Hjalmar P. Petersen og Eivind Weyhe ---------------- Vit, minnilutin í Málráðnum, mæla til at hetta verður tað løggilda føroyska stavraðið: a, á, b, c, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, q, r [...] r, s, t, u, ú, v, w, x, y, ý, z, æ, ø Eitt alfabet er ikki nøkur natúrlóg, men ein praktiskur listi við teimum bókstøvum, sum eru í brúki í einum máli. Taka vit Føroyska orðabók (FO), so finna vit í [...] teirri prentaðu útgávuni eru bara 29 av bókstøvunum talmerktir, hvør eftir sínum stað í raðnum, t.e. frá 1 til 29, meðan fimm stavir einki nummar hava. Tað var í ásannanini av, at samsvar ikki er millum