Hálvfinalurnar avgreiddar

Nú er greitt, hvørji tey 19 pørini eru, sum seinast í mánaðinum skulu kappast í FM-finaluni fyri pør

Bridge

Semifinalan fyri pør í Bridge, varð leikt í Bridgehusinum í Havn leygardagin, 6. mars. 33 pør kappaðust um rættin at luttaka í finaluni, sum verður 28. mars í Havn. Leikt varð í tveimum røðum, har níggju pør frá hvørjum rað komu víðari til finaluna. Kappingin var væl fyriskipað og eiga fyrireikarinir rós uppiborið.
Kappingin var sera spennandi og jøvn. Eftir 60 spøl høvdu hesi pør tryggja sær luttøku í finaluni.

Magni Jøkladal - Allan Dal-Christiansen
Jógvan H. Andreasen - A. G. Nielsen
Salomon Johansen - Zakaris Joensen
Ingibjørg Hansen - Henriette Svenstrup
Kaj Alstrup - Høgni Hansen
Dia Petersen - Hans Egil Joensen
Eydun Jensen - Niels Nielsen
Høgni Jacobsen - Finn Ougaard
Eydun Joensen - Helgi Joensen
Eilif Petersen - Petur A. Johannesen
Dia Jacobsen - Marner Joensen
Per Kallsberg - Dánjal P. Mohr
Høgni Vesturklett - Gunnar Mouritsen
Johannes Skaarup - Jórun Johannesen
Petur S. Rasmussen - Hannis Jacobsen
Eydun Jacobsen - Pól Joensen
Reimund Langgaard - Vilhelm Nygaard
Jóannes Mouritsen - Heðin Mouritsen
Rói Joensen - Jógvan Juul Rasmussen

Tey bestu í hvørjum rað gjørdist:
Gult rað:
1) Eilif Petersen - Petur A. Johannesen
2) Dia Jacobsen - Marner Joensen
3) Dia Jacobsen - Marner Joensen

Hvítt rað:
1) Magni Jøkladal - Allan Dal-Christiansen
2) Jógvan H. Andreasen - A. G. Nielsen
3) Salomon Johansen - Zakaris Joensen

Endaspælið

Komandi vikuskifti verður endaspælið í liðkappingini hjá FBS leikt í Klaksvík. Byrja verður fríggjakvøldi kl: 19:00 .

Spæl
Spælið hesaferð er frá semifinaluni pør, ið varð hildin um vikuskifti. Spælið er eitt gott dømi um munin á parakapping og liðkapping.


E/-
(8
(DB10974
(9853
(104
(E62(KDB753
(K2(E653
(K1064(DB
(ED52(8
(1094
(8
(E72
(KB9763

VNES
Símin Bogi
1sppas
2ru2hjpaspas
Dbl1)pas3sppas
4hj2)pas5kl3)pas
6ut!!a.p.

1) Vísur góð kort, sigur einki um hjartara
2) Trelde, spyr eftir hjartara haldi og evt. essum
3) Vísur tvey ess og hjartara hald

Símin veit at makkarin hevur seks spar og 4 lit í hjart og sostatt hjartar ess, annars hevði eystan melda 2spar eftir 2hjart, vísandi 15-18 hp og seks lit í spar. Símin meldaði eftir hetta tann vinnandi 6ut. Meginparturin av feltinum meldaði 6 spar, sum ikki er eins góður sum 6ut í parakapping.