Fyrst í mai fáa vágafólk dagtilboð

Fyrstu vikuna í mai letur vardi verkstaðurin upp í Sørvágs skúla. Nú eru tvey hjálparfólk sett at standa fyri dagtilboðnum

Ólavur í Beiti


Í seinastu viku vórðu tey bæði hjálparfólkini sett, sum skulu standa fyri dagtilboðnum í Sørvágs skúla. Hjálparfólkini eru Eirikur Joensen úr Miðvági og Súsan Rummelhoff úr Sørvági. Til hetta fyrsta hálvárið ella til tað sum eftir er av 99, eru 330.000 krónur játtaðar.

Dagtilboðið í Vágum er nú komið í lag við góðari hjálp frá kommununum í Vágum og Javna, sum hava strongt á at fáa hetta tilboð eisini til vágafólk, sum á ein ella annan hátt ikki eru før fyri at hava vanligt arbeiði. Í Klaksvík, Runavík, Vági og Havn eru eisini tílík dagtilboð ella vardir verkstaðir, so hetta er fimti vardi verkstaðurin sum Serstovnadeildin undir Undirvísingar- og Mentamálastýrinum letur upp.


10 fólk dagliga

Mett verður at eini 10 fólk koma at brúka hetta dagtilboð í Vágunum, men sjálvandi kann hetta tal lættliga koma at økjast. Vardi verkstaðurin hevur fingið frálík hølir í Sørvágs skúla, so arbeiðsumstøðurnar eru góðar hjá teimum sum koma at gera nýtslu av hesum tilboðnum.

Verkstaðurin er opin mánadag frá 15-19, týsdag til hósdag frá 8-12 og fríggjadag frá 13-17. Og tilboðini verða fleiri, alt eftir hvat tey sum koma ynskja at fara undir, men kanska verða tey ikki so fjøltáttað at byrja við.