjørð og inn ímóti Havnini. Og Júst í hesum døgum er útsýnið serstakliga gott, tí eingir urtapottar eru í vindeygunum at forða [...] leiðina av landinum. Til Nepal í Himmalayafjøllunum, har Tommy skal arbeiða í tvey ár fyri felagskapin DANIDA. Vit seta okkum uttanfyri. Veðrið er av tí besta henda seinnapart síðst í apríl, og sólin skínur.