Sosialurin á ferð úr bygd í bý - Vestmanna

Í eini ásannan av, at ofta vitja fjølmiðlar ov lítið úti um landið, men í størri mun gera burtur úr miðøkinum, er Sosialurin farin undir nýggja verkætlan. Talan er um eina sokallaða ?rullandi redaktión³, ið við jøvnum millumbilum vitjar kring landið í einum spildurnýggjum Toyota Avensis bili frá Reyni Service

Dagfinn Olsen & John Johannessen



Undir heitinum »Úr bygd og bý«, verður vitjað kring landið. Vit á blaðnum gleða okkum um, at vit á henda hátt fáa høvi at gera okkurt ítøkiligt við eitt øki í arbeiði okkara, sum hevur ligið á láni. Eisini er hugaligt at koma í samband við fólk og eru øll hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við okkum, tá rullandi redaktiónin sæst í bygdamyndini.


Blíðir Vestmenningar

Mánadagin varð hildið avstað á fyrsta sinni og fólk tóku sera væl ímóti. Fyrsta royndin vísir, at nóg mikið er at tríva í, um ein ætlar sær at lýsa eina bygd ella eitt øki. Men tíðin er avmarkað, so ein nær ikki alt, ið sett er út í kortið, men hóast hetta, so kemur ein heimaftur við rúgvusmiklum tilfari, ið ætlanin er skal koma í blaðið so við og við undir heitinum ?Úr bygd í bý³.

Fyrsta bygdin, rullandi redaktiónin hjá Sosialinum vitjaði, var Vestmanna. Fólk vóru blíð og tóktust glað at hitta blað- og myndamenn. Hugaligt var at hitta vestmenningar, og fara vit at hava tilfar úr Vestmanna í komandi bløðum. Bæði prát við virkir, skúla og áhugaverdar persónar, ið vit hittu á leiðini.

Hetta er fyrsti partur av fyrstu ferðini. Í næstum verður vitjað aðrastaðir.