Átjan svimjarar umboða Føroyar

Í NM svimja sjey føroyskar kvinnur, og í NJM fimm menn og seks kvinnur

Føroyska liðið verður stórt í teimm báðum svimjikappingunum, sum í vikuskiftinum vera í Svimjihøllini í Gundadali.

Lutfalsliga nógvir føroyskir svimjarar fáa høvi at royna seg í altjóða kapping, tá ið tað í vikuskiftinum verður NJM og NM svimjikapping.

Í NM kappingini, sum er fyri tey, ið eru preseniorar, sum tað verður nevnt, vera tað sjey kvinnur, sum fara at manna føroyska liðið. Tær eru Birita Debes, Ægir, Jonna B. Thomsen, Ægir, Cecilia Eysturdal, Ægir,Turið S. Christiansen, Ægir, Guðrun Mortensen, SS, Beinta P. Debes, HS, og Rutt Agnarsdóttir, HS.

Í NJM kappingini eru tað fimm menn og seks kvinnur, sum fara at umboða Føroyar. Menninir eru Óli Mortensen, HS, Markus Joensen, HS, Alvi Hjelm, Ægir, Eyðbjørn Joensen, SS, og Janus E. Hofgaard, HS.

Kvinnurnar eru Lív E. Ejdesgaard, HS, Victoria W. Eysturdal, Ægir, Ásbjørg Hjelm, Ægir, Lena Rannváardóttir, HS, Sólrun Kjærbo, SS, og Helga Nielsen, FLOT.

Venjarar hjá føroysku svimjarunum eru Petur Heðin á Fløtti, Jón Bjarnason, Kristian Martin Joensen og Rúni Gaardbo.

 

mynd: Markus Joensen - myndaánari er Jón Bjarnason (svimjing.com)