føroyingar í Grønlandi. Millum heimildarmenn hansara er sonur Berint á Todnesi, Oddmar Johannesen, sum var við pápa sínum hetta árið 16 ára gamal. »Vit vóru har yviri í 1950, pápi, eg og pápabeiggi mín Axel [...] ikki heim í sama farti sum sonurin. Hann vildi royna eitt sindur aftrat í Føroyingahavnini. »Togo« fer á land Í 1951 hevði Berint á Todnesi ein størri 8 hesta Carl Erik við sær at installera í deksbátin [...] skiparan Jeffri Durhuus í Garðastovu í Vestmanna at dríva bátin, meðan hann sjálvur passaði motorin. Teir høvdu fimm mans aftrat sær. Javnan nevndi missionerurin í Føroyingahavnini í tíðindum heim til Di
Húsini í fyrsta byggistigi á Løgmansbreyt kosta úr 800.000 krónum og upp í 970.000 krónur. Væntandi verða tey í 2. byggistigi nakað dýrari, men hetta metir Høgni at vera tað bíligasta, ið hús í Havnini [...] Í harðari kapping við onnur, eydnaðist Høgna Mikkelsen at ogna sær eina 11000 fermetra stóra trøð á Boðaneshamri. Keypsprísurin var 3,1 millión krónur. Rættuliga nógv høvdu áhuga í at bjóða uppá trøðna [...] daman bakka meg 100% upp. Pápi mín koyrir fleiri ferðir um dagin niðan at vita hvussu gongur og tað hendir meira enn so, at mamma hevur gjørt kaffi og pannikøkur til okkara, sigur Høgni, ið er sera fegin
skemtandi frá. - Tað mundi vera í 1947 ella '48, at vit hittust, sigur Kinna, sum tó hevði verið einar tvær ferðir í Dímun, áður enn tey giftust. Stein í høvdið Janus er føddur í 1924 í Skúvoy og kom 3 vikur gamal [...] kom til Dímunar í 1949. Tá var tað motorur og battarí, sum vit áttu sjálvi í Dímun. Í 1974 kom Dímun so upp í SEV, tó enn við motori, greiðir Janus frá. Telefonsamband var nærum einki í byrjanini. - 4 ferðir [...] børnini eisini í skúla í Vági. - Men tungt var, tá børnini fóru burtur at ganga í skúla, minnist Kinna. - Tá vóru vit tveyeini frá meimánað, til børnini komu í summarfrí, sigur Janus. Fyrst í sjeytiárunum
beinanvegin. Maðurin, sum í dag er programleiðari í ÚF, er ikki hvør sum helst. Tú kanst nevna EF-samráðingar í Bruxelles í 70?unum, tá tað stóð um lív hjá føroysku fiskivinnutjóðini í altjóða høpi, ella l [...] hesar konurnar í ullarokinum. tær sjóðaðu konstant og har var altíð lív. Dagin í dag eiga barnafetini í Syðrugøtu framvegis sín lut í tilveruni hjá Jógvani. ? Eg havi altíð havt nógvar vinir í Gøtu, og tað [...] eitt Jesusbílæt. Vit gingu eisini oftani í kirkju, serliga í adventini. Tá Jógvan var 11 ár fór hann í realskúla. Nú kom blandingur í millum tey, ið høvdu gingið í Nonnuskúlanum og Kommunuskúlanum. ? Eg
kong-ahúsið í fyrstu syftu føroysku fullveldisætlaninar, tí viljin til tjóðveldi við føroyskum forseta ikki er til staðar í nóg stóran mun í løgtinginum. Men minni enn tað kann eisini seta sinnini í kók, og [...] á demokratið villist í berari umsiting. ? Soleiðis var tað eisini hjá okkum í 80?unum. Fíggjarheiminum stýrdi gongdini í samfelagnum. Samstundis gingu fólk og trúðu, at alt var í fínasta lagi, at heim [...] um fullveldi ivist eg onga løtu í. Mín sannføring er ikki grundað á nakra relegiøsa kenslu. Eg havi sjálvur kannað eftir, hvussu tað hevur verið í londum, ið hava verið í líknandi støðum, sum Føroyar ?
á Nørrebro í Keypmannahavn. Hann er annars sangari í bólkinum Hate Speech Gerst tú nógv við tónleik niðri? ? Ikki so nógv í løtuni, men tað verður helst meira. Vit eru tríggir niðri, men í løtuni mangla [...] áhugaður í fótbólti? Nú fer Fabian at grína og sigur: ? Nei, eg hava als ongan áhuga fyri fótbólti, men vit hoyra nógv um fótbólt í Italia, men mín áhugi hevur verið fyri flogbólti, sum eg havi spælt í níggju [...] tú niðri? ? Lesi tónleik á konservatoriinum í Århus. Tónleikurin eg lesi er poppur, rokkur og jazzur. Umframt at spæla nógv í skúlanum, so spæli eg eisini í fýra orkestrum - so tað gongur við fullari ferð
Ingvør Nolsøe, sum í 22 ár hevur átt og rikið reklamuvirkið Stephansons Hús í Havn. Fyrstu árini í Vágsbotni, tey seinastu nógvu árini á Kongabrúnni. Hon er 47 ára gomul, fødd og uppvaksin í Klaksvík, eigur [...] ein trupulleiki. Vit eru fýra starvsfólk í Stephansons Húsi og tvey teirra hava fingið eitt barn í ár. Annað teirra, ein pápi, gjørdi av at vera heima hjá barninum í tveir mánaðir, og vit funnu eina skipan [...] kvinnur fara í verjustøðu. Tað sum er rættiliga spennandi í dag er, at tey kvinnuligu virðini eru farin at tala til leiðarar. At liva seg inn í, at føla við og hvørt av sínum. Ein nýtímans leiðsla í dag leggur
Aftari í bókini eru nótar við besiffringum av øllum sangunum. Dánjal Eysturstein hevur staðið fyri tí partinum. Aftast er yvirlit, sum í stuttum lýsir yrkjarar, týðarar og tónaskøld til sangirnar í bókini [...] a. aldur, arbeiði og listarligt avrik. Tú sært eisini í hesum yvirliti hvørjar sangir viðkomandi yrkjari, týðari ella tónaskald eigur í bókini. Í hesum miðlatíðum, har útvarp, sjónvarp og internót er fittur [...] okkara í tí sjaldsamu støðu, at veruleikin ofta verður til fiktión, og fiktón verður til veruleika? SOV BLÍTT OG SØTT er ein bók, sum setur lívið í annað perspektiv enn tað, tað vanliga verður gjørt í hesum
knýttust vinabondini meira millum okkum trý ? meg, teg og Olaf. Tað seinasta árið sótu vit lið um lið í skúlanum og nær um hvønn dag fylgdust vit heim. Aftan á skúlan fór man hvør sína leið, men tú vart altíð [...] Jóhanna, tit hava mist ein góðan son, beiggja og drong. Minnini eru mong og mugu tey eins og Jesus pápi verða við til at styðja tykkum hesa sváru tíð. Vinir Guðs á ongum sinni møtast skulu síðstu ferð; [...] renna sorgartár á kinni, hetta orð tó ugga ber. Síggjast vit ei meir og fara foldum frá og undir flag í tí stóra halga skara møtast vit tó Harrans dag. Um vit enn við sorg her siga kærum vinum várt farvæl
inni á wc?inum og skolað niður!?. Ronnie flennur í kíki. ? Hetta var mín fyrsta ferð nakrantíð, at eg var í studio, og tí hevur hetta eitt serligt pláss í mínum hjarta. Hetta var ein sera góð lærutíð eisini [...] úr stórbýi til lítla bygd í Føroyum? ? Nei. Tað var sjálvsagt sum at koma á ?bølandið?, men í tí aldrinum lagar tú teg skjótt til umstøðurnar. Og vit høvdu tað ótrúliga gott í Sumba. Eg vil siga, at tíverri [...] sum skuldi fáa sumbingarnar at groova í enskan stíl. ? Seinni fingu vit so trummusett og eg minnist vit kallaðu okkum White Lions, tí ein væl dámdur bólkur í Suðuroy í 60?unum hevði sama navn. Og so trúðu