Bakkafrost hevur sett 37 ára gamla Fróða Mortensen í starv sum rakstrarleiðara á nýggja biogassverkinum á Skarðshjalla. Tað er P/F Føroysk Náttúruokra, sum er eitt dóttirfelag hjá Bakkafrost, sum byggir biogassverkið.
Fróði Mortensen, sum er útbúgvin maskinmeistari, starvast í dag sum projektleiðari innan biogass á týsku fyritøkuni innan orkuframleiðslu E.ON og hevur millum annað verið við til at byggja fleiri biogassverk í Danmark.
Hann byrjar í starvinum 1. oktobur.
P/f Føroysk Náttúruorka og danska felagið Bigadan A/S undirskrivaðu fríggjadagin 21. septembur eina heildarveitingaravtalu um, at Bigadan skal byggja nýggja biogassverkið, ið Bakkafrost hevur tikið stig til at gera.
Hugskotið at gera eitt biogassverk í Føroyum er gamalt. Í fleiri ár hevur tað verið eyðsýnt, at burturkast frá alivinnuni og tøð frá landbúnaðinum eru virðismiklar rávørur, sum kunnu brúkast til biogassframleiðslu og góðskað tøð.
Biogassverkið, sum verður bygt á Skarðshjalla, skal í fyrstu atløgu taka ímóti og viðgera tøð frá mjólkarbóndum, lívfrøðiligt burturkast frá smoltstøðum og frá alingini á sjónum. Biogassverkið kann tó eisini taka ímóti øðrum lívrunnum burturkasti.
Avtalan millum Bakkafrost og Bigadan ásetur at biogassverkið skal verða liðugt í desembur 2019.









